Skúlabygging
Fyri góðari viku síðan skrivaðu umboð fyri Runavíkar kommunu, byggifelagið Articon og ráðgevarar hjá kommununi, arkitekturin Eyðun Petersen og ráðgevandi verkfrøðingafeløgini, Landsbyggifelagið og Sofus M. Jakobsen, undir eina sonevnda partalagsavtalu.
Kommunan hevur latið gera eitt skitsuprojekt til nýggjan skúla við Løkin í Runavík, og endamálið við avtaluni, sum nú er undirskrivað, er í fyrsta lagi at finna út av, hvussu nógv ein slíkur skúli kemur at kosta.
Slakar 60 mió kr.
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, sigur, at tað liggur ikki meira í hesi partalagsavtalu enn tað, at kommunan vil hava málið um skúlabygging betri lýst og kostnaðarmett, soleiðis at endalig støða umsíðir kann takast móti sumri.
- Áðrenn vit taka endaliga støðu, mugu vit vita ítøkiliga, hvat tað er, vit taka støðu til, sigur hann.
Borgarstjórin vísir á, at við í avtaluni er ein tíðarætlan upp á tríggjar mánaðir, soleiðis at býraðið væntandi kann taka endaliga støðu til møguliga bygging fyri summarfrítíðina.
- At byggja nýggjan skúla í Runavíkar kommunu, er ikki nøkur nýggj ætlan, men hon røkkur fleiri ár aftur í tíðina.
Hann sigur, at tað, sum skitsuprojektið leggur upp til, er ein nýggjur skúli við Løkin í Runavík, sum verður umleið 3.700 fermetrar stórur.
- Vit miðja eftir, at skúlin fæst fyri einar 57 mió krónur og kemur at standa liðugur á heysti 2008.
Gamli skúlin
Rodmundur sigur, at fleiri fundir hava verið í kommununi um skúlabygging, og ymiskt hevur verið frammi um, hvussu fram skal farast.
- Vit hava eisini umrøtt spurningin um at byggja í stigum, men kann skúlin fáast upp fyri slakar 60 mió krónur, hugsa vit okkum, at meginparturin av verkætlanini verður framd undir einum. Spurningurin um, hvussu nógv kommunan megnar í einum, verður soleiðis eisini umrøddur, og endaliga avgerðin verður eisini tikin hareftir, sigur hann.
Borgarstjórin vísir á, at við í kanningararbeiðnum, sum nú verður gjørt, er eisini spurningurin, um gamli framhaldsskúlin í Runavík skal umvælast ella rívast niður.
- Endalig støða er ikki tikin til hetta enn, leggur Rodmundur Nielsen aftrat.










