Og beinanvegin. Hettar er ikki skrivað ímóti Tjóðpalli Føroya. Bert ein heilsan, áðrenn málið fer heilt av sporinum.
Vit sóu mentamálaráðharran hyggja upp á umstøðurnar hjá Leikpalli Føroya – og tær eru avgjørt ikki góðar. Man kann næstan siga, at tað var skomm at síggja, hvussu vánaligt tað er.
Men eg vil tó líka minna á, at sjónleikur í Føroyum er ikki bara Tjóðpallurin – hóast hann – og eigur – telur nógv.
Uttan at reypa, so haldi eg, at eg havi skil fyri hesum. Havi verið við síðan 1979 – fyrst í MáF – 15 ár í Leikpalli Føroya – og nú aftur í MáF.
Og tað er so, at áhugaleikur er púrasta burturgloymdur hesi seinastu árini.
Stuðulin hevur tey seinastu árini verið 750.000 krónur. Og har vísir tað seg, at hann verður standandi.
Men tær krónurnar “minka” fyri hvørt ár – tí alt verður dýrari og dýrari.
Fyri tær fáu krónur, ið vit fáa, royna vit at veita stuðul til áhugafeløgni – og hava skeið á hvørjum ári – upp til fleiri, fyri at gera okkum dugnaligari.
Seinasta vikuskiftið varð skipað fyri scenugrafiskeiði – um tað at smíða og gera pall til sjónleik – á Viðareiði, har eini 15-20 fólk luttóku. Vit høvdu danskan lærara – og spyr tey, ið luttóku, hvussu væleydnað tað var – og hvussu nógv tey lærdu.
Í døgunum 30. apríl – 4. mei verður skipað fyri Leiklistarskúla á Føroya Fólkaháskúla, har undirvíst verður í Leiklist (15 fólk), leikstjórn (9 fólk) og At skriva til pall (7 fólk).
Sum lærarar verða tríggjar navnframir – og dugnaligir íslendarar.
Men ikki tykkum at siga. Tað kostar.
Vit prioritera tað høgt, at vit gerast betur og betur – og tað er eitt fantastiskt sjálvboðið arbeiði, ið liggur aftan fyri hvørt einasta projekt, ið áhugaleikarar skipa fyri.
Eisini “satsa” vit uppá, at vit fáa føroysk leikrit, ið er ein “mangulvøra”.
Vit ynskja ikki, at taka frá nøkrum – men bert, at vit eisini kunnu “liva” .
Eg var ein av teimum, ið arbeitti fram í móti at fáa Tjóðpall Føroya settan á stovn. Bæði sum nevndarlimur í MáF og sum nevndarlimur í Leikpalli Føroya – og nú aftur í MáF, tilsaman nú í 29 ár.
Men eg má siga sum er. Eg eri ógvuliga skuffaður.
Tí síðan Tjóðpallurin var settur á stovn, eru vit bert gjørd minni og minni. Ikki tí at tey eru ov stór – men tað verður ikki virðismett, tað arbeiði, ið áhugaleikarar gera.
Og sum ein tók til á seinasta aðalfundi hjá MáF. Ongin byrjar sína sjónleikarakarrieru á Tjóðpallinum. Tað verður byrjað úti í áhugafeløgunum.
Øll, ið eru í Tjóðpallinum í dag og tey sum hava verið har – frá stjóra til leikarar – eru byrjaði í einum áhugafelagi.
Og verður áhugaleikurin ikki lív lagað, doyr allur sjónelikur í Føroyum.
Og tað var væl ikki meiningin?
PS: Nær verður Leiklistarráðið mannað av nýggjum?? So vítt eg veit, átti tað at verið gjørt fyri langari tíð síðan.