Øssur Johannesen
?????????????????
Georges Rouault(1871-1958) telist millum teir stóru ekspressionistisku listamennirnar í 20 øld og hann er so avgjørt ein tann tungasti og daprasti av teimum øllum.
Hann var føddur í Paris og gekk seinni í listaskúla har, lærarin ætt Gustav Moreav sum eisini hevði m.a. Matisse og Albert Marquet sum næmingar.
Sum listamaður gekk Rouault sína egnu leið og ignoreraði øll mótarák innan listaheimin, hann avbyrgdi seg í sínum einsemi í atelierinum og málaði sínar myndir um sorgina og líðingarnar hjá menniskjanum, myndirnar eru ráar og kraftfullar og hava ein innari dynamik og substans í kemur úr innaru sálini og hjartanum hjá listamanninum og út á lørifti, tær eru tungar og depressivar helst tí listamaðurin sjálvur var tað og so festir hann seg við menniskjur sum livaog líða á skuggasíðuni í samfelag-num, hann málaði horur, klovnar og eisini fleiri kristus myndir við ektaðari og djúpari religiøsari kenslu, man merkir týðuliga at listamaðurin var religiøsur sjálvur.
Hansara bestu myndir eru intensar og sannførandi,tú merkir týðuliga at listamaðurin er sikkur uppá hvat hann vil hava fram, myndirnar eru sum oftast sera einfaldar og reinskornar, málað við tjúkkum svørtum og lidenskabeligum strokum, hann leggur høvuðsdentin á útrykki í myndini og síðani litirnar og ikki øvugt.
Hann hevur sítt serliga litaval sum er hansara egna nógv svart blátt og orangu ganga oftani aftur, mær dámar verri enn so allar hansara myndir og litirnir eru ikki altíð líka góðir, teir fáa ikki altíð rúm til at anda, viðhvørt sløkkir hann kraftina í litunum og aðra tíðir dámar mær slettis ikki hansara litir.
Rouault bleiv kendur og hevði góða undirtøku meðan hann livdi, Einaferð brendi hann fleiri hundrað málningar hann var ónøgdur við.
Ein sjálvsmynd frá 1925 hetta er ein sera einføld mynd, sum tær flestu eru hjá honum, hann hevur eina gráa húgvu á høvdinum pannan er høg, andliti lýsir í myrkrinum gollit og orangu við bláari melankolskari bakgrund.
Andliti er følsamt og dapurt hann er søkjandi og hyggur út í verðina. Eyguni eru svartir daprir skuggar, hann er einsamallur til í verðini sum øll onnur. Men innaní hesum dapra einsemi hevur hann kortini eitt trygt fundament sum hann kan standa á. Litirnir eru góðir í hesi mynd og kontrastin millum upplýsta andliti og skuggarnar í andlitinumog myrku bakrundina fungera væl.
Ein tann besta myndin sum Rouault málaði er av eini horu sum situr í sovikamarinum hjá sær og ger seg til reiðar framman fyri speglinum, vit síggja hennara slitna kropp, beinini við sokkunum, bróstini og reyvin og annan armin omanfyri høvdið, andliti er sera dapurt á at líta, eyguni ein svartur skuggi leba-stift svart hár songin er reyð sum tær eru tað á flestu bordellum, formarnir á hesi naknu horu eru gott gjørdir, í speglinum sær henda hora seg sjálva, hon er kedd og døpur og eitt inniligt sjálvshatur skínur týðuliga ígjøgnum. Hon býðar eftir einum nýggjum kunda, henda kvinnan hevur havt fleiri kilometrar av kjøti uppi í sær, hon livir av at hava kynsliga samveru við monnum, sum túsundtals av kvinnum gera tað um allan heim. Horurnar hoyra til á skuggasíðuni í samfelagnum, vanvirdar av religiøsum fólkum kristnum og muslimum o.s.v. Men Rouault vanvirðir ikki hesa horuna sum situr modell framanfyri honum, tvørturímóti hann lýsir hana við virðing og eyðmjúkum kærleika, um hann hevur verið saman við henni ja tað veit eg ikki tað rokni eg næstan við ja tað skuldi ikki undrað meg. Fleiri aðrir listamenn hava málað horur og eisini verið saman við teimum m.a. Van Gofh, Toulouse Lautrec, Degas og Edvard Munch, men henda myndin hjá Rouault er besta mynd av horu sum eg havi sæð. At vera hora er sera farligt, fleiri blíva myrdar. Tær eru ein sera neyðugur trygdarventilur í samfelagnum, at tilfredastilla sexuelt undirerneraðar og ørkymlaðar menn og tað eru nógvir av teimum, eg meini so við um man ikki kan fáa sex so má man keypa sær tað so einfalt er tað. Sex uttan kærleika nyttar onki segði ein vinmaður við meg einaferð. Sex og kærleiki er slettis ikki tað sama segði ein annar vinur við meg.
