Club 20 spennir seg út

Kappingin um ungdómin í høvuðsstaðnum økist alsamt, og størsti náttklubbin í Havn, Club 20, er í løtuni í holt við eina stóra umvæling

Stór kapping er millum tey ymsu dansistøðini í Havn fyri at fáa ungdómin til at koma á vitjan. Eitt tað elsta og best umtókta dansistaðið er Club 20, sum heldur til í leigaðum hølum í Havnar Klubba. Club 20 hevur yvir tíggju ár á baki, og aldurin er farin at síggjast á hølunum, og hetta roynir leiðslan nú at bøta um.


Fáa størri gólvvídd

Innan fyri teir næstu dagarnar fara hølini hjá Club 20 at fáa eina størri broyting. Stóru hurðarnar, sum venda út í klubbagarðin, vera tiknar niður, og nýggjar vera settar upp ájavnt við betongmúrin hjá Havnar Klubba. Tað merkir, at skotið inn til gomlu hurðarnar fer vekk, og nú verður so ikki møguleiki fyri at standa undir taki uttan fyri Club 20 og bíðar eftir onkrum av vinfólkunum. Toni Dam, stjóri í Club 20, sigur við Yngd, at flytingin av hurðunum fer at føra við sær, at gólvvíddin hjá Club 20 verður økt við umleið 20 fermetrum. Hetta ljóðar ikki av nógvum, men tað ger sanniliga mun hjá einum ølklubba, sum hevur fult hús so at siga hvørt leygarkvøld. Økta gólvvíddin fer helst at føra við sær, at mest loyvda fólkatal í Club 20, sum í løtuni er 340 fólk, fer at vaksa eitt lítið sindur, men hvussu nógv, er enn ógreitt.

Aðrar umvælingar eru eisini longu gjørdar í hølunum hjá ølklubbanum, og millum annað er ein nýggj barr komin í niðaru hæddini. Hetta hevur verið umrøtt í Sosialinum fyrr í vár.


Til Íslands at leita eftir hugskotum

Komandi vikuskifti fara umboð fyri Club 20 til Íslands, har teir fara at leita sær íblástur til, hvussu kafein í niðaru hæddini skal innrættast. Ætlanin er, at kafein skal hava eitt heilt nýtt snið, og leiðslan í Club 20 sigur, at íslendingar eru ógvuliga frammalaga innan hetta øki, og tí verður farið til Reykjavíkar at hyggja seg um. Meðan umboðini eru í Íslandi, verður farið inn á kafeir, dansistovur, diskotek og líknandi, har hugsast kann, at man kann fáa íblástur. Arbeiði við at umvæla niðaru hæddina í Club 20 hevur skund, sigur Toni Dam og leggur aftrat, at vónandi vera hølini liðug um hálvan juni, tá ið ferðafólkini av álvara fara at koma.

Ætlanin er eisini, at aðrir partar av Club 20 skulu umvælast, og serliga toiletviðurskiftini standa ovarlaga á listanum yvir økir, sum krevja ábøtur.


Stórur áhugi fyri búmerkjakappingini

Herfyri var kunngjørt í bløðunum, at Club 20 skipaði fyri búmerkjakapping. Eisini var kapping um nýtt navn, og herfyri var freistin fyri at lata inn uppskot úti. Toni Dam sigur, at áhugin fyri kappingini hevur verið ovurhonds stórur, og útvið 120 uppskot eru komin inn til kappingina. Ein stórur partur av uppskotunum er sera snotiligur, og tað verður ringt at taka dagar ímillum, sigur Toni.

Trý tey bestu uppskotini í búmerkjakappingini vera heiðrað við virðislønum, og vinningurin er bæði reiður peningur, umframt ókeypis atgongd í Club 20 í eitt ávíst tíðarskeið. Tað vera starvsfólkini í Club 20, sum skulu finna fram til vinnararnar, og Toni sigur, at starvsfólkið í náttklubbanum eru sera spent til hetta.


Nógv atkvøða um strippara

Á heimasíðuni hjá Club 20,. www.club20.fo, er nógv forvitnisligt at síggja. Siðvenja hevur verið í náttklubbanum, at striptease er á ólavsøku, og í so máta verður ólavsøkan í ár einki undantak. Í hesum sambandi hevur Club 20 eina atkvøðugreiðslu á heimasíðuni, har tað ber til at velja ímillum fleiri kvinnuligar stripparar. Tann av hesum, sum fær flest atkvøður, verður so tann, ið kemur hagar at vísa seg fram í Club 20 um ólavsøkuna. Undirtøkan til hesa atkvøðugreiðlsu hevur sanniligani eisini verið góð, og í seinasta mánað vóru ikki færri enn útvið 1.500 fólk inni á heimasíðuni og atkvøddu.

Eitt, sum leiðslan í Club 20 ætlar at gera meira við, er at hava sokallaði temakvøld. Nakað síðani var til dømis skipað fyri einum 70?ara kvøldi við tónleiki og pynti frá teirri tíðini, og týskvøldið var til dømis skipað fyri einum Harley Davidson kvøldi í sambandi við, at Harley Davidson áhugaði hittast í Føroyum í hesum døgum. Slík kvøld skulu helst gerast eitt afturvendandi tiltak, sigur Toni Dam, stjóri í Club 20.

Einki er so at ivast í, at tað verður spennandi at síggja, hvussu nýggja sniðið hjá Club 20 fer at vera, tí tað er neyvan nakað dulsmál, at hølini í longri tíð hava trongt til stórar ábøtur, og viðskiftafólkini fara uttan iva at taka væl ímóti broytingunum, sum koma at vera.