Hon hevur nú í mong ár sungið í kóri bæði í Føroyum og í Danmørkini og harvið lært at nýta síni evni. Hon hugtók allar lurtararnar henda dagin. Fuglfirðingar hava havt Hornorkestur í mong ár. Leiðarin er [...] sannur gittarsnillingur ) í Absurdi Fair. Enn einaferð vísti hann, hvussu gávuríkur hann er á tónleikaøkinum. Í løtuni er hann í Danmark og undirvísir í tónleiki. Vónandi fara vit í framtíðini at hoyra meira [...] tikið yvir. Maður kemur í mans stað, plaga vit at siga, og hóskaðu hesi orð væl í hesum føri. Leiðari hjá Hornorkestrinum var Sharon Fisher, ið hevur leitt orkestrið í nøkur ár. Skráin var áhugaverd. Fyrst
á 150.000 tons í ár. - Eg hevði hildið tað verið skilabetri, um Føroyar kanska heldur ásettu sær eina royndarkvotu í ár fyri at fáa staðfest, um so nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi í summarhálvuni [...] Fríði hevur júst verið í føroyskum sjógvi og leitað eftir makreli, men skiparin, Andri Hansen, letur ikki væl at. Hann sigur, at hóast teir hava verið hampiliga víða og leitað, hava teir bert fingið smávegis [...] ikki sørt yvirdrivið. - Vit, sum eru í vinnuni og reka skipini, áttu at vitað líka væl sum tey, sum ikki eru í vinnuni. Tey nógvu úttalilsini um allan hendan makrelin í føroyskum sjógvi er ikki tað, sum vit
Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at byggja ein tjóðpall í høvuðsstaðnum. Í tí sambandi hevur Tórshavnar kommuna eisini bjóða landinum Skálatrøð til verkætlanina, men um vikuskiftið gjørdist greitt, [...] Tórshavnar kommuna ikki er einasta kommuna í landinum, ið ynskir at hýsa hesum stovni. Í lesarabrævi sent miðlunum leygarmorgun boðaði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, frá, at stóra kommunan [...] staðseting av Tjóðpallinum kemur í kjalarvørrinum av, at fleiri havnarborgarar hava gjørt greitt, at tey ikki ynskja ein tjóðpall á einasta stóra parkeringsplássi í miðbýnum. Annika Olsen ásannar, at
virksemi er í Føroyum. Ikki annað enn tað, ið vit sjálvi royna at skapa, sigur Alex N. Vilhelm, stjóri í reiðarínum South Pelagic og reiðari á Grunnabarð, sum vil sleppa upp í part og fáa lut í stóra ríkidøminum [...] javnt út til øll øki í landinum, argumenterar Alex N. Vilhelm. Sum tað triðja vil reiðaríið hava part av føroysku svartkjaftakvotuni, sum í ár er tilsamans 289.000 tons. - Vit hava søkt um áleið 15.000 [...] Vilhelm. Gongst sum reiðaríið í Vági ætlar, so hava tey um stutta tíð tvey skip í sínum flota. Tí ætlanin er samstundis at varðveita Grunnabarð. Les meira um málið í Sosialinum í dag.
