Veitsla fyri støk á Toftum

Serligt tiltak fyri tey, sum eru støk og eldri enn 30 ár, verður leygarkvøldið 1. mai á Svangaskarði

TÍÐINDASKRIV


Hugnalig samvera, sum serliga er ætlað teimum, ið eru støk, og sum eru farin um tey tredivu. Tað kemur ikki so ofta fyri, at tað eru hesi, sum eru málbólkurin. Men soleiðis verður tað á Toftum leygarkvøldið 1. mai. Tá verður skipað fyri veitslu fyri júst henda bólkin.
Veitslan verður í ítróttarhúsinum á Svangaskarði. Tá ið tað eru tilkomin fólk, sum leita sær saman a henda hátt, so dámar teimum væl, at tað verður gjørt burturúr tí kulinariska, og soleiðis verður tað í hesi veitsluni. Rættuligur veitsludøgurði er á matarlepanum ? suppa, steik, dessert og so kaffi og køkur.
Borðhaldinum fer Hilmar Jan Hansen at hava ábyrgdina av. Tað er ikki neyðugt at siga so nógv meiri um tað. Tað skal leitast leingi eftir sovornum undirhaldara sum Hilmari Jan. Afturat sær hevur hann góðan tónleikara at spæla til felagssangin. Undir borðhaldinum er ætlanin at skipa fyri lutaseðlasølu, har prísirnir verða sámuligir, og har talan verður um tíggju góðar vinningar.
Eftir borðhaldið verður dansur. Jógvan Olsen fer at skipa fyri undirspælinum.
Seinasta freist at tekna seg til veitsluna er mikudagin 28. apríl. Kostnaðurin er 250 krónur. Atgongumerkið er kvittanin fyri inngjaldið. Atgongugjaldið skal gjaldast á konto 1680082 í Føroya Banka.
Í fyrireikingarbólkinum eru Aloma Davidsen, tlf. 44 83 93, og Dávur Reinert Petersen, tlf. 44 71 02.