men bert vilja vissa seg um, at tey ikki eru sjúk? Jú, tað eru tey, vit kalla hypokondarar ella sjúkurædd fólk. Eg ræðist, um hesi fólk gerast veruliga sjúk, og at eg ikki skal leggja tað til merkis [...] ein lutur var settur inn í bein ella mjødn. Sjúklingurin var av bygd, men hættaði sær ikki heimaftur, og fór tí til sonin í Havn at búgva. Tá sjúklingurin fekk ringa pínu, og tað tóktist sum var bruni komin [...] hvat var galið. Jú, sjúklingurin var innlagdur ein dag, sendur til røntgenviðgerð, har yngsti læknin á deildini stóð fyri kanningini. Næsta dag varð sjúklingurin útskrivaður, hóast pínan ikki var batnað
hóast høllin verri enn so var fullsett. Dagurin var kanska heldur ikki tann besti og tíðspunkti heldur ikki. Men tey, sum møttu fingu ein sera áhugaverdan fyrilestur - eingin ivi um tað. Undirskrivaðu sam [...] undirvísingar- og mentamálaøkinum. Samstarvsyvirlýsingin er ikki serliga nágreinilig. Hon nevnir ikki beinleiðis hvat samstarvast skal um, men gevur hinvegin møguleikan fyri samstarvi á øllum økjum, sum [...] Tá Signar á Brúnni var í Íslandi og vitjaði íslendska starvsbróður sín, Bjørn Bjarnason beyð hann honum at koma til Føroya á almenna vitjan. Og ikki kann sigast annað enn, at hann hevur gjørt skjótt av
telefonini úr Vági. Eg hugsaði ikki so nógv um tað í fyrstuni, men væntaði, at hetta var ein misskiljing, sum skjótt fór at verða ruddað av vegnum, og eg hugsaði als ikki, at tað fór at taka so drúgva tíð [...] einki nýtt varð at frætta. Anna sigur, at hon segði Sigmundi frá tíðindum heimanífrá, og at hann annars tosaði um sína støðu, sum tó oftani einki nýtt var at frætta um, hesa tíðina. Hevur runnið 6 km hvønn [...] gingið um dagarnar. Spurd hvussu tað hevur kenst, tá útlitini fyri at maðurin kom aftur, gjørdust so drúgv, sigur Anna Andreasen, at hon sjálvandi hevur verið ógvuliga ótrygg og bangin, og at hon við hvørt
og hana hoyrdi Brandur Øssurson, tá hann var í Álandi fyrr í ár. ? Hon er ein framúrskarandi góður framførari, sigur hann og sigur, at hann er sera fegin um at tað eydnaðist at fáa Ekman til Føroya. Úr [...] árini. Øll hesi árini hevur festivalurin drigið hópin av útlendskum tónleikarum hendavegin og tað er ikki hissini umtalað Føroyar og føroyingar hava fingið uttanlands fyri henda festival. Ein festivalur, [...] allar mátar stendur mát við tað, sum upplivast kann uttanlands, bæði tá tað viðvíkur tónleikarum og ikki minst rammunum umkring festivalin. ? Norðurlandahúsið er ótrúliga væl egna til ein slíkan festival
góðum tilboðum, ið smærru handlarnir ikki kunnu kappast um. Øll kendu Blákolluna, sum fyri eini tíð síðani lat aftur. Blákollan helt til á Áarvegnum í Havn, og hevur hon verið har, síðani tey á Vertshúsunum [...] Gongini« - ella Gongin Delekatesse - man vera kendur um alt Føroya land. Her var tað, at Harald og Luffa í Gongini í fimtiárunum seldu frukt og grønt, sum tá var rættuliga forkunnug vøra at fáa á Føroyum.
harmur um, at Føroya Symfoniorkestur ikki fær innivist í Norðurlandahúsinum sunnudagin, men tað gerst einki við tað.Vit royndu at flyta tiltakið, sum longu var skrásett henda dagin, men tað bar ikki til. [...] stuðul frá finska mentamálaráðnum at koma til Føroya, bar ikki til at útseta framførsluna. Peter Turtschaninoff sigur, at um cello-spælarin ikki kom hendavegin nú, so noyddust teir at rinda honum endurgjald [...] øgiliga keddur um hetta, men tað gerst ikki við. Vit hava tosað við Symfoniorkestrið, og vit vilja fegin hava tey í húsinum. Næsta tiltak hjá symfoniorkestrinum er nýggjárskonsertin, og hon verður í No
børn eru á stovni 8 tímar ella meiri um dagin hvønn dag er hart. Lívið var einfaldari og friðarligari fyrr, og um ikki mamman var heima vóru onnur vaksin rundan um barnið. - Tíðin vaksin eru saman við [...] skerst ikki burtur, at verðin stendur ikki í stað. Hetta er ein verð, har bæði foreldur og børn eru upptikin av øllum møguligum og tað eru ikki øll, sum tola, at tað er so ófriðarligt rundan um tey. Tað [...] men verandi játtan er ikki til fólkini, sum eru í starvi. Í ár er hon ein hálv miljón minni enn veruligu útreiðslurnar. At reka stovnin við undirskoti er sjálvandi heldur ikki ein gongd leið, tað skapar
áttu tey ungu tíman millum kl. 16 og 17. - Hetta var ein roynd, men vit hava fingið afturmeldingar frá fólki, sum halda, at tíðin seint seinnapartin ikki er tann rætta til tey ungu. Tí fáa tey ungdómssendingina [...] Ætlanin er at skapa ein annan karm um fríggjakvøldið. Beint eftir V4-sendingina er Jógvan Arge vertur í nýggju sendingini Spyr bara, har fólk við meiningum kjakast um samfelagsviðurskifti. Lurtararnir fáa [...] Jákup Rólantsson, sum fer at taka sær av teirri sendingini, og har verða ferðsla og ferðslumál umrødd. Hon fer sum í fjør at eita Koyribreytin. Seinnapartarnir yrkadagar verða fyri tað mesta tónleikur og e
føroyingar. Hvat slag av samstarvi talan er um, er ov tíðliga av siga nakað um. Væl eydnað - Vitjanin hjá Björn Bjarnason í Føroyum eydnaðist sum heild ógvuliga væl. Hann var sera hugtikin av tí hann sá og hoyrdi [...] seinasta sunnudag í Norðurlandahúsinum, er søgulig og er byrjanin til eitt samstarv, ið fevnir bæði um gransking, skúlaskap og mentan. Íslendingar eru ógvuliga frammalaga í øllum hesum viðurskiftum, eru [...] og ganga undan, og vit kunnu læra nógv av teimum. Men andin í samstarvsavtaluni er sjálvandi, at hon skal galda báðar vegir. Og á vitjanini í Føroyum seinasta vikuskiftið fekst longu ein varhugi av, at
seinast, ikki færri enn 43 ár. Hon var tá ein ung genta í húsinum hjá foreldrum hansara og Björn var 11 ár. Í grundini visti Jonna als ikki, at Björn Bjarnason var tann 11 ára gamli Björn, sum hon ansaði [...] Hon hevði als ikki ætlað sær til Havnar síðsta vikuskiftið. Men klokkan hálvum seks leygarmorgunin mátti hon av húsum fyri at fara norður um fjørð. Hon skuldi nevniliga hitta íslendska mentamálaráðharran [...] síðani. Ikki fyrr enn hon sá myndina av honum í Dimmu og Sosialinum í farnu viku. Hon bar kenslu við hann, ringdi til landsstýrismannin Signar á Brúnni, sum var vertur hjá Björn og spurdi hann, um hann visti