Stutt eftir klokkan 19 kom eldur í ein bil beint sunnanfyri brúnna við Streymin. Ein einsamallur maður var í bilinum, sum var á veg norðureftir. Komin niðan gjøgnum brekkuna við Streymnes, og gott 150 metrar frá sjálvari brúnni, fer at rúka undan motorhjálminum og festir í bilin.
Talan er um ein lítlan lastvogn, um 4 - 5 ára gamlan.
Maðurin steðgaði bilinum, leyp út og boðsendi Sunda Sløkkiliði gjøgnum alarmsentralin.
Eldurin varð skjótt sløktur, tá menn hava verið til tøkir at leypa avstað, og brandstøðin er beint hinumegin brúnna við Streymin. Sostatt var sera stutt at rykkja út við brandbilinum, og fingu teir tamt eldinum upp á eina heilt lítla løtu.
Hvør orsøkin til eldin er, er ilt at gita um, men brandfólk á staðnum hildu, at tað kundi verið fest í eina slangu við pumpuna, tá tann síðan, har pumpan situr, sá út at verða brend fyrst.
Eingin fólkaskaði var í samband við hendingina, og maðurin rósti sløkkiliðinum fyri at vera so skjótir á staðnum.