tað var Reynagarð Tá so ferian var....leiðin til Leirvíkar bar Á tey minnir ið vit hava har Tað kanska eingin annar sær Har vit settust á abbasa lær Vit so fegin takka Nú barnaárini fækka Og tú um tey [...] tey sjeyti fer Mamma tillukku vit ynskja tær her Hendan heilsan frá øllum børnunum er Kærastu heilsanir Òløf, Oskar, Jónbert, Bergtóra, Bjørk og Anna Petra
. Hettar er ikki skrivað ímóti Tjóðpalli Føroya. Bert ein heilsan, áðrenn málið fer heilt av sporinum. Vit sóu mentamálaráðharran hyggja upp á umstøðurnar hjá Leikpalli Føroya – og tær eru avgjørt ikki [...] – og hava skeið á hvørjum ári – upp til fleiri, fyri at gera okkum dugnaligari. Seinasta vikuskiftið varð skipað fyri scenugrafiskeiði – um tað at smíða og gera pall til sjónleik – á Viðareiði, har eini [...] Tjóðpallurin var settur á stovn, eru vit bert gjørd minni og minni. Ikki tí at tey eru ov stór – men tað verður ikki virðismett, tað arbeiði, ið áhugaleikarar gera. Og sum ein tók til á seinasta aðalfundi hjá
vitjaði javnan í svimjihøllini og vildi gjarna halda seg í form, nú arbeiðsorkan gekk undan. Men tá heilsan ikki fær fylgt við, ber einki til. Virkin var Bjarni eisini uttan fyri handverkarafyritøkuna í d [...] tá hann hevði átikið sær eina arbeiðsuppgávu. Hann var neyvur innan sítt fak og fekk eisini av og á positiva tilnevnið Millimetur Bjarni. Tað prógvar ikki so lítið um henda merkismann. Varð fuskað við [...] byggimeistara. Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir Bjarna Olsen, ættaður av Válinum, ið andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 2. mars, 73 ára gamal. Kenningar
og búsettist á Glyvrum. Kongshavnar kvinnufelag 6. november 1957 stovnaði Elsa Sanna, saman við øðrum kvinnum Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum. Endamálið var fyrst og fremst at hjálpa til á tí sosiala økinum [...] tær komu á eitt kvinnuheim. Útstoyttar og uttan samband við børn síni. Hin framsýningin í Norðurlandahúsinum var til heiðurs fyri seks føroyskar undangongukvinnur. Pallborðsfundur um fosturtøku Á skránni [...] um fosturtøku, og at hon tískil ikki fór at nýta Bíbliuni at kjakast út frá. Eisini vísti hon á, at munur er á, at vera ímóti fosturtøku, og at vera fyri fríari fosturtøku í samfelagnum. Durita Tausen luttók
hann sat og telvaði á gøtuni, tí hann var rýmdur úr sjúkrahúsinum, har hann síðan varð tvingsilsinnlagdur. Lummaroknarin Tal telvaði einaferð ein simultan dyst í Zurich. Tal vísti á eina støðu, har mót [...] at halda skil á teimum fløktu støðunum, ið Tal dróg teir út í, og sostatt taptu teir talvið. Tal fekk talv at líkjast einum listaverki av sálarligari krígsførslu. Heimsmeistari Hóast heilsan ikki var serliga [...] hansara aloftast rættar. Tal telvaði á hægsta stigi heilt til sínar seinastu dagar. Í 1992 vann hann eitt kviktalv móti sjálvum Kasparov, men varð síðan lagdur inn á sjúkrahús og doyði fáar dagar seinni
Nancy, Birthe og trimum ungum gentum í starvi. Á vøggustovuni vóru tá 22 børn. Í 1972 flutti vøggustovan niðan á Lützenstrøð og húsaðist har, til Vøggustovan á Konmansmýru lat upp 1. mars 1983. Longu tá Nancy [...] og stovnurin á Konmansmýru varð bygdur. Barnagarðurin á Konmansmýru byrjaði sítt virksemi 1. juni í 1983 og 8 børn úr vøggustovuni byrjaðu í barnagarði 1. juli hetta árið. Starvsfólkini á stovninum hava [...] og royndum, ið er á staðnum. Tá hugt verður í “svørtubók” síggja vit at 867 børn hava verið innskrivað í Vøggustovuna frá byrjanini í 1965. Fleiri “børn” hava verið og eru enn foreldur á stovninum, og tað
m, var talan á fundinum um eina formansfrágreiðing, sum í stóran mun var eitt aftursvar til tað, sum mótkandidaturin hevði ført fram. Soleiðis er ikki óhugsandi, at Óli ta ferðina vann á seinasta ivanum [...] tølini í roknskapinum høvdu sína ávirkan, tá seinastu krossarnir skuldu setast á atkvøðuseðilin. Eitt er, at FSF-hallið á 2,2 milliónir krónur hevði sínar orsøkir. Annað var, at tað gekst illa at svara [...] Enghamar, sum bjóðaði av fyri tveimum árum síðani, løgdu dent á, tá úrslitið av seinnu atkvøðugreiðsluni var greitt. Báðir løgdu teir dent á, at hóast teir høvdu bjóðað av – og tapt – so hevði teirra avbjóðing
og at menna føroyingar málsliga, er tørvurin á orðabókum. Og tí kunnu vit undrast á, at vit ikki fyrr eru komin longri á hesi leiðini. Tí í kjalarvørrinum á orðabókum kemur tað tilfar – skúlabøkur o.a. [...] verki – samtykt á tingi, sum ljóðaði soleiðis: “Heitt verður á landsstýrið um at fara undir at fyrireika orðabókaútgávu úr og í fremmand mál og at seta neyðugan pening av til endamálið á fíggjarlógini” [...] rættiliga stórum meiriluta, og játtan kom eisini á fíggjarlógina – eg hugsi, tað var, meðan Bjarni Djurholm tvey ár seinni var formaður í fíggjarnevndini, og Signar á Brúnni var landsstýrismaður. Tá ið Tórbjørn
Vági. Foreldrini vóru Edmund Joensen og Oliva Joensen. Bjarma búði øll síni barnaár í Vági, men flutti á ungum árum til Havnar, og byrjaði at arbeiða. Væl hevur hon trivist, tí hon hevur búð í Havn síðan tá [...] at elsti sonurin, Virgar, fylti 30 ár tann 26. februar 2008, og vilja vit eisini senda honum eina heilsan og ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum. Saman halda Bjarma og Virgar føðingardagarnir við
í dag hevur sent nýggja sjálvstøðuga statinum Kosovo eina heilsan. Heilsanin er sjálvandi send á enskum, men ljóðar leystliga umsett soleiðis á føroyskum: »Harra forseti Vegna føroyska landsstýrið er tað