Tróndur Bogason ov stuttur

Tónaskaldið og professarin í tónasmíð Lasse Thoresen fær Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2010 fyri verkið Opus 42. Sostatt gjørdist Tróndur Bogason, ov stuttur. Tróndur Bogason var føroyska uppskotið millum tey tólv, sum skotin vórðu upp tilsamans.

 

Dómsnevndin grundar valið á Lasse Thoresen og verkið Opus 42 við eitt nú, at Opus 42 er eitt serstakt verk, sum umboðar nýhugsan ikki bert innan norðurlendskan vokaltónleik men innan vokalgrundaðan partiturtónleik yvirhøvur. Í Opus 42 finna vit framúr vakran tónleik, sum tekur støði í teimum felagsnevnarunum, ið eru í heilt gomlu og heilt nýggju tónlistini, og samstundis hoyra vit eisini tónar úr skandinaviska fólkatónleikinum og úr miðeystri og India.

 

Evnið fyri Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2010 er ?aktuelt tónlistarverk, har øll tey útinnandi leika ella syngja sjálvstøðugar røddir?. Heili 13 verk hava í ár kappast um mætu virðislønina.

 

Virðislønin áljóðandi 350.000 krónur verður handað Lasse Thoresen á árligu tingsetanini hjá Norðurlandaráðnum í Reykjavík fyrst í november í ár.