Kenda røddin á Sonna Smith hevur seinastu dagarnar ljóðað úr útvarpslurtinum av nýggju útvarpsrásini Atlantic Radio.
- Eg vendi mær sjálvur til Atlantic Radio og spurdi, um tey vóru áhugað í at hava tíðindi. Tað vóru tey, og uppgávan hjá mær verður so at leggja teimum lag á viðvíkjandi tíðindum. Eg eri noyddur at byrja heilt frá botni av, tí her er einki keldutilfar av nøkrum slag. Í byrjanini brúki eg internetið og tekst-sjónvarp til at útvega tíðindi, men vit fara helst at fáa tíðindi av tíðindastovuni Ritzau eisini, sigur Sonni Smith.
Tíðindasendingarnar hjá Sonna eru stuttar, uml. 5 minuttir, í løtuni kl. 12.00 og kl. 18.00 hvønn dag. Ætlanin er at víðka hesa skránna, men tað verður ikki fyrr enn fleiri fólk verða sett.
Ikki í fasta legu enn
Enn er nógv í hálvum gekki í Atlantic Radio. Spontaniteturin ræður, og fólk við ongum viðkomandi royndum koma inn av gøtuni beint fram at mikrofonini.
- Av royndum veit eg, hvussu ein arbeiðir við tíðindum, men hetta er kortini væl øðrvísi, tí einki er planlagt. Hetta er reint pionerarbeiði, og eg kenni meg eitt sindur einsamallur. Dagarnir eru langir og strævnir, men mær dámar kortini væl.
Atlantic Radio hevur sum skilst nógvar lurtarar longu, serliga ungfólk. Og vit taka helst ikki munnin ov fullan við at siga, at sendingarnar yvirhøvur eru lættar og óseriøsar. Nógv fólk eru knýtt at støðini, men bert trý fólk fáa fasta løn.
- Ætlanin er eisini at gera seriøsar sendingar, soleiðis at rásin eisini verður fyri tilkomin fólk. Tíðindini, ið verða send, eru ikki bert fyri ungfólk. Atlantic Radio hevði upprunaliga ætlað at miða eftir at hava positiv tíðindi, men eg havi sannført eigararnar um, at uttan mun til, á hvørjari tíðindastovu, tú leitar eftir tíðindum, eru fá positiv tíðindi. Eg skilji væl, at fólk kunnu verða deprimerað av at bara hoyra tíðindi um dráp, kríggj og neyð, men verðin er rá. Eg royni so at gera tíðindini øðrvísi við at seta tey upp ímóti hvør øðrum, sigur Sonni Smith.
Sonni Smith var útbúgvin journalistur í februar í 1977. Hann var starvsnæmingur í danska útvarpinum og sjónvarpinum í hálvt annað ár. Til í fjør summar arbeiddi hann í Útvarpi Føroya sum programmedarbeiðari, undantikið tvey ár, tá ið hann arbeiddi í lýsingarvinnuni, og 1995-96, tá ið hann hevði farloyvi úr Útvarpinum.










