Hann var meint raktur av ringari sjúku, og har varð eingin bøn. Hann mátti leggja árarnar inn. Í Havnar kirkju átti Bjarni nógv arbeiðsár. Tað skuldu ábøtur gerast við serligum handalagi og góðum samskifti við serkøn fólk. Hetta var tíðarkrevjandi arbeiði, har vandaliga skuldi farast um hvørt sprek og hvørja fjøl. Bjarni Olsen gjørdi tað til lítar. Tað sermerkti altíð henda blídliga norðstreymoyingin, at arbeiðið skuldi vera væl frágingið.
Tað var sum um, at hann var frískur og ferðugur fyri ikki so langari tíð síðani. Hann vitjaði javnan í svimjihøllini og vildi gjarna halda seg í form, nú arbeiðsorkan gekk undan. Men tá heilsan ikki fær fylgt við, ber einki til. Virkin var Bjarni eisini uttan fyri handverkarafyritøkuna í dansifelagi her í Havn. Tað var sera hugtakandi við so góðum sangi inni í kirkjuni, har góðar røddir frammi í kór bóru løtuni uppi. Ein virðilig fráfaringarløta, sum Bjarni Olsen fekk. Sjálvandi dugdi dómpróstur at lýsa mannin, ið stóð undir børu. Hann hevði í útvið 5 ár virkað innan hesar søguligu veggir partar av árinum.
Bjarni borgaði fyri góðsku, tá hann hevði átikið sær eina arbeiðsuppgávu. Hann var neyvur innan sítt fak og fekk eisini av og á positiva tilnevnið Millimetur Bjarni. Tað prógvar ikki so lítið um henda merkismann. Varð fuskað við arbeiðsuppgávunum, hevndi tað seg bara aftur í endaliga úrslitinum. Ikki av størstu monnum, men smidligur og lættur, og sum navnin hjá tær, Bjarni Bæk tók til: tú vart so rúmligur.
Bjarni Olsen var ein av teimum markantu byggimeistarunum, ið stóð ógvuliga frammalaga, tá Føroya Handilsskúli varð bygdir, Útvarpshúsið og Norðurlandahúsið, - hetta var tíðliga í ´80unum. Barnagarðinum hjá nonnunum stóð hann eisini fyri mitt í ´60unum. Snøgg sethús eru eisini runt um í Havnini, ið standa sum varðar um ein dúgligan hondverkara og byggimeistara.
Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir Bjarna Olsen, ættaður av Válinum, ið andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 2. mars, 73 ára gamal.
Kenningar