Leikarametingar: Føroyar - Írland

Soleiðis kláraðu okkara seg.

1 Gunnar Nielsen 4

Hevði tvær góðar bjarginar í fyrra hálvleiki. Stóð annars tryggur og útspørkini vóru góð. Kundi illa gera nakað við írsku málini, men gjørdist tíverri ikki munurin, sum kundi koppa dystinum okkar veg.

2 Jónas Tór Næs 5

Ein tann mest eyðsýndi leikarin á vøllinum. Kom væl frá tí í bæði verjupartinum og kom væl við í álopspartinum. Orkaði at renna allan dystin á tam bog átti innleggið til Arnbjørn Hansen, tá hann skoraði. Dagsins maður

3 Pól Jóhannus Justinussen 3

Hevði aftur ein torføran dyst á vinstra bakki, men vísti góða styrki í verjustøðu. Hevur framvegis trupulleikar í uppspælinum, men fekk eisini nógvar bóltar, har hann hevði fáar møguleikar at sleppa sær av við hann.. Var fluttur inn í miðverjuna tá Odmar fór út og var óheppin at gera sjálvmál.

4 Rógvi Baldvinsson 4

Var ein av okkara stinnastu, men avrikið var ikki eins gott og fríggjakvøldið. Spældi ein framúr fyrra hálvleik, men ikki eins sannførandi í seinna hálvleiki. Átti mannin, sum skoraði til 4-1 eftir horna.

5 Odmar Færø 4

Spældi eins og Rógvi Baldvinsson ein framúr fyrra hálvleik, men mátti fara av vøllinum í seinna hálvleiki. Misti eina ferð bóltin í uppspælinum og tað var um at kosta mál.

6 Hallur Hansson 5

Drønaði allan miðvøllin upp og niður. Okkara høvdu bóltin nógv og mangan var Hallur miðpunktið í spælinum. Átti eina frálíka avlevering til Símun Samuelsen, sum tíverri ikki skoraði. Spældi væl.

7 Fróði Benjaminsen 5

Enn eitt góðkent avrik frá liðskiparanum, sum stríddist allan dystin. Stóð seg eisini væl við bóltinum, men skuldi helst havt minkað um munin, tá hann fekk høvdið á eftir hornaspark.

8 Símun Samuelsen 3

Tuskaði enn eina ferð vinstru síðu upp og niður. Hevði tað torført móti Seamous Coleman, sum vann tveir teir fyrstu tvídystirnar og tað merkist á sjálvsálitnum hjá Símuni. Spældi nakað oftani bóltin aftur til Pól Jóhannus á vinstra bakki, heldur enn at royna at bjóða av

9 Daniel Udsen 4

Passaði væl inn í føroyska spælið í fyrra hálvleiki, tá okkara høvdu bóltin nógv. Men datt niður ímillum í seinna hálvleiki og var útskiftur fyri Arnbjørn eitt korter inn í seinna hálvleik.

10 Christian Lamhauge Holst 4

Aftur ein av okkara bestu,men spældi ikki sín besta dyst fyri landsliðið. Misti sjáldan bóltin og sleppur sær altíð væl av við hann. Sá troyttur út í seinna hálvleiki og megnaði ikki at halda høga støðið í seinna hálvleiki, tá hann var fluttur á høgra vong

11 Jóan Símun Edmundsson 3

Hevði ein slakan dyst sum fremsti maður. Megnar altíð væl at taka ímóti bóltinum, men saknaði eitt sindur av kanti og stríðsandi í nøkrum av tvídystunum. Var aftur hesa ferð fluttur aftur á álopskenda miðvøllin og var við í uppspælinum til málið. Trívist ikki eins væl á tí plássinum og misti bóltin í uppspælinum til 4-1 málið hjá Írlandi

12 Hjalgrím Elttør

Kom forseint inn til at fáa nakrar stjørnur, men hevði eins og seinast ov lítla tíð til at seta sín dám á dystin. Byrjaði við at taka eitt fríspark, sum ikki var sannførandi.

14: Erling Jacobsen 3

Kom inn á vinstra bakkin og hevði somu trupulleikar í uppspælinum sum Pól Jóhannus. Spurningurin er um tað bara generelt er torførari at spæla upp í vinstru enn í høgru.

17 Arnbjørn Hansen 4

Kom inn og gjørdi tað sum hann skuldi nevniliga at skjóta mál. Talan var um eitt framúr mál frá framherjanum, sum uttan stórvegis hóvasták var hægri enn John O’Shea og stútaði væl í málið til 1-2. Er ikki í form, men gjørdi góðan mun hann var ikki. Kemur hann í form, so skjýtur hann nógv fleiri mál fyri landsliðið

Lars Olsen: 3

Valdi at góðum grundum at byrja inn við teimum somu ellivu, sum fríggjakvøldið, men tað kostaði í síðsta enda. Orkan gekk undan hjá okkum og tí gjrdist tapið eisini størri enn neyðugt.
Taktikkurin var annars til eitt seks tal í fyrra hálvleiki, har okkara vóru omaná. Okkara eru hinvegin als ikki klárir, tá vit koma út til seinna hálvleik. Tað er ikki gott nokk. Lars Olsen velur aftur at skifta Arnbjørn Hansen og hesa ferð gevur tað mál, men spurningurin er um tað ikki hevði verið rættari at flutt Jóan Símun á vongin heldur enn Christian Lamhague Holst, sum er bindiliðið millum álop og verju.
Okkara høvdu stórar trupulleikar við hornaspørkunum hjá Írlandi í fyrra hálvleiki. Hetta er ikki fyrstu ferð, at hornaspørk hava elvt til trupulleikar, men tað er ein standardstøða, at horna verður tikið stutt. Tá má og skal ein maður hava sum uppgávu at fara út við tí, sum dekkar mannin, ið fer ímóti, so talan ikki verður um 2 móti 1.

Dómarin: Lorenc Jemini 3

Hevði ikki nakran serligan hug at bríksla okkara veg, men hevði eina avgerandi góða døming, tá hann valdi at geva fyrimun, tá Aiden McGeady var alt ov seinur í eina takling og rakti Jónas Tór Næs. Spælið helt fram og tað endaði við, at Jónas Tór Næs legði innfyri til Arnbjørn Hansen, ið skoraði – og Aiden McGeady fekk gult kort.
Annars var dómarin ikki til okkara fyrimun, men ikki orsøkin til at vit taptu.