eitt vaktarskip og hitt ein ferja. Roknað varð upprunaliga við, at umstøður bert vóru til at byggja annað skipið í Føroyum, og var tí hóskandi, at tað var sandoyarferjan. Hetta var orsakað av, at bæði skuldu [...] umstøður fyri heilsuumstøðum, útbúgving, trivnaði annars v.m. Um hesar umstøður skulu vera, so var ikki sannlíkt, at ein valdi sær Føroyar at búgva í. Men tá vit eru borin í heim her, so vilja vit náttúrliga verða [...] rinnar) at byggja ferjuna í Føroyum, um hetta gerst innan fyri rímiligan meirkostnað! Tey tøl, vit higartil kenna, eiga ikki at ræða nakran. Her er talan um ein rímiligan kostnað fyri at liva í Føroyum
Stórur áhugi fyri búmerkjakappingini Herfyri var kunngjørt í bløðunum, at Club 20 skipaði fyri búmerkjakapping. Eisini var kapping um nýtt navn, og herfyri var freistin fyri at lata inn uppskot úti. Toni [...] umvælingar eru eisini longu gjørdar í hølunum hjá ølklubbanum, og millum annað er ein nýggj barr komin í niðaru hæddini. Hetta hevur verið umrøtt í Sosialinum fyrr í vár. Til Íslands at leita eftir hugskotum [...] við, er at hava sokallaði temakvøld. Nakað síðani var til dømis skipað fyri einum 70?ara kvøldi við tónleiki og pynti frá teirri tíðini, og týskvøldið var til dømis skipað fyri einum Harley Davidson kvøldi
Paulusi: Í mær býr einki gott! Men tøkk fái Gud, at hann er so góður og kærleiksfullur, at mær tørvar als ikki at óttast kortini. Hann hevur sjálvur gjørt mær eitt rættvísi, Jesus Kristus. Mær tørvar bara [...] hjálp sjúkum, og einkjum. Troysta tann syrgjandi o.s.fr. o.s.fr. Eru hetta boð frá einum óndum Gudi? Nei, tað tykkir mær ikki. Var Gud óndur, segði hann: hata, hata, hata... Gud sigur: elska, elska, elska [...] sum hava sanna, at tey ikki eru nóg góð í sær sjálvum, og tí tørvar teimum Kristi rættvísi. Tá tað kemur til, um vit eru nóg góð, so vita vit tað væl best sjálvi. Ein og hvør kann spyrja seg sjálvan: Eri
hvussu ein arbeiðir við tíðindum, men hetta er kortini væl øðrvísi, tí einki er planlagt. Hetta er reint pionerarbeiði, og eg kenni meg eitt sindur einsamallur. Dagarnir eru langir og strævnir, men mær dámar [...] nýggju útvarpsrásini Atlantic Radio. - Eg vendi mær sjálvur til Atlantic Radio og spurdi, um tey vóru áhugað í at hava tíðindi. Tað vóru tey, og uppgávan hjá mær verður so at leggja teimum lag á viðvíkjandi [...] øðrvísi við at seta tey upp ímóti hvør øðrum, sigur Sonni Smith. Sonni Smith var útbúgvin journalistur í februar í 1977. Hann var starvsnæmingur í danska útvarpinum og sjónvarpinum í hálvt annað ár. Til í
tekur sær æruna av hesum, er hetta ikki rætt. Mær vitandi hevur alt tað politiska baklandið alla tíðina tikið undir við kravinum um miðlinjumark. Tað, sum Edmund Joensen gjørdi var bara at venda bakið til bretar [...] Og skuldi tað verið so heppið, at bretar gera ein fund í Gráu sonuni, áðrenn vit finna olju, og hetta hendir uppundir eitt løgtingsval, ja so er tað ein funnin fressur hjá sambandspolitikaranum Edmund [...] rakk langt inn á føroyska landgrunnin. Tað var hetta krav, sum táverandi danski uttanríkisráðharrin sipaði til, tá hann fanst harðliga at bretum, tí teirra krav var so víttgangandi, at tú kundi standa á Akrabergi
