Formaður rennur undan

Formaðurin í Susvim rennur í hesum døgum úr Klaksvík til Vágs og vitjar allar svimjihylar á leiðini, Talan er um stuðulsrenning.

 

Sigast má, at Marlon Kjærbo úr Sumba er undangongumaður, ið gongur á odda og vísir á leið og vísur vilja. Rættari er tó kanska at siga, at hann rennur undan, heldur enn gongur.

 

Í dag, hósdag, byrjaði Marlon Kjærbo, formaður í Suðuroyar Svimjifelag, stuðulsrenning frá norðasta svimjihyli í landinum til tann syðsta. Talan er um stuðulsrenning fyri Susvim. Teinurin er einar 137 km.

 

 Frá svimjihøllini í Klaksvík í dag gekk leiðin til Fuglafjarðar Svimjuhøll og víðari á Toftir í Tofta Skúla.

 

Í morgin gongur leiðin av Toftum til Havnar. Runnið verður einar 40 kilometrar, og seinasti teinurin til Havnar, 30 kilometrar, verður runnin leygardagin til svimjihøllina í Gundadali.

 

Úr Havn fer Marlon til Suðuroyar við Smyrli. Av Krambatanga fer Marlon til svimjihylin á Tvøroyri og síðani til Vágs Svimjihøll. Hetta verður sunnudagin.

Hann tekur á ferðini vatn úr øllum svimjihylunum á leiðini. Áhugaðir stuðlar kunnu venmda sær til Bank Nordik ella Suðuroyar Sparikassa ella ringja á 223466.