Tí sambandsmaðurin kann hava líka rætt í, at minkaði blokkstuðulin hevur skyldina av halli okkara í dag, sum tjóðveldismaðurin hevur rætt í, at tað eru ófatiliga stóru virðini í makrelinum, sum eru atvoldin [...] støðuna í 1992, er sjálvandi nógv broytt, og í nógvar mátar eru vit betur fyri, men grundleggjandi bygnaðurin í samfelagnum er nógv tann sami. Vit hava enn eitt ótal av kommunum, skúlum, sjúkrahúsverk í trimum [...] Tí hall er og tað stórt. Enntá eftir, at vit hava skattað pensjónirnar í sambandi við inngjald. Tað miðið er ikki eftir at troyta, tá ið vit um 20 ár hava munandi fleiri eldri enn nú. Við bremsilongd er
Fernando Troleis, sum hevur búð í Føroyum í níggju ár, helt rørandi takkarrøðu undir rámandi heitinum “Eg vildi fegin hava eitt pláss við borðið”. Í røðuni legði hann millum annað dent á, hvønn týdning tað hevur [...] Hon verður vesturi í Vágum í juni. Seinnu árini hava Tórshavnar Kvøldskúli og kommunurnar í Vágum samstarvað um undirvísingina í føroyskum sum annaðmál, og tað verða tí næmingar í Vágum, sum fáa tey seinastu [...] teimum 30 næmingunum prógvið. Føroyskt sum annaðmál er útbúgving í fleiri stigum, og dagurin í dag er søguligur, tí á fyrsta sinni hava tveir næmingar lokið alla útbúgvingina. Teir eru Murat Aba úr Turkalandi
havt verður í huga, at pápin, Gabriel Hansen, í eitt mannaminni hevur staðið fyri handli í Nólsoy. Í so máta kann næstan sigast, at handilslívið er komið inn við móðurmjólkini. - Tað eru í øllum førum [...] danir nevna nærbutik. - Vit fara at hava opið frá klokkan sjey til ellivu allar dagar uttan sunnudag, tá vit opna klokkan tvey, og vit hava eisini lagt okkum eftir at hava eitt breitt úrval av vørum, sum vit [...] keypa í handlinum. Nógv ferðsla gongur framvið her. Ikki minst um morgnarnar, og tí fara vit eisini at hava eitt stórt úrval av morgunbreyði, umframt at vit eisini fara at selja pylsur og annað til teirra
Fyrst fóru grannarnir úr HB og síðani VB framvið, meðan B68 og KÍ eisini hava gjørt seg til at yvirhála. Einki er tí at ivast í, at B36 í dag hevur sett sær fyri at vinna dystin, soleiðis at skeiva gongdin [...] at spæla, hóast hann var skaddur í lærkrikanum, er enn ikki komin fyri seg, meðan Jens Kristian Hansen og Mikkjal Thomassen báðir hava leikbann, orsakað av reyðum korti í seinasta dystinum undan steðginum [...] steðginum. Hinvegin mynstrar B36 við tveimum nýggjum leikarum, sæð í mun til fyrru kappingarhálvu. Í álopspartinum hava teir fingið tilgongd av pólverjanum, Maciej Maryniak, og sum skilst, tykjast havnarmenninir
Fyrst fóru grannarnir úr HB og síðani VB framvið, meðan B68 og KÍ eisini hava gjørt seg til at yvirhála. Einki er tí at ivast í, at B36 í dag hevur sett sær fyri at vinna dystin, soleiðis at skeiva gongdin [...] at spæla, hóast hann var skaddur í lærkrikanum, er enn ikki komin fyri seg, meðan Jens Kristian Hansen og Mikkjal Thomassen báðir hava leikbann, orsakað av reyðum korti í seinasta dystinum undan steðginum [...] steðginum. Hinvegin mynstrar B36 við tveimum nýggjum leikarum, sæð í mun til fyrru kappingarhálvu. Í álopspartinum hava teir fingið tilgongd av pólverjanum, Maciej Maryniak, og sum skilst, tykjast havnarmenninir
vit hava hug til og hug á. Og so verða summi mestsum bara undirdýkt í gávum. Líggjas í Bø, størsta nýbrotið í føroyskum skaldskapi í seinnu helvt av síðstu øld (tað helt Chr. Matras eisini), eigur í kl [...] mennsum einki eiga og liva í fátækdømi tí teir hava halgað listini lív teirra. Ja, til eru teir sum elska kvinnur og annað sum er vakurt. Og nú um dagarnar í einum fongsilsgarði í Spanialandi varð Grimau [...] báðir heiðursmenninir í skálanum henda dagin hava kent til tronglig kor, bæði undir útbúgvingarárunum og heimafturkomnir, hetta at kunna liva og fóta sær sum listamenn í Føroyum í teimum blóðfátæku árunum