Bjarti Mellemgaard 50 ár

Í dag, 9. mars, fyllir Bjarti Mellemgaard í Havn 50 ár.


Bjarti er havnarmaður og útbúgvin skipari, men hann er best kendur sum  handilsmaður.
 
Sum smádrongur var Bjarti nógv í Hvalba hjá ommu síni Sigrid, har dámdi honum væl at fanga állar í Hamarsá og klintra undir Garðshamri. Hann var eisini nógv á Strondum hjá mostrini, Bette. Har slapp hann at royna seg í báti og spæla í bungunum,  ið eingilsmenn bygdu undir krígnum.
 
Eisini dámdi honum væl úti á Trøðni  hjá mostrini Alisu í Havnardali. Hann og Ludvík, systkinabarnið, plagdu at vera á Velbastaðhálsi, har teir lógu í telti og siglu við flakum á tjørnini, har tey ymisku støðini fingu nøvn sum t.d. Akabavíkin og Suezveitin, ið vóru nógv frammi í tíðindumum tá.   
 
Sum 15 ára gamal fór Bjarti til skips við trolaranum Brandi Sigmundarsson. Hann var eisini við Hallarkletti nakarar túrar. Seinni sigldi hann við einum Kuba-trolara sum stýrimaður. 
 
Seinastu mongu árini hevur Bjarti, sum er ein sannur roknimeistari, verið álitið í handlinum hjá pápanum Hjá Eli, har hann m.a. hevur staðið fyri innkeypi av vørunum. 
 
Foreldrini hjá Bjarta eru Sylvia og Eli Mellemgaard í Havn. Hann er elstur av trimum brøðrum, hinir eru Heðin og Róin. 
 
Bjarti er giftur Torgerð, f. Albinus, úr Fámjin, sum er útbugvin sjúkrhjálpari. Tey eiga sonin Eli, sum eisini hevur sera góð evnir  og arbeiðir sum teldufrøðingur hjá Formula fo.
 
Saman við pápanum og brøðrunum eigur Bjarti frítíðarbátin Sylvia, sum teir hava nógva gleði av. Teir hava eisini verið onkran túrin uttanlands við bátinum. 
 
Bjarti er burturstaddur føðingardagin.