Dinna

29/1-1919  24/2-2006

Nú tynnist á Garði, kann vera sagt, tá ið fólk fara hiðani, og sanniliga kann tað nýtast á hesum sinni. Tað eru bert mánaðir síðan, at Símun legði inn, og nú varð tað so systurin Katrina, ella sum vit nevndu hana Dinna,onkur segði Systi, ella Katrina hjá Mikkjal í Grønlandi.
 
Her úti í grannalagnum eru nógv fólk farin seinnu árini, tíðanverri, alt ov nógv ung eru teirra millum, so at tað tynnist á Garði er ikki einstýðandi við, at tað bert er úr tí eina húsinum, nei, her kann tað merkja alt grannalagið.
 
Katrina varð fødd úti í Grønlandi 29. jan 1919, har hon vaks upp, og búði meginpartin av lívið sínum. Hon passaði hús, til pápin Mikkjal Mikkelsen, vanliga nevndur Mikkjal í Grønlandi, doyði í 1979, tá flutti Katrina, Eiler og sonurin Einar heim í Tórsgøtu at búgva, og nú eru bæði Katrina og Eiler farin.
 
Einar og eg eru nakað javngamlir, og vóru tað mest vit báðir, ið hildu saman tey fyrstu árini, fram til um 1967. Tá meira bleiv bygt, og aðrir ungdómar komu í grannalagið.
Her úti í Grønlandi var eitt umhvørvi, ið breyt eitt sindur frá. Her vóru traðir, fólk høvdu seyð, ross, ymiskan flogfenað, og so vóru tvey hús ið høvdu kúgv, tað vóru Andreas á Trónda og Mikkjal í Grønlandi.
 
Dinna arbeiddi leingi á Thorshavns Mejeri & Mælkeforsyning, vanliga nevnt Mejaríið. Seinastu árini hon var til arbeiðis, var á fabrikkini á Hálsi. Hetta gjørdi hon samstundis sum hon passaði hús, og at passa hús tá var ikki sum í dag. Kúgvin skuldi passast, klæðir skuldi vaskast, tá var eingin vaskimaskina. Og so allur maturin, hann skuldi eisini klárgerast, tá var einki sum æt fryst.
 
Nú tað várar, og skavast skal í urtagarðinum, var eisini nakað sum eykendi Dinnu, tí urtagarðurin hjá henni, sum hon gekk sera høgt uppí, mundi vera ein tann vakrasti í allari Havnini, har vóru trø, blómur og rabarbur, og uppi á trøðni høvdu tey eplaveltu. Um summarið var hoyggingin fyri, og var hon altíð uppi í hesum arbeiði eisini.
 
Dinna var stillfør og heimkær, hon fór ikki langt út um portrið, men Eiler og Einar ferðaðust nógv, og vóru teir túrar niður gjøgnum Europa. Líka visti eg hvat Europa var, men Eiler, sum var sera góður frásøgumaður hevði tikið dias-myndir, og bjóðaðu Dinna og tey tá til ferðafrásagnir við dias-myndum, fínan heklaðan dúk á borið, drekkamunn og nýbakaða køku, meðan myndir vóru vístar uppá eitt hvítt lak, ið var hongt uppá stovuveggin. Hetta var fyrstu ferð ein kundi ímynda sær, hvussu tað sá út í Týsklandi, Sveits, Fraklandi, Italia, Grikkalandi osfr. Har sótu vit unglingar við stórum eygum og víðopnum oyrum, og lurtaðu, meðan Eiler greiddi frá um kaisarar, kongar, krígshetjur, gamlar filosoffar og mangt annað. Jú, hetta vóru løtur.
 
Sum vit vuksu til, Einar og eg, skuldi ymiskt roynast, vit bygdu kassabilar, umbygdu súkklur og annað. Eldri ein gjørdist kom áhugin fyri knallertum, bilum, nýggjum og ikki minst gomlum motorsúklum. Alt hetta gekk fyri seg í kjallaranum í lítla svarta húsinum hjá Mikkjal í Grønlandi. Har sum tað er hjartarúm, er eisini húsarúm.
Vit kundu vera nógvir dreingir, og tað var ikki dagur, at vit ikki vóru bodnir upp til drekka hjá Dinnu. Har sótu uppí 15 dreingir og skrólaðu, og tað eru løtur í standa brendar fastar í minninum, ikki bert hjá mær, men hjá nógvum dreingum í Havnini. Henda fryntliga klæna og altíð smílandi konan, murrandi onkran gamlan norskan slagara,  tók okkum til sín við opnum ørmun, ikki bara eina ella tvær ferð, nei dag aftaná dag, viku aftaná viku, stóð hon klár við tekannuni og køkubita, og um onkur ikki hevði eti døgurða, so var altíð ein tyngri máltíð klár. Dinna hevur verið røsk, og alt var gjørt við einum stórum smíli.
 
Á ellisárum, viknaði Dinna nógv, og var mest seingarliggjandi. Einar hevur fyrimyndarliga passa mammu sína, líka til nú hon sovnaði stillisliga inn, tveir dagar eftir fyrsta várdag.
 
At hon var góð við Einar, krógvaði hon ikki - hann var hennara eitt og alt. Seinastu ferð eg var og heilsaði uppá Dinnu, hyggur hon uppá Einar, og síðan yvur á meg og sigur, eg havi altíð verið so góð við Einar. Ja, tað kann eg væl taka undir við - men Einar, tín kærleiki til mammu tína, liggur sanniliga ikki eftir.
Tann, ein er góður við, hevur fleiri nøvn, so um ein sigur Katrina, Dinna, Systi ella Katrina hjá Mikkjal í Grønlandi, so vóru øll góð við hana, tí hon var sjálv góð við øll.
Fyri mær var hetta sum eitt annað heim, og Dinna var sætt at siga ein eykamamma.
 
Hvíl í friði góða Dinna.
 
Mourits