turrur. Tað var mangan hættisligt, serliga fyri teir ið vóru uppi á landi. Men tað bar altíð til at vera onkunstaðni. Tá var tað nógv verri á Trøllanesi, har kundu teir verða í álvarsomum trupulleikum, tí [...] orsøk. Nakrar ferðir fór onkur á bláman í ókyrru, men tað spældi væl av. Tó nógvar hugnaligar løtur í dýrdarveðri, tá ein fittur partur av bygdini kom oman í fjøruna ella uppi á Bakkanum, tá posturin kom. [...] Ein serstøk menska úti á smábygdunum, sum í dag er við at hvørva í okkara skundisliga samfelag, har eingin hevur tíð at liva. Vit gjørdu fleiri túrar; serliga minnist eg túrin niðan á Gásafjall ein hásummardag
Vesturheimurin leggjast í sor fyri tann skyld? Okkurt bendir á, at Al Qaeda og Bin Laden vilja - eins og bølmennið í James Bond-filmunum - hava ræði á øllum heiminum. Felagsskapurin hevur ikki hópoyðingarvápn [...] verið vaknaðir fyrr. Strategiin, sum amerikanarar løgdu, var at leypa á lond. Tað eydnaðist at fáa breiða undirtøku í ST fyri at leypa á Afghanistan, har teir hildu fyri vist, at Talibanstýrið hevði rottað [...] og at hansara stýri hevði tætt samskifti við Bin Laden. Hesaferð gekk ikki so væl: amerikanarar fingu ikki undirtøku frá ST at leypa á, tí londini hildu ikki nakað prógv vera fyri uppáhaldinum um hópo
men hetta gekk fyri seg langt úti á vøllinum. Óli var sera uppsettur til dystin, og hann hevur sum allir hinir verið uppsettur til finaluna. Tí iðrar hann seg almikið, men tað hjálpir ikki upp á veruleikan [...] Óla Hansen í so at siga øllum dystunum higartil. Í seinnu hálvfinaluni ímóti B68, sum varð spæld á grasinum á Svangaskarði, fekk Sonni L. Petersen gult kort. Tað var triðja gula kortið hjá honum í steypa [...] verða leikbannaður í finaluni. Kortið var púra óneyðugt. NSÍ var á odda 3?1, og Sonni sá gult fyri at vera orsøk til fríspark langt frammi á B68 helvtini. ? Sonni veit eins væl og Óli, at kortið, sum hann
partarnir mistu semjuna á gólvið, tá teir út á fríggjakvøldið skiltust í ósemju. Kegl um skendsk orð ella ikki góvu ábendingar um, at her var íkomin knútur, sum var torførur at loysa. Men, út á leygarkvøldið loysnaði [...] sum hevur samtykt fólkaskúlalógina, sigur Karsten. Hann vísir á, at tá fólkaskúlalógin var til viðgerar í tinginum á sinni ávaraði Signar á Brúnni, sum tá var meinigur tingmaður, samgonguna um at broytingarnar [...] stýrinum arbeiddi allan leygardagin við málinum, og út á leygarkvøldið sendi deildin Lærarafelagnum eitt nýtt uppskot til semju, og hesaferð gekk betri. Partarnir settust við samráðingarborðið sunnudagin
frá apartheideinaræði til fólkaræði í Suðurafrika gekk so friðarliga til. Mandela hugsaði øll árini á Robben Island um, hvussu skiftið skuldi greiðast á friðarligan hátt og hvussu samfelagið skuldi skipast [...] brendi passini. Løgreglan, sum var á staðnum, fór knappliga at skjóta við skørpum eftir mannamúgvuni, og fólk í hundrað tali, herímillum kvinnur og børn, lógu eftir á – tey flestu skotin í bakið. Henda [...] løgfrøðiligt embætitsprógv á Witwaterstrand universitetinum, ið enn virkaði við støði í bretskari liberalari siðmenning. Apartheidpolitikkurin og apartheidlóggávan vóru grundað á fýra principp ella meginreglur:
