Trý skip landaðu á Toftum mánadagin. Tað var Landingarmiðstøðin við Toftagjógv, sum landaði skipini.
Niclas Davidsen, landingarformaður, sigur, at línuskipið Sigmundur, sum henda túrin royndi undir Føroyum, hevði stívliga 30.000 pund, meginparturin brosma og longa.
Trolbáturin, Hansa Maria, hevði 25.000 pund, meginparturin toskur, og garnaskipið Oknin hevði góð 33.000 pund av svartkalva.
Niclas Davidsen væntar ikki fleiri landingar á Toftum hesa vikuna, men tíðliga í næstu viku koma línuskipini Vesturhavið og Kambur væntandi inn at landa.