Nú er skúlaárið komið so langt, at leikbólkurin metti, at nú var tíð at gevast. Tó hava teir báðir leikararnir, Finnur Jensen og Bárður Persson, allatíðina ætlað, at enda við tveimum almennum sýningum [...] Tað er við spenningi men eisini ávísum sorgblídni, at Willieboys næsta vikuskifti spæla barnaleikin Eldførið í Meiarínum í Havn. Tí umframt at hetta verða fyrstu almennu sýningarnar av ævintýrinum hjá [...] sýningum, so børn og vaksin, ið ikki fingu møguleikan at síggja leikin, ella bara tey, ið gjarna vildu síggja hann umaftur, skuldu fáa møguleikan. Ein familjuleikur Eldførið, ið er ein nútíðar skemtilig útgáva
samkomuna, og hava vit tí gjørt av at royna at savna øll tey, ið syngja og hava sungið í kóri gjøgnum árini, sigur Jóhanna. Við hjálp frá góðum kreftum eydnaðist at fáa upplýst nøvnini á teimum kórleiðarum [...] til songvenjingina. Ein kona, sum er búsitandi í Keypmannahavn, ringdi til Jóhannu og segði, at hon ætlaði at taka ferðataskuna við til arbeiðis fríggjadagin, so hon kundi fara beinleiðis úr arbeiði á [...] og halda fram til sunnudagin. - Vit royna at skapa eina samkomu, har øll kenna seg væl. Slík vikuskifti eru bæði uppbyggjandi og savnandi. Vit gleða okkum at síggja so mong sum gjørligt til møtini, sigur
frumsýndir. Tiltakið byrjaði við at svenski Goodyear stjórin fyri Norðurlond, Otto Drakenberg, beyð øllum at vera vælkomin. Hann segði m.a. at onki er til hindurs fyri, at Goodyear verður førandi dekkið [...] dekkið á danska marknaðinum, og at hansara mál er, at um trý ár verður Goodyear mest eftirspurda dekkið. Síðan høvdu Goodyear sølustjórarnir, Flemming Christensen og Kenneth Saust, orðið. Teir søgdu frá um [...] eisini stóð seg væl í regni. Um kvøldið var Jacob Haugaard konferencier og undirhelt. Hann segði m.a., at um Goodyear HydraGrip var eitt gott regndekk, so var tað heilt víst væl egnað á føroysku vegunum, tí
10.00, tá børnini hittast og byrja at dansa beinanveg. Tað er tó ikki so, at øll dansa í senn. Tey verða býtt í bólkar, soleiðis, at meðan summi dansa, fara onnur at hyggja seg um í grannalagnum. Skipað [...] verður fyri busstúrum til Kirkjubøar, soleiðis, at altíð ein bólkur er á útferð. Seinnapartin frá klokkan 14.30 og einar tveir tímar fram fara børnini tó øll at dansa saman, og tiltakið endar umleið klokkan [...] Háskúlanum leygardagin 24 apríl. Talan er í stóran mun um skúlabørn kring landið, sum koma til Havnar at dansa, sigur Rasmus Joensen, formaður í Landsfelagnum hjá dansifeløgunum, Sláið Ring. Men sjálvnadi
Jan Hansen at hava ábyrgdina av. Tað er ikki neyðugt at siga so nógv meiri um tað. Tað skal leitast leingi eftir sovornum undirhaldara sum Hilmari Jan. Afturat sær hevur hann góðan tónleikara at spæla til [...] borðhaldinum er ætlanin at skipa fyri lutaseðlasølu, har prísirnir verða sámuligir, og har talan verður um tíggju góðar vinningar. Eftir borðhaldið verður dansur. Jógvan Olsen fer at skipa fyri undirspælinum [...] serliga er ætlað teimum, ið eru støk, og sum eru farin um tey tredivu. Tað kemur ikki so ofta fyri, at tað eru hesi, sum eru málbólkurin. Men soleiðis verður tað á Toftum leygarkvøldið 1. mai. Tá verður