Sex við kærleika er sjálvandi best, men tað er til eina og hvørja tíð nógv beturi at vera saman við eini horu enn tað er at liggja einsamallur í sjálvdrotti. Tað er onki so sikkurt sum tað, ná aftur til myndina hjá Rouault. Hendan horan hevur persónligheit og útstráling, hon hevur uppliva nógv verið saman við einari rúgvu av monnum av ymiskum slagi og persóni, stødd og aldri og nationaliteti, og hon hevur práta við teir og tilfredsstilla teir, summir hava verið góðir at verið saman við aðrir ikki, hon hyggur inn í spegli og undrast á hvussu næsti kundi fer at vera hon gleðir seg als ikki til næstu samveru hon ger tað fyri pengarnar, men hon má vísa at hon er verd pengarnar. Tá í ein hora skuldi steinast í bíbliuni segði Jesus tann sum er syndafríður kan kasta tann fyrsta steinin! Við teimum orðunum bjargaði hann lívið hjá horuni. Horurnar ganga fremst inn í himmalin stendur einastanis í Bíbliuni. Allir hesir mennirnir sum horan í hesum meistaraverkinum hjá Rouault hevur verið saman við hava givið henni innsigt í menniskjapsykuna gjørt hana klóka men eisini útslitna, tí hon hevur givið teimum allar ein part av sær, meira dugi eg ikki at siga um hesa myndina, tann tigandi og næstan hundrað ára gamla todnaða oljumálingin sigur sína egnu søgu talar sterkt og inniligt tigandi til ein eins og øll onnur stór listaverk gera tað.
Listamaðurin hevur her fangað stemningin persónligheitina og lívssøguna og arbeiðið hjá hesi horubu, helst hevur hann kent hana.
Ein sjálvsama sterk mynd. Ein onnur mynd av horu sum Rouault hevur málað, minnir um tað fyrri nevndu í útrykkið og litspæli, hatta er tann sama horan sum hevur staðið modell, hon situr inni á bordellinum hon hevur frið og bíðar eftir onkrum kunda aftanfyri síggjast aðrar horur í skumla og skýmliga lokalinum í onkrari skumlari gøtu helst í Paris. Horan er ikki so sensuell, men meiri robust. Andliti á hesi horuni endurspeglar farliga umhvørvið, á skuggasíðuni í verðini og í sam-felagnum og ífylgið kristnum morali endurspeglar hetta umhvørvið moralst forfall synd og skomm, soleiðis síggji eg ikki uppá tað man skal ikki døma nakran sigut bíblian og taðå má eisini vera galdandi fyri horur.
Hendan horan er sum so mong onnur menniskju avskorin frá kærleikanum, hon er eitt objekt fyri girnd og ikki kærleika. Kærleiki er ikki nakað sum Rouault lýsti ´+i síni list sjálvt um hann hevði eina konu mesta partin av sínum lívið.
Ein onnur mynd er av tveimum naknum kvinnum sum baða niðri við strondini, henda myndin er ávirkað av Cezanne sum Rouault beundraði nógv, tó litirnir eru ikki teir somu sum hjá Cezanne, hetta er ein figurativ mynd t.v.s.at Rouault hevur fangað og málað naknu kropparnar hjá hesum kvinnum og ikki teirra sál og persónligheit. Aftanfyri sæst hvítt skíggj og blá luft og fremst bláligt vatn og myrka landslagi, formarnir á naknu kvinnunum eru væl fangaðir og gjørdir, henda myndin er væleyðnað og sannførandi í síni kompositión og litum og hevur samstundis skitsurnar frískleika. Hesar kvinnurnar eru staddar mitt í verðini umgyrdar av vatni landið og endaleysari himmalrúmd, og kvinnurnar og nátúran renna saman í eina heild.
Rouault málaði fleiri myndir av kvinnum í cirkus umhvørvinum. Hann var hugtikin av hesum umhvørvið. Klovnurin er stuttligur og undirheldur fólki men aftanfyri maskuna og smyrsli goymir seg eitt ólukkuligt menniskja sum pínist, og tað er hetta
Sum kemur fram í hansara myndum, ein persónur sum finnur vernd og frælsi og tryggleika við at goyma seg aftanfyri eini masku, ein máti at verja seg uppá frá eini óndari verð. Cirkus er eisini ein hálovan av lívinum á ein livandi undirhaldandi og dynamiskan og humoristiskan hátt.
