Skattatølini fyri tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár siga, at inntøkurnar í teimum trimum kommununum á Skálafjørðinum eru umleið tær somu, sum tær vóru í fjør.
Í Nes kommunu og Runavíkar kommunu eru inntøkurnar eitt lítið sindur hægri, enn tær vóru í fjør, og á Strondum eru tær eitt vet lægri, enn tær vóru í fjør.
Merkisvert er tað, at tølini í Nes kommunu nú siga, at inntøkurnar eru 88.110 krónur ella 0,32 prosent hægri, enn tær vóru í fjør. Talan er ikki um serliga stóran vøkstur. Men tað hoyrir við í myndina, at til og við september mánað var tað soleiðis, at skattainntøkan hjá Nes kommunu var lægri enn sama tíðarskeið í fjør. Oktober mánaði var so mikið góður á Toftum, at nú er tað, sum sá út til at verða minni inntøka, vunnið innaftur. Skattainntøkan hjá Nes kommunu higartil í ár er 27.584.618 krónur.
Í Runavíkar kommunu er skattainntøkan tíggju teir fyrstu mánaðirnar 94.007.839 krónur. Tað er 161.258 krónur ella 0,17 prosent meiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Eisini í Sjóar kommunu er inntøkan umleið tann sama sum í fjør. Higartil í ár eru runnar 20.956.923 krónur í fyribils kommunuskatti í kassan á Strondum. Tað er 22.083 krónur ella 0,11 prosent minni enn sama tíðarskeið í fjør.
Í øllum kommununum á Skálafjørðinum er skattaprosentið tað sama, sum tað var í fjør. Í Runavíkar kommunu er tað 22,0, í Sjóar kommunu er tað 21,5, og í Nes kommunu er kommunuskattaprosentið 20,5 prosent.









