Tjóðveldisflokkurin í ferð við at beina fyri føroyskum sjálvstýri

Tað er hugstoytt hjá sjálvstýrisahugaðum samgongumanni ferð eftir ferð at ásanna, at hóast Tjóðveldisflokkurin í samgonguni ber seg fram sum tann mest avgerandi flokkurin í sambandi við stjórnarligu viðurskifti okkara við Danmark, so roynist hann í roynd og veru tann størsta hóttanin ímóti, at hetta nakrantíð gerst veruleiki!

Í tí dagliga arbeiðinum innan samgonguna eru uttan iva rembingar um mannagongd. Greitt er, at Fólkaflokkurin ikki er kendur sum nakar kvettingarflokkur, men hevur sum stevnu tjóðskaparligt frælsi bygt á fíggjarligt frælsi.

Vit eru varug við, at tá vanligi føroyingurin skal taka støðu til broytt viðurskifti við Danmark, so verður hjá honum í fyrstu syftu hugsað um fíggjarligu avleiðingarnar. Reint ideologiskt kenna vit til úti í stóru verð, at lond verða skipað eftir »ideologiskari, rættvísari« skipan, men tá fíggjarliga grundarlagið ikki er skipað líka »rættvíst«, hvat tað so vil siga, so trívist hetta samfelag ikki, og tí syndrast tað, annaðhvørt við frælsum vali ella við fólkaligum uppreistri. Her verður ikki hugsað um hernaðarligt ella einaræðisdiktatur.

Føroyar hava í dag eina skipaða sjálvstýrisætlan undir einari sjálvstýrissamgongu.

Flokkarnir í samgonguni hava sett sær fyri, at Føroyar skulu skipa síni egnu viðurskifti eftir egnum ynskjum og fortreytum.

Trupulleikin við egnum ynskjum er tann lóggevandi og fyrisitingarliga uppgávan. Stórur partur av lóggávuarbeiðinum liggur hjá fólkatinginum, og nú eru føroyingar flestir komnir ásamt um, at her er ikki í lagi. Fólkatingsins vitan um okkara gerandisdag samsvarar ikki við tær avgerðir, ið tiknar verða á fólkatingi. Øðrvísi er við fortreytunum. Her liggur okkara egna vitan og avgerðarrættur hjá okkum sjálvum. Og tíverri má eg ásanna, at her kemur til sjóndar tann størsta óvissan!

Hans Jacob í Stovuni verður tíðum endurgivin fyri úttalilsi um, at »eingin býr í Føroyum av praktiskum orsøkum«. Fyritreytirnar fyri trivnaði eru fyrst og fremst matur í munnin, og síðani umstøður fyri heilsuumstøðum, útbúgving, trivnaði annars v.m.

Um hesar umstøður skulu vera, so var ikki sannlíkt, at ein valdi sær Føroyar at búgva í.

Men tá vit eru borin í heim her, so vilja vit náttúrliga verða verandi her!

Í hesum døgum hava vit fingið eina avtalu við Bretland um marknaáseting millum londini, so tað ætlaða ævintýrið innan oljuvinnuna kann setast í verk. Fiskivinnan gongur væl í løtuni, vit fáa enn tann regluliga stuðulin úr danska landskassanum, so hesum viðvíkjandi gongur væl!?

Men vælferðin og trivnaðurin hjá føroyingum hongur ikki bert í hesum tráðnum!

Inntøkugrundarlagið er ivaleyst væl betri í londunum rundan um okkum, og tilboðini hjá okkara útbúna ungdómi eru ivaleyst nógv meiri gevandi lønarliga.

Eftir mínari hugsan eiga føroyskir politikarar at vísa, at teir gera »rímiligar« fortreytir fyri, at útbúgvið fólk kemur aftur til landið eftir lokna útbúgving uttanlands.

Í løtuni hava vit tvey ítøkilig øki, har tað haltar.

Annað er, at tvey kend stór donsk byggifeløg í hesum døgum undirbjóða tilboð upp á anlegsarbeiði í Føroyum, soleiðis at tey fáu føroysku byggifeløgini, ið eftir eru, ikki hava møguleika at vera við og tí verða jarðað við fremmandum kapitali! Er henda vinna nakað at bjóða skúlaðum ungdómi at koma aftur til?

Hitt ítøkiliga dømið er, at landsstýrið, eftir góðkenning løgtingsins, hevur í umbúna at lata byggja tvey skip, annað eitt vaktarskip og hitt ein ferja.

Roknað varð upprunaliga við, at umstøður bert vóru til at byggja annað skipið í Føroyum, og var tí hóskandi, at tað var sandoyarferjan. Hetta var orsakað av, at bæði skuldu byggjast um nærum somu tíð.

Avgjørt er, at vaktarskipið skal byggjast í Noregi, men nú stendur stríðið um at lata ferjuna byggja í Føroyum.

Her er tað, at reaktiónin hjá Høgna Hoydal, bæði við yvirlýsingum frá Tjóðveldisflokkinum og í skrivi í bløðunum, gevur mær ta fatan, at flokkurin ikki, við

teirri grundleggjandi fatan, ið eg leggi til grund fyri at vilja liva í Føroyum, er innstillaður uppá, at nakar býr í Føroyum við okkara avmarkaðu møguleikum ella av »praktiskum« orsøkum.

Skulu vit megna at stýra landinum eftir egnum fortreytum, og skulu vit, tá atkvøðast skal um broytingar, fáa borgarar landsins at taka undir við hesum, so hjálpa hvørki tjóðskaparlig ella taktisk rakstrarróp. Tað tænir ongum veruligum endamáli í sjálvum sær at undirgrava Fólkaflokkin ella at heingja Finnboga Arge út í ferjumálinum. Hann eigur ikki at verða gjørdur til martyr í hesum parti av vinnulívspolitikki okkara, tí yvirorðnaði politikkurin hevur hægri mál!

Ætlanin um at broyta uppskotið við sandoyarferjuni eigur ikki at koma upp á tal, men eigur landsstýrið við góðkenning løgtingsins (fíggjarnevndarinnar) at byggja ferjuna í Føroyum, um hetta gerst innan fyri rímiligan meirkostnað!

Tey tøl, vit higartil kenna, eiga ikki at ræða nakran. Her er talan um ein rímiligan kostnað fyri at liva í Føroyum!


Eyðun Viderø