Hann var eisini nógv á Strondum hjá mostrini, Bette. Har slapp hann at royna seg í báti og spæla í bungunum, ið eingilsmenn bygdu undir krígnum. Eisini dámdi honum væl úti á Trøðni hjá mostrini Alisu í [...] í Havnardali. Hann og Ludvík, systkinabarnið, plagdu at vera á Velbastaðhálsi, har teir lógu í telti og siglu við flakum á tjørnini, har tey ymisku støðini fingu nøvn sum t.d. Akabavíkin og Suezveitin,
Tað kom ikki sørt óvart á borgarstjóran í Sandavágs Kommunu, Rósu Samulesen, tá hon her í blaðnum í gjár las, at ein av orsøkunum til vantandi heilsufrøðingar á skúlum í Føroyum er, at tað eru so fáir [...] fleiri, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavágs Kommunu. Trupulleikar vaksa seg størri Eins og skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík hevur Sandavágs kommuna fleiri ferðir vent sær til Heilsufrøðiskipanina við [...] heilsufrøðingur ein avgerandi leiklut, tá tað ræður um sálarliga trivnaðin á skúlanum, tá tað eitt nú ræður um happing, vísir Rosa á. - Men er tað einum heilsufrøðingi, tey bíða eftir, so hava vi ein her.
tað vóru Andreas á Trónda og Mikkjal í Grønlandi. Dinna arbeiddi leingi á Thorshavns Mejeri & Mælkeforsyning, vanliga nevnt Mejaríið. Seinastu árini hon var til arbeiðis, var á fabrikkini á Hálsi. Hetta gjørdi [...] Nú tynnist á Garði , kann vera sagt, tá ið fólk fara hiðani, og sanniliga kann tað nýtast á hesum sinni. Tað eru bert mánaðir síðan, at Símun legði inn, og nú varð tað so systurin Katrina, ella sum vit [...] høgt uppí, mundi vera ein tann vakrasti í allari Havnini, har vóru trø, blómur og rabarbur, og uppi á trøðni høvdu tey eplaveltu. Um summarið var hoyggingin fyri, og var hon altíð uppi í hesum arbeiði eisini
Ólavur var nýføddur, so er Ólavur, síðani Anna, hon doyði í 2002 og so eru Tórhild og Ása, tær búgva á trøðni uppi við Villingadalsvegin, sum Søren Meinert í síni tíð saman við verfaðirinum breyt upp úr nýggjum [...] Sjólívið hjá Ólavi varð ikki drúgt. Hann fór í snikkaralæru hjá Hartvig Hansen, og í 1956 fór hann á handverkaraskúlan í Haslev, har hann tók sveinastykkið. Hann arbeiddi síðani eitt stutt skifti í Danmark
í regnklæðini og eru á veg út gjøgnum dyrnar ei undur í, at aldur ikki sæst á teimum. Mong munnu vera, ið undrast á, hvaðani øll orkan hjá teimum kemur, tí meðan abbin er á trøðni og tjúklar um seyðin [...] sæst aldur als ikki á teimum. Hetta er jú ikki so løgið, tí teirra altíð lætta lyndi og smittandi lívsgleði kennir jú ongan aldur. Omman, sum er fødd og uppvaksin í Fámjin, arbeiddi á ungum árum í handlinum [...] handlinum hjá N.J.Mortensen á Tvøroyri. Abbin er føddur og uppvaksin á Tvøroyri og starvaðist í krambúðini hjá pápa sínum. Ikki er gott at siga, um handilslívið fekk tað at renna saman teirra millum, men okkum
læknin fór niður, fekk hann Hannemiu lærupláss á Husassistenternes Fagskole, sum var í Keypmannahavn. Tá ið skúlin var liðugur, fór hon sum húshjálp í eitt ár á lítlu oynna Enehøje, sum liggur í Nakskovfirði [...] og heim upp á seg, eitt tungt tak fyri eina so unga gentu. Hon mátti t.d. sjálv stíla fyri sínari egnu konfirmatión, tí eingin var mamman sum sagt, men onkur góð hond hjálpti eisini til. Á ungum árum fór [...] rithøvundinum Peter Freuchen. Har dámdi henni sera væl. Eftir hetta var hon í tveimum øðrum húsplássum á Lollandi, áðrenn hon fór heim aftur til Føroyar. Hannemia var ongantíð uttanlands eftir hetta, men livdi
Depilin sum tók stig til hesa vitjanina. Vitan vantar Ein av luttakarunum á skeiðnum er Oddmar Ravnsfjall, sum er lærari við skúlan á Giljanesi. Hóast hetta evnið átti at havt áhuga fyri lærarar, so vóru ikki [...] millum luttakararnar. At Oddmar so fór á skeiðið var orsakað av, at í hansara flokki finst ein næmingur, hvørs eyðkenni eru at finna aftur í tí, sum evnið var á skeiðnum. - Sum lærarar vita vit ikki nóg [...] nóg mikið um hetta. Hesi børnini koma í okkara skúla, men spurningurin er, um skúlin er til reiðar at møta teimum. - Her á skeiðnum hava vit fingið eina vitan, sum ger okkum betri før fyri at skilja hesar
fara næmingar á skúlanum at sýna fram nakað av tí, sum teir hava tikist við seinasta skúlaskeiðið. Talan er um handverk í breiðum týdningi, og eru soleiðis bæði hármóti, timburarbeiði og bilar á skránni. Alt [...] Alt handverk, sum er framleitt av næmingunum á skúlanum. Tiltakið í Gongugøtuni byrjar klokkan 12.
sum samstundis ikki kann peika nágreiniliga á, hvør hevur ábyrgdina av, at skúlin fyri øll, verður til skúlan fyri ongan. - undir verandi karmum hevur skúlin ongan møguleika at taka ímóti okkara børnum [...] - Vit rena okkum alla tíðina í múrar, og eg kundi hugsað mær, at skúlin var nógv meira jaligur og fyrireikaður til uppgávuna. Skúlin skal búgvast út til hetta við útbúgving, tíð, peningi, vilja og tolsemi [...] Harumframt fáa tey eisini tíð til at fyrireika seg til at drongurin skal í skúla um 1 ½ ár, soleiðis at skúlin, sum tey velja til drongin, eisini kann fyrireika seg. Men hóast Fríðbjørg longu hevur prátað við
verður umleið 3.700 fermetrar stórur. - Vit miðja eftir, at skúlin fæst fyri einar 57 mió krónur og kemur at standa liðugur á heysti 2008. Gamli skúlin Rodmundur sigur, at fleiri fundir hava verið í kommununi [...] vita ítøkiliga, hvat tað er, vit taka støðu til, sigur hann. Borgarstjórin vísir á, at við í avtaluni er ein tíðarætlan upp á tríggjar mánaðir, soleiðis at býraðið væntandi kann taka endaliga støðu til møguliga [...] um, hvussu fram skal farast. - Vit hava eisini umrøtt spurningin um at byggja í stigum, men kann skúlin fáast upp fyri slakar 60 mió krónur, hugsa vit okkum, at meginparturin av verkætlanini verður framd