sjálvum, men er harafturímóti skjótur at geva ferðafeløgum sínum góð skotsmál. Og so liggur sera væl fyri hjá honum at greiða frá. Men hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hann hevur m. a. fylgt leiðini [...] Hini lesandi høvdu summarfrí, men vit skuldu arbeiða. ? Men eg tosaði við professaran og skjeyt upp fyri honum, at eg fylgdi rutini hjá Marco Polo. Og so løgið tað ljóðar segði hann ja. Á tann hátt fekk [...] skrivað nógvar bøkur og gjørt eitt stórt granskingararbeiði í nøkur ár eftir hetta. ? Bøkurnar vóru fyri tað mesta um kanningarferðir, og eg gjørdi nakrar smærri kanningarferðir sjálvur. Men tað var ikki
hevur staðið fyri arbeiðnum. Í gjár varð skipanin handað peningastovnunum, og mánadagin verður møguligt hjá almenninginum at brúka skipanina. Í sambandi við handanina skipaði Elektron fyri tíðindafundi [...] bæði í Føroyum og í Danmark. Tað vil siga, at harrin í húsinum ikki nýtist at fara í bankan fyri at gjalda fyri blómurnar, hann keypti konuni. Hann kann gera flytingina úr stovuni hjá sær sjálvum, um hann [...] nýggja skipan kann fara at verða góður vinningur fyri vinnukundarnar hjá bankunum. Hóast tað verður arbeitt uppá skipanina enn, eitt nú við at geva møguleika fyri hópflytingum, so er longu nú ymiskt í skipanini
tveimum sterkum kvinnum, og hann følir seg enn veikari og meira ivasaman enn áður. Elsba roynir at vissa hann um, at trupulleikarnir hjá honum hava einki upp á seg, men fyri Tórmann er tað lítil uggi í hesum [...] handlinum hjá Bakka-Hanusi, sum er um at fara á heysin. Søgan leggur fyri út á kvøldið heima hjá tí ógiftu seymikonuni Elsbu, sum dagin fyri hevur hildið 30 ára føðingardag. Vinkonurnar argaðu hana við, at [...] at missa hann. Og hvørjar áneyðir havi eg at hugsa um hinar? Nær hevur nakað konufólk havt seg til viks fyri mína skuld? Aldri!«. Eitt sindur seinni er niðurstøðan tann sama: »Hon skuldi hava hann, magnaði
Halla setti seg niður, kom apan og klatraði upp á hana, og vildi ikki flyta seg aftur. Hon legði seg so long sum hon var í fangið, og hevði tað so himmalskt. Halla fekk til seinast reist seg upp, og láturin [...] starvast. Fyri einaferð skuld høvdu vit eydnuna við okkum, og tey vóru ikki bara blíð og týð; nei, tey tvíhildu um, at vit skuldu koma og búgva í gestahúsi teirra. Hetta vóru vit sera takksom fyri, tí vit [...] Jústines tó fyri; John fekk buksur, skógvar og slips - hann passaði í hvussu so er slipsið! - og Halla ein rættan ballkjóla. Vit máttu tó heilt til arbeiðsgevaran hjá maid?ini, ið búði við síðuna av, fyri at læna
føroyskan tónleik. Tá vit hugsa um, at fyri bert 25 árum síðan var føroyskur »instrumentaltónleikur« eitt nærum ókent fyribrigdi, so átti hetta í veruleikanum ikki at latið seg gjørt. Várframsýningin er nýggj [...] Føroysk Myndlistafólk skipar fyri sýningini, og ein dómsnevnd hevur ta nógv umrøddu uppgávu at velja og vraka - »innanøring« er sjálvandi ein vandi, men hesum verður byrgt upp fyri við tíðum at skifta limirnar [...] fleiri ár lagt nógva orku í at frambera tey mongu nýggju verkini. Hetta hevur havt alstóran týdning fyri menningina av hesi ungu listagrein. Í 1996 settu nakrir av hesum tónleikarum á stovn ein tónleikarabólk
útlendskum oljufeløgum einans fatast sum annaðhvørt vitleyst skemt ella sum óneyðug forðing og loysigjald fyri útvinning av kolvetni. Í báðum førum verður løgtingið og Føroyar mett ótilrokniligar. Broytingin um [...] krevja. Men tað, sum kanska verri er, er, at løgtingið ætlar eina almenna oljuvinnu á sama hátt sum fyri alivinnuna fyrst í áttati-árunum. Tað skuldi verið óneyðugt at mint á, at tað tók alivinnuni 10-15 [...] føroyskum myndugleikum at samráðast við útlendskar fyritøkur - uttan uppá hvamsvís. At rætta bakara fyri smið Men kanska er tað ikki kolvetnislógina, ið løgtingið hevur viðgjørt. Mangt bendir á, at tað
fólkating við gyltum lyftum um, at hann skuldi ikki leggja seg út í danskan politikk. Men onki annað føroyskt fólkatingsumboð hevur nakrantíð lagt seg út í donsk innanríkis viðurskifti sum júst Óli Breckmann [...] meiriluti helt í 1946, kunnu vit eins væl spyrja hvat ein meiriluti helt fyri 100 ella 200 árum síðani. Ella á døgum Sigmundar fyri umleið 1000 árum síðani. Í spentu støðuni, sum valdaði millum ríkispartarnar [...] fólkatingi borgar fyri eini nýtiligari og skilagóðari loysn í spurningum um ríkisrættarligu støðuna í framtíðini. Tí fara vit manssterk á val mikudagin 11. mars og greiða atkvøðu fyri javnaðarlistanum ella
fyritreytir kunnu skapast fyri, at føroysk fiskivinna kemur víðari enn í dag. Fyri nøkrum árum síðani var skipað fyri einum almennum fiskivinnudegi. Mælt verður til, at skipan verður fyri einum líknandi tiltaki [...] Michelsen endurgivin fyri at siga, at øll umboðini á fundinum við Fiskimálastýrið settu seg ímóti ætlanini um at niðurleggja íløgustuðulsskipanina. Hetta er ikki rætt. Sum umboð fyri Felagið Rækjuskip, bleiv [...] 98 vóru umboð fyri alla fiskivinnuna o.fl. bodnir til fundar í landsstýrinum, at fáa eina frágreiðing frá Fiskimálastýrinum um, hvørjar politisku og umsitingarligu ætlaninar vóru fyri framtíðar stuðu
bera seg og tí møguliga verða seld, um ikki ein lagaligari skipan viðvíkjandi íløgustuðlinum verður vald í staðin. Út frá teimum upplýsingum vit hava, fer hetta at hava vanlukkuligar avleiðingar fyri Vestmanna [...] Vestmanna bygd, tá skip okkara verða so illa fyri, at tey fara av knóranum, og møguliga verða seld av bygdini. Heitt verður tí á landsstýrismannin um at fáa í lag eina skipan, sum skipaeigararnir hava skotið
íløgustuðulin av fyrst í mars. Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, hevur mangan gjørt seg til talsmann fyri ávísum stuðuli til fiskivinnuna um tað kundi skapa arbeiðspláss, og sum fakfelagsmaður hevur [...] tað fer at føra til, at nógv av teimum nýggjaru skipunum fara á húsagang við álvarsligum avleiðingum fyri nógv fólk, sum missa arbeiðið, báði sjómenn, og fiskafólk á landi. M.a. fer tað at kosta væl yvir [...] í eini politiskari samgongu og er tí eisini skyldur tann vegin. Og Óli Jacobsen er ikki so heitur fyri at siga ov nógv um málið nú, meðan tað er til politiska viðgerð. Men hann sigur, at hansara sjónarmið