Ein mynd av einum gomlum klovni virkar rættliga sterkt uppá meg aftanfyri hesa maskuna goymir seg ein forpínd tragisk lagna sum má goyma seg frá tí óndu verðini og helst eisini frá sær sjálvum, handan forpíndu og álvarsligu eyguni er eitt svart vónloysishav at finna tað eru mong ólukkulig menniskju til í verðini sum ikki finna kærleikan ella er tað kærleikin sum ikki finnir tey, helst bæði.
Andliti er líkbleikt eyguni stara inn í tómleikan hjá einari deyðari verð eini sløknaðari disillusioneraði sál. Ein sterk mynd av einum forpíndum menniskja ávegis ígjøgnum einari deyðari verð bæði í tí ytra og tí innara, men leiðin gongur tó frameftir ímóti deyðanum sum í hesum føri helst er ein lætti ein máti at sløkkja pínuna uppá. Ein sterk mynd sum eisini fungerar væl reint litmessiga.
Ein onnur mynd er av eini mammu og hennara tveimum børnum, tey eru fátøk og hava fingið ein ljótan lut av lagnurnar hond. Minnini og royndirnar hjá Rouault at hava liva í fátækdømi í sínum uppvøkstri í arbeiðarakvarterinum Belleville í Paris koma her til sjóndar á ein beiskan og eyðmjúkan hátt. Gjógvin ímillum rík og fátøk er enn stór og órættvís í hesi kapitalist domineraðu verð har í magt og peningagirnd og materialisatiskur gullkálvadansur enn ræður t´verri,tíverri..........
Vit koma til verðina við ongum og skuldu verið nøgd við at hava nokk min meining um at hava eitt gott samfelag er at hava nokk at býta ímillum okkum segði Ken Hensley einaferð.
Ein onnur mynd er úr einum herbergið fyri heimleysum fólkið fátæka umhvørvið kemur týðuliga til sjóndar 3 fólk í samtalu rundan um eitt primitivt træborð.
Tað harða lívið á samfelagsins skuggasíðu hevur fest seg og etsa seg við stórari kraft á teirra herdaðu andlitum.
Ein onnur mynd lýsir ræðu-leikarnar frá seinna heims-bardaga sum Rouault jú upplivdi.
Vit síggja ein sum er hongdur og hongur lívleysur í gálganum, hendan myndin er ein sterk óhugnalig og brutal staðfesting av kríggki drápið og heimsins óndskapi sum tíverri enn er aktuelt,ein skríggjandi mótmæli frá listamanninum ímóti heimsins óndskapi eins og hjá øðrum listamonnum sum t.d. Goya og Picassu.
Listin endurspeglar menniskja nátúrunna og verðina í øllum dimensiónum bæði positivt og negativt.
Ein onnur mynd eitur Kristus í einum forstaðið. Vit síggja ein gráligan veg umgyrdur av húsum og omanfyri kastar mánin eina skýmliga glæmu yvur vegin og hesi fátæksligu bygd, fremst síggja vit 3 persónar, ein dramatisk og dynamisk mynd við eini upprunaligari ekspressivari og religiøsari kenslu og døpur sum allar myndirnar hjá Rouault.
Tað lá til hansara nátúru at mála daprar myndir tað merkir man alt fyri eitt, myndir hansara eru upprunaligar djúpar religiøsar ektaðar og erligar.
Jesus verður doyptur eitur ein mynd vit síggja Jesus blíva doyptan, myndin er myrk og døpur sum um at hon súmboliserar Jesusar døpru lagnu at tann ónda órættvísa verðin nelgdi henda uppreistrarmannin á krossin hann sum umboðaði kærleikan og rættvísi og altíð var har í neyðin var støst millum heimsins útskotum hann var sjálvur ein slíkur og stóð altíð í andstøðu til makthavarnar og yvurklassan.
Rouault málaði eisini Jesus á krossinum. Og Eisini portrettir av Jesusi, andliti er fult av eyðmjúkum kærleika sannleika sterkari líðing og djúpari religiøsari og guddómiligari kenslu.
Jesus var ein av guðssendiboðum eins og Buddah Brahman Bahaullah og Mummahed eisini vóru tað.
Ein onnur sera vøkur kvinnumynd Rouault málaði er eitt portrett av Veronicu kvinnuni sum turkaði andliti á Jesusi meðan hann bar krossin eftir Via Dolorosa gøtuni. Andliti er sera vakurt og eyðmjúkt mála hetta er ein vøkur og eyðmjúk og kærleiksfull kvinna ein sera einføld mynd mær dámar tó ikki litirnar.
Rouault var ein stórur listamaður og hevur fingið eitt trygt pláss sum ein av ekspressionistisku klassikarunum innan listasøguna í 20 øld. Hann er í ætt við eitt nú listamenn sum t.d. Soutine og Edvard Munch sum eg tó eri nóg meira hugtikin av enn Rouault.