Handilslív
Tað er ikki so langt síðani, at Hornabúðin, sum annars hevur verið ein fastur partur av Hornabø, snaraði lyklinum fyri seinastu. Men nú nýtist teimum í Hornabø ikki at fara so langan veg kortini, tá farast skal til handils.
Leygardagin kl. 14.00 letur nevnliga ein nýggjur handil upp úti í Hornabø, tá Hans Michael og Guri Hansen fyri fyrstu ferð opna dyrnar til Kvik-keyp, sum nýggi handiling eitur.
Skjótt og lætt
Hans Michael, sum annars eisini hevur umboð fyri Kvik-køkarnar, sigur, at navnið á nýggja handilinum einki hevur við hesar køkar at gera.
- Nei. Handilin eitur Kvik-keyp, tí hetta er eitt stað, har tú skjótt og lætt kann fáa tað mesta av tí, sum eitt vanligt húsarhald hevur tørv á.
Víðari sigur hann, at hetta verður ein sonevnd handilskios ella tað, sum danir nevna nærbutik.
- Vit fara at hava opið frá klokkan sjey til ellivu allar dagar uttan sunnudag, tá vit opna klokkan tvey, og vit hava eisini lagt okkum eftir at hava eitt breitt úrval av vørum, sum vit so eisini royna at selja til kappingarførar prísir.
Føddur handilsmaður
Um hetta at gerast handilsmaður, sigur Hans Michael, at tað leingi hevur verið ein dreymur fyri sítt viðkomandi. Kanska ikki so løgið, tá havt verður í huga, at pápin, Gabriel Hansen, í eitt mannaminni hevur staðið fyri handli í Nólsoy. Í so máta kann næstan sigast, at handilslívið er komið inn við móðurmjólkini.
- Tað eru í øllum førum eini seks ár síðani, at eg veruliga fór at hugsa um at hava ein matvøruhandil, men higartil hevur tað so bara verið við tankan. Nú var ein møguleiki knappliga til staðar, og helt hetta vera eitt alt ov gott høvi til bara soleiðis at sleppa, so eg smekkaði til.
Og so vónar hann annars, at fólk fara at taka væl undir við nýggja handlinum.
- Fyrst og fremst er tað mín vón, at fólk her á leiðini, sum vóru von at keypa í Hornabúðini, taka væl ímóti nýggja handlinum, eins og eg vóni at tey siga til, um okkurt er sum manglar í úrvalinum. Tað er jú ikki víst, at alt er akkurát soleiðis, sum tey eru von við, og møguligar viðmerkingar ætla vit okkum at taka til eftirtektar,
- Men harumframt er so eisini ætlanin at fáa onnur at keypa í handlinum. Nógv ferðsla gongur framvið her. Ikki minst um morgnarnar, og tí fara vit eisini at hava eitt stórt úrval av morgunbreyði, umframt at vit eisini fara at selja pylsur og annað til teirra, sum dámar betri at koma framvið seinni um dagin, sigur Hans Michael Hansen at enda.










