Í gjár, sunnudagin 24. november, vóru tað seksti ár síðani, at Anna á Torkilsheyggi á Nesi varð borin í heim. Føðingardagin vóru hon og maðurin langt av landi skotin. Anna er ættað úr Runavík. Foreldrini [...] sera væl at leggja tær fram. Nógvu tey seinastu árini hevur heimið verið á Nesi, har tey búgva í barnaheiminum hjá manninum á Torkilsheyggi. Anna og Símun Pætur eiga tríggjar dreingir – Rói, Kári [...] búgva í Keypmannahavn, Bodil og Levi búgva í Aarhus, og Hervør og Kári hava fyri stuttum keypt hús á Toftum. Anna eigur tíggju ommubørn – fimm gentur og fimm dreingir. Hjartaliga til lukku við føðingardegnum
- Soleiðis verður atkomuvegurin til ídnaðarøkið á Rætt eisini betri. Nes kommuna veit at siga, at seks fyritøkur vórðu bodnar at koma við tilboði upp á arbeiðið, og helvtin av hesum lótu inn tilboð. - [...] Entreprenørar, sum vilja gera arbeiðið fyri 2.694.469 krónur, kom tilboð frá RTS Contractors, ið ljóðar upp á 3.618.180, og J&K Petersen, sum bjóðar seg at gera verkætlanina fyri 4.091.152 krónur.
vøllin og á vøllinum. Illsintur unglingi Fróði er uppvaksin á Nesi og á Toftum. Fyrstu fótbóltsminnini eru ikki skipaðar venjingar á FIFA góðkendum vøllum, men heldur millum húsaveggir, snórar og á parker [...] Benjaminsen kom á fyrsta sinni á landsliðið í 1999. Tað var eftir at landsliðið hevði spælt móti einum úrvaldslandsliðið. Hesum var Fróði á og teir vunnu á a-landsliðnum. Fróði situr á bonkinum, tá Føroyar [...] num. Tað hevur tó eydnast at fáa fatur á stríðsmanninum í samband við, at hann á fjórða sinni er valdur til ársins spælara í føroyskum fótbólti. Tað er tíðliga á degnum, men Fróði er í góðum lag. Tað er
Týskvøldið 19. november klokkan 19 verður fyrilestur á Bókasavninum í Nes kommunu, har Livar Nysted fer at greiða frá sínum ferðum um heimshøvini. - Livar er ikki hvør sum helst og er serliga kendur sum [...] havrógvari. Hann setur sær stór mál og fyrireikar seg sera væl og miðvíst. Bókasavnið í Nes kommunu vísir á, at í ár hevur Livar Nysted verið við til at sett fleiri heimsmet. - Livar er tann fyrsti, sum hevur [...] kendur frá rógvingini, er Livar eisini kendur sum listamálari, har havið er mest brúkta myndaevni. Á kvøldinum í Bókasavninum í Nes kommunu bjóða tey eisini kaffi eftir fyrilesturin. Tiltakið er ókeypis
B68 hevur í kvøld sett navn á nýggju venjararnar felagnum. Talan er um tveir kendar mans á Toftum. Jógvan Martin Olsen og Øssur Hansen standa á odda fyri besta liðnum, umframt at taka sær av allari venjing [...] sera fegið um, at hava fingið gjørt avtalu við júst teir báðar. Vit meta at felagið hevur fingið fatur á tveimum venjarum, ið hava sera góðar førleikar til at menna alt felagið í framtíðini. Báðir hava nógvar
Trý skip landaðu á Toftum mánadagin. Tað var Landingarmiðstøðin við Toftagjógv, sum landaði skipini. Niclas Davidsen, landingarformaður, sigur, at línuskipið Sigmundur, sum henda túrin royndi undir Føroyum [...] garnaskipið Oknin hevði góð 33.000 pund av svartkalva. Niclas Davidsen væntar ikki fleiri landingar á Toftum hesa vikuna, men tíðliga í næstu viku koma línuskipini Vesturhavið og Kambur væntandi inn at landa
teimum trimum kommununum á Skálafjørðinum eru umleið tær somu, sum tær vóru í fjør. Í Nes kommunu og Runavíkar kommunu eru inntøkurnar eitt lítið sindur hægri, enn tær vóru í fjør, og á Strondum eru tær eitt [...] skattainntøkan hjá Nes kommunu var lægri enn sama tíðarskeið í fjør. Oktober mánaði var so mikið góður á Toftum, at nú er tað, sum sá út til at verða minni inntøka, vunnið innaftur. Skattainntøkan hjá Nes kommunu [...] 956.923 krónur í fyribils kommunuskatti í kassan á Strondum. Tað er 22.083 krónur ella 0,11 prosent minni enn sama tíðarskeið í fjør. Í øllum kommununum á Skálafjørðinum er skattaprosentið tað sama, sum
Sandavági vann á fyrsta borði við hvíta fólkinum á Ólavi Simonsen, meðan KTF vann hini trý talvini og harvið dystin 3-1. Tað hoyrir við til søguna, at í dag var Carl Eli Nolsøe Samuelsen ikki á liðnum hjá [...] sandavágsmonnum. Havnin vann 3-1 á KTF 2. Klaksvíkingar vóru væl nøgdir við, at tað eydnaðist at vinna eitt stig. Tummas Martin Sólsker vann á triðja borði við svarta fólkinum á Hans Kristiani Simonsen. Hesa [...] Hesa ferð var FM vinnarin Olaf Berg á fyrsta borði hjá havnarmonnum. Hann var ikki við á Toftum fyri viku síðani. 2. umfar KTF2-HT 1-3 Rani Nolsøe-Olaf Berg 0-1 Rani Baldursson-Martin Poulsen 0-1 Tummas
Av Krambatanga fer Marlon til svimjihylin á Tvøroyri og síðani til Vágs Svimjihøll. Hetta verður sunnudagin. Hann tekur á ferðini vatn úr øllum svimjihylunum á leiðini. Áhugaðir stuðlar kunnu venmda sær [...] Sigast má, at Marlon Kjærbo úr Sumba er undangongumaður, ið gongur á odda og vísir á leið og vísur vilja. Rættari er tó kanska at siga, at hann rennur undan, heldur enn gongur. Í dag, hósdag, byrjaði Marlon [...] svimjihøllini í Klaksvík í dag gekk leiðin til Fuglafjarðar Svimjuhøll og víðari á Toftir í Tofta Skúla. Í morgin gongur leiðin av Toftum til Havnar. Runnið verður einar 40 kilometrar, og seinasti teinurin til
Á Toftum fyrireika tey seg til Effo fótbólt komandi ár, eftir at felagið í ár vann 1.deild. Keldir hjá in.fo siga í kvøld, at Hjalgrím Elltør er ovast á listanum hjá B68, og at samband er millum felagið [...] hann fyrst og fremst tosar við KÍ. Eisini Henry Heinesen, sum ein part av kappingarárinum í ár spældi á miðvøllinum hjá KÍ, er settur í samband við B68, sum ikki hevur verið nógv úti um seg.