nóg neyvir við sjálvt ánæmið. Tað kemst helst av, at tað fyrst og fremst er loftið, sum teir tryggja. ? Eg trúgvi tó, at eftir hetta óhappið, so fara tey at vera meiri neyvir við ánæmið, sigur Dávur Reinert [...] Reinert Hansen, stjóri í pf Norðoyatunlinum og leggur at enda afturat, at hetta óhappið ikki tarnaði arbeiðinum í sjálvum tunlinum nakað nevnivert. [...] ongin fólkaskaði stóðst tó av óhappinum. Dávur Reinert Hansen, stjóri í pf Norðoyatunlinum, sigur, at tað datt ein stórur klettur undan ánæminum. Tað er har, sum veggur og loft møtast í tunlinum. ? Kletturin
Challenge-Trophy kappingini er, at mótstøðuliðini til ymsu dystirnar ferðast í sama bussi til og frá kappingini. Onkur hevur havt á munni, at tað tykist eitt sindur margháttligt, at ferðast skal soleiðis, men [...] . Tað er tó einki dulsmál, at úrslitini av dystunum kunnu ávirka, hvussu hugurin er at ferðast heimaftur saman, og eitt nú kundu føroysku kvinnurnar mikudagin staðfesta, at belgiska liðið als ikki kom [...] koyrast skuldi aftur á hotellið. Ljódlig bussferð Nú høvdu tær belgisku kanska ikki so øgiliga nógv at vera misnøgdar um, tí tann dystin var í øllum førum greiður munur á liðunum báðum. So var øðrvísi við
týdning fyri samfelagsmenningina og fyri at bøta um livikorini hjá teimum, sum bert hava hendurnar at líta á. Soleiðis fer tað eisini at verða framyvir og fara vit her at ynskja føroysku verkamannarørsluni góða [...] framvegis í fremstu røð, tá tað ræður um at tryggja gott arbeiðsumhvørvi og sjálvsøgd rættindi hjá verkafólki í Triðja heiminum. Samantikið kann tað staðfestast, at hóast nógv broyttar umstøður og eitt støðugt [...] rokkin. Nú eru tað onnur krøv og onnur mál, sum eru á dagsskrá hjá altjóða verkamannarørsluni, tó so at lønarkrøvini enn sum áður eru frammaliga í huganum. Men krøv um heilsugott arbeiðsumhvørvi, ávirkan
hjá Jarðarráðnum, at grivið er. Hetta er komið fyri fyrr, sigur Ivan Klein Olsen, Streymoyar sýslumaður. Einki mál er tó reist í hesum sambandi, men festarin hevur fingið at vita, at tað má ikki endurtaka [...] Tó eru loyvi givin til at byggja hús á økinum, sum bygd verða í beinleiðis sambandi við landsbúnað. Sum til dømis seyðahús, sigur sýslumaðurin. Friðingin merkir, at ikki er loyvt at taka sand, eyr, mold [...] uppruna og ikki órógvast av mannaávum. Tá flag verður tikið, verður samstundis órógvað, hóast tað, at tað ivaleyst skjótt grør aftur, ásannar sýslumaðurin. Hetta økið við vøtnini hevur fyrr verið í br
fara á vøllin, tá landsliðið skal spæla móti Malta. Einki er at ivast í, at vónirnar tá verða stórar, men er tað nakar, sum er førur fyri at bera hesar vónir, so er tað Todi. Væl afturkomin. [...] gleði staðfesta, at hann aftur stillar seg tøkan hjá føroyska landsliðnum. Ein støða, sum hevur verið øðrvísi seinastu trý árini, tá Todi við atliti til nógvu skaðarnar boðaði frá, at hann fyribils hevði [...] móttikin. Orð sum neyvan hóska seg á prenti vóru at síggja í millum øðrum lesarabrøvum, og fyri fleiri hevði hetta helst eisini verið nóg mikið til, at hurðin varð læst fullkomuliga. Men soleiðis skuldi