omanfyri høvdið, andliti er sera dapurt á at líta, eyguni ein svartur skuggi leba-stift svart hár songin er reyð sum tær eru tað á flestu bordellum, formarnir á hesi naknu horu eru gott gjørdir, í speglinum [...] øllum. Hann var føddur í Paris og gekk seinni í listaskúla har, lærarin ætt Gustav Moreav sum eisini hevði m.a. Matisse og Albert Marquet sum næmingar. Sum listamaður gekk Rouault sína egnu leið og ignoreraði [...] hjartanum hjá listamanninum og út á lørifti, tær eru tungar og depressivar helst tí listamaðurin sjálvur var tað og so festir hann seg við menniskjur sum livaog líða á skuggasíðuni í samfelag-num, hann
hjálp, og tað eru heldur ikki nóg nógv pláss á ellisheimunum til øll, sum hava brúk fyri tí. Og tað er spell, tí eftir tí, eg havi sæð, eru tey, sum búgva á ellisheimi, glað fyri at vera har. Annars komi [...] men ætlanin um at fara á skiparaskúla varð av ongum, tá pápin doyði, og mamman gjørdist sjúk. Tey vóru nógv systkin og máttu hjálpast at við at forsyrgja familjuni. So Sofus helt á at sigla. Dreymin um at [...] seg, at Sofus er litblindur og ikki sær mun á reyðum og grønum. So skipari gjørdist eg ongantíð, men tá hevði eg siglt so leingi og hevði so drúgvar royndir á sjónum, at eg slapp at sigla nógvar túrar sum
Jónas Tór Næs 5 Ein tann mest eyðsýndi leikarin á vøllinum. Kom væl frá tí í bæði verjupartinum og kom væl við í álopspartinum. Orkaði at renna allan dystin á tam bog átti innleggið til Arnbjørn Hansen, tá [...] høvdið á eftir hornaspark. 8 Símun Samuelsen 3 Tuskaði enn eina ferð vinstru síðu upp og niður. Hevði tað torført móti Seamous Coleman, sum vann tveir teir fyrstu tvídystirnar og tað merkist á sjálvsálitnum [...] í nøkrum av tvídystunum. Var aftur hesa ferð fluttur aftur á álopskenda miðvøllin og var við í uppspælinum til málið. Trívist ikki eins væl á tí plássinum og misti bóltin í uppspælinum til 4-1 málið hjá
veruleikanum kveitti eg yvir á ein álmanakka og konstateraði, at júst sum eg sat og las brotið, vóru tað átta dagar til stóru verðurlagsráðstevnuna. Næstan ónniligt bleiv tað, tá tað gekk upp fyri mær, at Hannis [...] smátt at eygleiða, um blaðstjórin, redaktørurin og starvsfólki á Blaðnum hjá Miðlahúsinum í bókini eisini vóru at kenna aftur. S tóru tíðindini á Blaðnum hendan dagin í bókini eru tó alt annað enn gerandiskostur [...] verður nevnd, er skotin, júst sum hon skuldi tendra jólatræið á Vaglinum, og alt landið er í djúpum skelki. Í leiklutinum sum bæði journalistur á Blaðnum og sum detektivur fer Hannis Martinson i holt við at
tjóð. Hetta loypti ótta á donsku stjórnina og ávísar politiskar afturhalds kreftir í Føroyum. Tað vóru stórar rembingar í føroyskum politikki undir krígnum, og serliga aftana á fólkaatkøðuna 14. september [...] ra sín kunngera at londini máttu skiljast, tí tað høvdu danir lova føroyingum, brádliga gekk frá lyftum sínum, á slíkan hátt, ið má kallast ósømiligt fyri eitt land sum Danmørkin sigur seg at vera. Hetta [...] Rættarstøða Føroya lands aftan á fólkaatkvøðuna var tann, at Føroyar vóru uttan fyri danskt ríkisvald. Løgtingsupploysnin var tí grovligt rættarbrot. Trýst skuldi leggjast á føroyingar, og í evstu stund