Magnus Tausen, stjóri á Námi
-----
Tann dagin gloymi eg ongantíð. Ta løtuna komu boðini úr útvarpinum, at Føroyar í grundini vóru farnar á húsagang. Vit høvdu fíggjarliga forkomið okkum og vórðu sett undir umsiting úr Danmark. Eg minnist, hvar eg var, hvar eg stóð, hvør var í rúminum saman við mær. Tað var í lærutíð míni á Shell. Tíðin eftir hetta mann vera ein tann svárasta tíð hjá tjóð okkara yvirhøvur. Í øllum førum í friðartíð. Sjálvur var eg tíbetur so ungur, at eg hevði ikki tikið á meg skuld fyri hús, men nógv hoknaðu undir byrðuni, og næstu árini tosaði eg alt ov ofta við viðskiftafólk, sum sótu køld og høvdu ikki ráð at gjalda fyri oljuna. Tær samrøðurnar hava brent seg í minnið. Ta støðuna mugu vit ikki koma í aftur!
Tíðin lekir øll sár, verður mangan sagt. Tað kunnu vit saktans siga við øll tey, sum noyddust av landinum og ongantíð komu aftur. Men ólukkan er, at tíðin eisini fær okkum at gloyma tað, vit mugu minnast. Tí tað er ikki alt, vit skulu gloyma. Sumt, eisini tað ringa, skulu vit brenna fast í minnið, so at vit ongantíð á ævini gera tað aftur. Eg havi í longri tíð havt kensluna, at vit fara at kenna sviðan av júst somu mistøkum og avleiðingum enn eina ferð. Hóast so nógv er sagt og skrivað um hví, tað endaði sum tað gjørdi tá.
Vit og skil hevur ongan politiskan lit. Sama við idioti. Og eg ætli mær ikki at greina, júst hví andstøðan hevur rættari enn samgongan ella øvugt. Tí sambandsmaðurin kann hava líka rætt í, at minkaði blokkstuðulin hevur skyldina av halli okkara í dag, sum tjóðveldismaðurin hevur rætt í, at tað eru ófatiliga stóru virðini í makrelinum, sum eru atvoldin, tí virðini enda á fáum hondum og verða líkasum tikin úr samfelagnum og frá fólkinum. Tí hall er og tað stórt. Enntá eftir, at vit hava skattað pensjónirnar í sambandi við inngjald. Tað miðið er ikki eftir at troyta, tá ið vit um 20 ár hava munandi fleiri eldri enn nú.
Við bremsilongd er tað so, at tess skjótari tú koyrir og seinni vandin sæst, harðari má verða bremsað ella brestur. Bera vit saman samfelag okkara nú við støðuna í 1992, er sjálvandi nógv broytt, og í nógvar mátar eru vit betur fyri, men grundleggjandi bygnaðurin í samfelagnum er nógv tann sami. Vit hava enn eitt ótal av kommunum, skúlum, sjúkrahúsverk í trimum og yvirhøvur eina tjóð, sum tykist lítið savnað í grundleggjandi fatanini av sær sjálvari. Og politiska skipan okkara er alt annað enn savnandi fyri land og fólk.
Eg stúri!









