Tvær horvnar havnarmyndir

Gamla kioskin, Blákollan á Áarvegnum er ikki til longur, og letur ikki uppaftur. Um stutta tíð letur upp hárfríðkanarstova í húsunum

Nógvir av gomlu handlunum í Havnini hava seinastu árini hava latið aftur - tí teir máttu lúta fyri nýggju tíðini, ið við sær hevði stórar handlar - við nógvum og góðum tilboðum, ið smærru handlarnir ikki kunnu kappast um.

Øll kendu Blákolluna, sum fyri eini tíð síðani lat aftur. Blákollan helt til á Áarvegnum í Havn, og hevur hon verið har, síðani tey á Vertshúsunum lótu upp kioskina miðskeiðis í tríatiárunum.

Seinnu árini hava fleiri ymsir eigarar rikið handilin. Síðani Blákollan lat aftur, hevur Gullhornið hildið til í hølunum, men nú eru húsini seld, og tey verða í hesum døgum sett í stand til annað endamál - tey skulu hýsa eini hárfríðkanarstovu.

Umframt Blákolluna helt eisini Baldursbrá til í húsinum. Nú eru kortini fleiri á síðani, at Frants Restorff lat aftur bakaríútsøluna har. Heldin, ið m. a. hevur selt gávulutir til ferðafólk, hevur hildið til í hølunum hjá Baldursbrá í nøkur ár, men hesin handil er nú eisini latin aftur.

Annar gamal handil í sama grannalag, Gongin, er nú eisini latin aftur. Oluffa Jensen, Luffa í Gongini, hevur rikið handilin síðani maðurin, Harald í Gongi doyði í 1991.

Handilin »í Gongini« - ella Gongin Delekatesse - man vera kendur um alt Føroya land. Her var tað, at Harald og Luffa í Gongini í fimtiárunum seldu frukt og grønt, sum tá var rættuliga forkunnug vøra at fáa á Føroyum.