Leygardagin verður songvenjingardagur í KFUM og K í Klaksvík. Um 200 fólk, bæði nýggir og gamlir sangarar, hava teknað seg.
Tað er Jóhanna Johannesen í Klaksvík, sum hevur tikið stig til stóru songvenjingina.
- Lovsongur hevur altíð havt stóran týdning fyri samkomuna, og hava vit tí gjørt av at royna at savna øll tey, ið syngja og hava sungið í kóri gjøgnum árini, sigur Jóhanna.
Við hjálp frá góðum kreftum eydnaðist at fáa upplýst nøvnini á teimum kórleiðarum, ið hava verið og nøvnini á teimum, ið hava sungið við í skiftandi kórunum hjá KFUM og K í Klaksvík.
Ætlanin er at samla øll í eitt stórt felagskór, har hvør kórleiðari leiðir ein sang frá tí tíðini, hann ella hon hevði sangkór. Eisini fólk, sum búgva uttanlands, hava teknað seg til songvenjingina.
Ein kona, sum er búsitandi í Keypmannahavn, ringdi til Jóhannu og segði, at hon ætlaði at taka ferðataskuna við til arbeiðis fríggjadagin, so hon kundi fara beinleiðis úr arbeiði á flogvøllin og heim.
Umframt songfagnaðin leygarkvøldið, verða eisini møtir hildin í KFUM og K. Møtini byrja fríggjakvøldið og halda fram til sunnudagin.
- Vit royna at skapa eina samkomu, har øll kenna seg væl. Slík vikuskifti eru bæði uppbyggjandi og savnandi. Vit gleða okkum at síggja so mong sum gjørligt til møtini, sigur Tummas Pauli Mýri, ein av ungu leiðarunum hjá KFUM og K í Klaksvík.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hesir hava gjøgnum tíðirnar verið kórleiðarar í KFUM og K í Klaksvík:
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Elsebeth Reines Hals 1960-1961
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hans J. Glerfoss 1961-1962
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Tórður Andreassen 1962-1963
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Páll Sólbjørg 1963-1975
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Eiler Samuelsen 1978-1985
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Meinhard Bjartalíð avloysti Eiler av og á
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Óli Marner Christiansen havt kór frá um 1990
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Ólavur Johannessen 1982-1997
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Eyðbjørn Jacobsen 1997 og frá 2002
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Tummas Pauli Mýri hevur havt kór frá 2002
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$