íslendska marknaðinum. Men hetta ræðir ikki Einar Waag. Hann sær hetta tvørturímóti sum ein fyrimun, av tí at talan ikki er um nakað ávíst bryggjaríð, ið stendur sterkast, og gevur hetta einum lítlum virki sum [...] hevði stjórin, Einar Waag, nógv um at vera. Hann var júst í ferð við at avskipa nakrar plattar av øli til Íslans. Tað er nevnilig soleiðis, at Føroya Bjór var við á RekTór stevnuni í Reykjavík herfyri, og [...] Ríkinum. Vit ætla at royna at fáa loyvi longu í summar, men um hetta ikki eydnast, so verður tað til heystar, lovar stjórin í Føroya Bjór. Men ein trupuleiki er kortini við søluni í Ríkinum. Tað er nevniliga
Tá var ramaskríggj. Vit avtalaðu kortini at gera eina roynd, hóast tað var torført. Eg var einasti journalisturin, ið varð settur til uppgávuna. Teknikarin og eg kendu lítið til sjónvarp, tað var rættiliga [...] vit seta eini 70 fólk bara til tað. Bløðini vóru á tremur við lesarabrøvum, ið mutaðu ímóti. Ikki ein var positivur. Men tá ið eg kom heim um kvøldið 25. mai eftir, at fyrsta Dagur og vika hevði verið í [...] nøgd og glað, sigur Finnbogi Ísakson, ið var fyrsti verturin í Degi og viku. Týsdagin í hesu vikuni vóru 15 ár, síðani Dagur og vika varð send fyrstu ferð. Tað var Jógvan Asbjørn Skaale, fyrrverandi stjóri
Stórifjørður og Kyrruvík kundu verið Skálafjørðurin og ein av bygdunum har. Nóatún er so ein íspunnin bygd norðast á Eysturoynni, horvandi í ein landnyrðing, sum er tann ætt, ið gevur mesta brimið. Nøvn [...] "Rabelais and His World", at deyðin er ikki ein noktan av lívinum sum so - vit tosa ikki um einstaklingin - men tvørturímóti ein partur av lívinum sum heild - ein partur, sum vit ikki kunnu vera fyriuttan [...] partur av íblástrinum eru niðursetubygdirnar frá 19. øld og traðalógin frá 1894 og seinni. Nú var endiliga ein møguleiki hjá ognarleysum at bróta upp úr nýggjum og á tann hátt gerast - um ikki akkurát bøndur
men aðrastaðni frá, strikaði hann undir. (Hetta var nakað samstundis, sum mikil orrusta var í Føroyum um Hjalmarsbók og øll tey ?donsku? orð, sum bókin var á tremur av: interessantur, manipulera, kom [...] føroyskum - hatta roknistykkið gongur ikki upp. Gerst ein Volvobilur danskur av, at hann verður keyptur frá einum danskara? Nei, í so máta helt hann við mær, men vísti á, at tann íslendska málkósin er at brúka [...] Fyri svenskarum hevði hetta blivið eitt spildurnýtt og púra fremmant mál. Væl kunnu svenskarar málbera seg ?fornari? enn danskarar - men tað, ið hann uppfataði sum sítt móðirmál, var ikki fornsvenskt, men
um markið millum Bretland og Føroyar í trúnaði, uttan at nakað er likið út um hetta. Sjálvt tá málið var avgreitt, og hetta kom fram í fjølmiðlunum, vóru allir smálutir hildnir innanfyri uttanlandsnevndina [...] at fáa greiðu á viðurskiftunum, soleiðis, at eg ikki standi eftir, sum ein, ið hevur stolið av kassanum. Sjálvur meti eg meg sum ein lønmóttakara hjá formansskapi løgtingsins, og avgerin, ið arbeiðsgevarin [...] Tað kann ikki vera mær at lasta, at politiksa starv mítt ger, at eg eri noyddur at vera nógv í Havn. Somuleiðis ger politiska starv mítt eisini, at eg eri noyddur at vera nógv í Keypmannahavn, men hóast