MAKRELUR
Finnur Fríði hevur júst verið í føroyskum sjógvi og leitað eftir makreli, men skiparin, Andri Hansen, letur ikki væl at.
Hann sigur, at hóast teir hava verið hampiliga víða og leitað, hava teir bert fingið smávegis nøgdir av makreli – og ikki nær til so mikið, at veiðan hevur verið lønandi.
- Vit fingu bert uppí nakrar fáa kurvar í onkrum háli, sigur skiparin á Finni Fríða.
Yvirdrivið
Andri Hansen vísir á, at hóast hetta var ein stutt roynd, heldur hann, at nógva prátið, sum verið hevur um makrel í seinastuni, hevur verið ikki sørt yvirdrivið.
- Vit, sum eru í vinnuni og reka skipini, áttu at vitað líka væl sum tey, sum ikki eru í vinnuni. Tey nógvu úttalilsini um allan hendan makrelin í føroyskum sjógvi er ikki tað, sum vit uppliva á havinum.
Skiparin á Finni Fríða sigur, at teir á hesum túri sóu nógva skrift á onkrum øki, men hetta vísti seg at vera lakssild.
- Eitt er, at tú sært nógva skrift. Annað er, um fiskurin stendur so mikið tættur, at hetta gevur lønandi veiði, sigur hann.
Royndarkvota
Tað er eingin loyna, at Felagið Nótaskip hevur mælt til, at Føroyar ikki í løtuni fara at áseta sær eginkvotu av makreli, men heldur royna at finna semju við hini strandalondini um eitt betri býti.
Felagið Nótaskip hevur soleiðis mælt til, at Føroyar halda fram við samráðingunum um makrelin hetta árið aftrat.
Andri Hansen er eisini ivasamur, um tað er rætt av landsstýrismanninum at áseta Føroyum eina eginkvotu upp á 150.000 tons í ár.
- Eg hevði hildið tað verið skilabetri, um Føroyar kanska heldur ásettu sær eina royndarkvotu í ár fyri at fáa staðfest, um so nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi í summarhálvuni, sum menn veruliga vilja vera við, sigur hann.
Skiparin á Finni Fríða ivast soleiðis í, um tað er rætt – í óðum verkum – at taka so rívan til, sum landsstýrismaðurin hevur í hyggju at gera.
Ymisk sjónarmið
Tað er annars rættiliga ymiskt, sum sagt verður av fiskifeltinum um íblanding av makreli.
Herfyri frættist, at føroysk svartkjaftaskip, sum royna sunnarlaga í føroyskum sjógvi, kundu ikki fiska um náttina, tí so nógvur makrelur var uppi í veiðini.
Fiskiveiðieftirlitið, sum var á svartkjaftaleiðunum við Tjaldrinum og kannaði veiði og reiðskap hjá fleiri skipum, segði herfyri í Sosialinum, at íblandingin kundi liggja um eini 50 tons av makreli í hvørjum 900 tonsum av svartkjafti.
Komandi tíðin fer at vísa, hvussu verður og ikki, nú summarið stundar til, og besta makreltíðin í føroyskum sjógvi nærkast.