Jógvan Martin og Øssur venja B68

B68 hevur eisini gjørt avtalu við royndan miðvallara í føroyskum fótbólti

B68 hevur í kvøld sett navn á nýggju venjararnar felagnum. Talan er um tveir kendar mans á Toftum. Jógvan Martin Olsen og Øssur Hansen standa á odda fyri besta liðnum, umframt at taka sær av allari venjing í felagnum. Eisini er avtala gjørd við Evrard Ble fyri komandi kappingarár.

 

-       Felagið hevur valt at seta Jógvan Martin Olsen og Øssur Hansen, sum høvðusvenjarar hjá B68 komandi kappingarár. Hartil koma teir at hava ábyrgd av, at menna alla venjing í felagnum, sigur Beinta Mikkelsen, forkvinna í B68 við in.fo.

 

-       Felagið er sera fegið um, at hava fingið gjørt avtalu við júst teir báðar. Vit meta at felagið hevur fingið fatur á tveimum venjarum, ið hava sera góðar førleikar til at menna alt felagið í framtíðini. Báðir hava nógvar royndir, bæði sum spælarar og sum venjarar í felagnum, sigur Beinta Mikkelsen.

 

Hartil hevur felagið gjørt avtalu við Jonleif Højgaard, Niclas Joensen, Kristian Anton Andreassen, Jóhan Dávur Højgaard, Niklas Poulsen, Aron Højgaard, Emil Ronaldsson, Otto Petersen, Esmar Clementsen, Ari Johannesen, Ragnar Lindholm, Búa í Hjøllum, Mads Nesá og Evrard Blé.

 

-       Felagið arbeiðir eisini við, at skriva avtalur við fleiri lokalar spælarar, ið vit vænta koma endaliga uppá pláss í nærmastu framtíð, sigur Beinta Mikkelsen at enda.

 

Sostatt manglar bara Skála at seta nýggjan venjara til komandi kappingarár. Hini 9 feløgini hava øll sett venjara fyri komandi kappingarár.