Ólavur Simonsen
Mikhail Tal varð føddur í Riga, Letlandi í 1936. Tal lærdi at lesa longu sum 3 ára gamal og byrjaði skúlan í triðja flokki, tó at hann heldur vildi sleppa í fjórða flokk beinanvegin. Tal bleiv skjótt bitin av talvi og telvaði allastaðni, har hann kundi.
Stórsti parturin av lívi hansara var merktur av sjúku og vánaligari heilsu. Hann varð sera ofta lagdur undir skurð fyri vánalig nýrir. Hóast nógvar skurðviðgerðir, tosaði hann vanliga um talv, til hann sovnaði av doyvingin. Hann var eisini handtikin, meðan hann sat og telvaði á gøtuni, tí hann var rýmdur úr sjúkrahúsinum, har hann síðan varð tvingsilsinnlagdur.
Lummaroknarin
Tal telvaði einaferð ein simultan dyst í Zurich. Tal vísti á eina støðu, har mótstøðumaðurin hevði ein møguleika, sum mótstøðumaðurin hevði yvirsæð. Tað førdi so víðari til eina vedding, har Tal veddaði, at hann kláraði at skriva øll 30 talvini niður frá byrjan til enda uttan at hyggja eftir borðinum aftur. Tá Tal hevði gjørt hetta, fekk hann sítt fyrsta eyknevni, sum var:”Lummaroknarin”, tí hann vann veddingina.
Gandakallurin
Tal var kendur undir nøvnunum: Trøllmaðurin, Lummaroknarin og Gandakallurin úr Riga. Hann kundi skapað tær mest ótrúligu kombinatiónirnar úr mest óvæntaðu støðunum.
Atfinnarir søgdu ofta, at stílur hansara var ókorrektur ella skeivur, tí eftir at teir høvdu greinað støðurnar hjá honum yvir longri tíð, funnu teir leikir, sum góvu mótstøðumonnum hansara avgerandi fyrimun. Tal segði sjálvur, at hóast mótstøðumenninir funnu feilir fleiri mánaðar seinni, so telvaði hann rætt. Tað grundaði hann á, at tá teir ikki kundu finna skeivu leikirnar við talvborðið innan teir tveir tímarnar, sum teir høvdu at hugsa í, nyttaði tað lítið at koma aftur eftir so langa tíð og siga, hvørjir røttu leikirnir vóru. Tað var sera vanligt, at mótstøðumenninir komu í øgiliga tíðarneyð, tí teir ikki megnaðu at halda skil á teimum fløktu støðunum, ið Tal dróg teir út í, og sostatt taptu teir talvið. Tal fekk talv at líkjast einum listaverki av sálarligari krígsførslu.
Heimsmeistari
Hóast heilsan ikki var serliga góð, vann Tal á Mikhail Botvinnik í 1960 bert 23 ára gamal, og soleiðis gjørdist hann yngsti heimsmeistarin nakrantíð.
Tal varð mettur at vera stórsta álopsflogvitið nakrantíð. Hóast tøður hansara ofta kundu líkjast einum grótbroti, vóru støðumetingar hansara aloftast rættar.
Tal telvaði á hægsta stigi heilt til sínar seinastu dagar. Í 1992 vann hann eitt kviktalv móti sjálvum Kasparov, men varð síðan lagdur inn á sjúkrahús og doyði fáar dagar seinni.
Hann var ein av fáum, ið gjørdist stórmeistari, áðrenn hann gjørdist altjóðameistari.