Klaksvík vann á Sandavági

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár megnaðu klaksvíkingar í dag at vinna í talvi á sandavágsmonnum

Annað umfar í liðkappingini í talvi hevur verið í dag. Bæði liðini hjá klaksvíkingum vóru á heimavølli, og í Vestmanna vitjaði Tofta Talvfelag.

Eftir at toftamenn í fyrsta umfari vunnu tepurt á Havnar Telvingarfelag royndist tað ikki so væl í Vestmanna. Vestmenningar vunnu 3-1. Hetta var fyrsti sigurin hjá Vestmanna Talvfelag, sum í fyrsta umfarinum síðsta sunnudag tapti 4-0 í Sandavági.

Fyri viku síðani vóru Torbjørn Thomsen og Martin Brekká ikki við vestmenningum. Tað vóru teir í dag. Jens Christian Hansen, sum fyri viku síðani vardi fyrsta borðið hjá toftamonnum, var ikki við ídag.

Sandavágur og Havnin vitjaðu í Klaksvík. KTF 1 var vertur fyri sandavágsmonnum, sum tey seinnu árini hava staðið seg ógvuliga væl ímóti klaksvíkingum. Soleiðis var tað ikki í dag. Rógvi E. Nielsen úr Sandavági vann á fyrsta borði við hvíta fólkinum á Ólavi Simonsen, meðan KTF vann hini trý talvini og harvið dystin 3-1. Tað hoyrir við til søguna, at í dag var Carl Eli Nolsøe Samuelsen ikki á liðnum hjá sandavágsmonnum.

 

Havnin vann 3-1 á KTF 2. Klaksvíkingar vóru væl nøgdir við, at tað eydnaðist at vinna eitt stig. Tummas Martin Sólsker vann á triðja borði við svarta fólkinum á Hans Kristiani Simonsen.

Hesa ferð var FM vinnarin Olaf Berg á fyrsta borði hjá havnarmonnum. Hann var ikki við á Toftum fyri viku síðani.

 

2. umfar

KTF2-HT 1-3

Rani Nolsøe-Olaf Berg 0-1

Rani Baldursson-Martin Poulsen 0-1

Tummas Martin Sólsker-Hans Kristian Simonsen 1-0

Esbern Christiansen-Herluf Hansen 0-1

 

Vestmanna-Toftir 3-1

Torbjørn Thomsen-Andrias Danielsen 1-0

Jákup á Rógvu Andreasen-Rógvi Olsen 1-0

Martin Brekká-Brandur Højgaard ½-½

John Jacobsen-Rúni Jacobsen ½-½

 

KTF1-ST 3-1

Ólavur Simonsen-Rógvi Egilstoft Nielsen 0-1

Steintór Rasmussen-Høgni Egilstoft Nielsen 1-0

Finnbjørn Vang-Torkil Nielsen 1-0

Terji Petersen-Silas Eyðsteinsson 1-0

 

Støðan eftir tvey umfør

KTF 1 6 ½ stig

ST  5,0 stig

HT 4 ½ stig

TT 3 ½ stig

VT 3,0 stig

KTF2  1 ½ stig

 

Triðja umfar verður leygardagin 16. November kl. 10.00:

ST-KTF 2

TT-KTF 1

HT-VT

 

Mynd (Hans Hjalti Skaale):  Høgni Egilstoft Nielsen og Steintór Rasmussen stríddust á øðrum borði, tá ið KTF 1 og ST hittust í gamla Tekniska skúla í Klaksvík í dag. Hølini hýsa annars frítíðarskúlanum.