Gerster til Kyndil

Kyndil, sum vann silvur í bæði lands- og steypakappingini hjá monnum, hevur gjørt sáttmála við Henrik Gerster, sum komandi tvey árini skal venja besta mansliðið hjá felagnum

Hondbóltur: Tað var í gjár, at Kyndil almannakunngjørdi nýggja venjaran, Henrik Gerster, sum síðst vandi kvinnurnar hjá Stjørnuni, har hann vann tvey meistaraheiti og tríggjar steypakappingar í trý ár. Undan tí hevur hann eitt nú vant menninar hjá H71.
– Kyndil er mest vinnandi felag í føroyskum manshondbólti, og eg eri sera fegin um at fáa møguleikan at venja fyrst manslið hjá felagnum, sigur Henrik Gerster við heimasíðuna hjá Kyndli.
– Vit fara at leggja dent á at skapa úrslit og samansjóða teir royndu spælararnar og tey mongu talentini, ið eru á veg. Kanska eisini onkur spælari kemur aftrat.
Hjálparvenjari hansara hesi tvey árini verður Hjalmar Klein Olsen, sum eisini hetta kappingarárið hevur verið hjálparvenjari hjá Kyndli, umframt at hann hevur vant unglingar og dreingir 17 hjá felagnum.
Dia Midjord, sum hevur verið mansvenjari hjá Kyndli síðstu trý árini, ynskti ikki at halda fram, og tí valdi Kyndil at fara eftir Gerster, sum annars hevur hildið frí frá hondbóltinum í vetur.