Goodyear dekkshow og Jacob Haugaard í Vejle

Mikudagin 10. mars 2004 vóru eini 150 dekksølufólk savnaði á Munkebjerg Hotel í Vejle í sambandi við at eitt nýtt dekk, Goodyear HydraGrip, bleiv avdúkað. Skemtarin Jacob Haugaard var konferencier og setti sín serliga dám á tiltakið

Nógv varð gjørt burtur úr, tá Goodyear avdúkaði nýggja summardekkið, HydraGrip, á Munkebjerg Hotel í Vejle. Talan varð um eitt veruligt show, eins og tá t.d. nýggir bilar verða frumsýndir.

Tiltakið byrjaði við at svenski Goodyear stjórin fyri Norðurlond, Otto Drakenberg, beyð øllum at vera vælkomin. Hann segði m.a. at onki er til hindurs fyri, at Goodyear verður førandi dekkið á danska marknaðinum, og at hansara mál er, at um trý ár verður Goodyear mest eftirspurda dekkið.

Síðan høvdu Goodyear sølustjórarnir, Flemming Christensen og Kenneth Saust, orðið. Teir søgdu frá um menningina av HydraGrip, og um sølu og marknaðarføring av dekkinum. HydraGrip verður marknaðarført undir slagorðunum "Because not all tyres are the same"

HydraGrip er eitt nýtt "high performance" summardekk, sum er gjørt til óstøðuga veðrið í Evropa. Dekkmynstrið skolar vatnið væl frá í regni og hevur gott vegtak og stutta bremsilongd, hóast tað kann regna ógvusligt, sum tað ofta ger í Evropa. HydraGrip avloysir Eagle Ventura, sum eisini stóð seg væl í regni.

Um kvøldið var Jacob Haugaard konferencier og undirhelt. Hann segði m.a., at um Goodyear HydraGrip var eitt gott regndekk, so var tað heilt víst væl egnað á føroysku vegunum, tí har regnaði nógv.

Danska sangkvinnan Trine Gadebjerg sang og eitt orkestur við navninum "Tørfisk" spældi, tónleikarnir fingu turran fisk úr Føroyum, tá teir vóru lidnir at spæla.