Signar á Brúnni
11. mai - 2001
??????????????
Nú várið kom við sínari lýðku,gróðri og fuglasangi skipaði Fuglafjarðar Sangkór og Fuglafjarðar Hornorkestur fyri konsert í Fuglafjarðar kirkju 6.mai klokkan 16.Áhugin millum fuglfirðingar fyri sangi og tónleiki hevur altíð verið stórur, og tað vísti eisini henda løtan í kirkjuni. Væl av fólki varð møtt, og nógv vóru tey, ið luttóku í framførsluni. Eisini fólk uttanfyri Fuglafjørð, høvdu leitað sær higar at lurta eftir konsertini.
Nú Frits Johannesen er á flatlondum í lestrarørindum, hevði Jógvan á Lakjuni tikið yvir. Maður kemur í mans stað, plaga vit at siga, og hóskaðu hesi orð væl í hesum føri.
Leiðari hjá Hornorkestrinum var Sharon Fisher, ið hevur leitt orkestrið í nøkur ár.
Skráin var áhugaverd. Fyrst sang kórið fimm sangir. Síðani spældi Hornorkestrið fýra løg.
Til seinast endaði sangkórið við seks sangum/ sálmum..
Sum væntað, vóru flest øll løgini vár og summarløg.
Knút Olsen átti ikki færri enn tey fýra løgini, ið sungin vórðu. Aftur birtist lív á landi var fyrsti sangurin, ið kórið sang. Mikkjal á Ryggi átti orðini og Knút Olsen lagið.Næsta lagið, ið Knút átti var til sangin hjá Tummasi Napoleon Djurhuus ? Nú strýkur vár. Triðja lagið hjá Knúti, var til sangin hjá Hans Jákup Glerfoss, ið kallaðist Juni. Seinasta lagið hjá Knúti var til sálmin hjá Louis Zachariassen Kom friður av himni. Knút man vera ímillum teir allarbestu her á landi, tá ið talan er um at gera songløg. Orðini í nevndu sangum og sálmum eru vøkur, og løgini, ið Knútur hevði gjørt til teir, hóskaðu sera væl.
Eitt annað lag ið hugtók mong, var lagið til sangin hjá Andreas Ziska Eitt lítið fjallaland.Magnus Jacobsen ? Magnus hjá Nelly, sum fuglfirðingar plaga at siga ? hevði gjørt lagið. Magnus er kendur sum sangari og solospælari ( ein sannur gittarsnillingur ) í Absurdi Fair. Enn einaferð vísti hann, hvussu gávuríkur hann er á tónleikaøkinum. Í løtuni er hann í Danmark og undirvísir í tónleiki.
Vónandi fara vit í framtíðini at hoyra meira til henda gávuríka tónleikara.
Kórleiðarin Jógvan á Lakjuni átti lagið til sálmin Ljósið svinnur yvir fjøll og fløtur, ið abbin Victor Danielsen hevði umsett. Eitt yndisligt lag til vakran sálm.
Annars vóru tað løg hjá Jens Guttesen, Jógvani Waagstein, John Højby og Jessie S.Irvine, ið sungin vórðu.Øll sera løtt og vøkur løg.
Tey 29 fólkini, sum luttóku í kórsanginum, komu væl frá framførsluni. Røddirnar vóru góðar og reinar, og kórleiðarin hevði vant kórið soleiðis, at eingin rødd skuldi hoyrast fram um aðra. Hetta eydnaðist til fulnar, og m.a. tí gjørdist sangurin so góður.
Hannis á Brúnni Hansen og Linda Toftegaard sungu solo í hvør sínum sangi. Hannis við síni kraftmiklu og vøkru rødd sang tað eina ørindi í sanginum Nú strýkur vár, og kom hann, sum altíð, sera væl frá síni uppgávu.
Linda Toftegaard sang solo í sanginum Mín hirði góður Harrin er. Linda hevur eina yndislig rødd. Hon hevur nú í mong ár sungið í kóri bæði í Føroyum og í Danmørkini og harvið lært at nýta síni evni.
Hon hugtók allar lurtararnar henda dagin.
Fuglfirðingar hava havt Hornorkestur í mong ár. Leiðarin er Sharon Fisher. Orkestrið spældi fýra løg, ið ikki øll vóru so løtt at framføra.Orkestrið kom sera væl frá síni framførslu, nakað av tí besta tey nakrantíð hava víst.Kenda lagið hjá Lennon & McCartney Here, There, and Everywhere ljóðaði stak væl. Tann nú eftirhondini kendi, ungi og gávuríki tónleikarin Jóhan Hentze royndi seg enn einaferð sum solist,og kom hann sera væl frá tí. Hornorkestrið skuldi átt framtíðina fyri sær, tí har eru so nógv evnarík ungfólk, ið luttaka, ið verða stuðlaði av teimum, ið hava drúgvar royndir.
Leiðarin Sharon Fisher hevur fingið ótrúliga nógv burturúr síni undirvísing, og hevur gott tak á orkestrinum.
Samanumtikið skal verða sagt, at várkonsertin í Fuglafjarðar kirkju eydnaðist sera væl.










