Ongan heilsufrøðing í fleiri ár

- Sjálvt um vit hava ein arbeiðsleysan heilsufrøðing er í oynni, hava skúlarnir í Vágum ongan heilsufrøðing havt í fleiri ár. So tørvin á heilsufrøðingum kann mynduleikin ikki brúka sum undanførslu, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavágs Kommunu.
Sum skilst, er heilsufrøðingur í starvi til økið, men hevur viðkomandi átikið sær aðrar uppgávur enn skúlabarnaøkið


Tað kom ikki sørt óvart á borgarstjóran í Sandavágs Kommunu, Rósu Samulesen, tá hon her í blaðnum í gjár las, at ein av orsøkunum til vantandi heilsufrøðingar á skúlum í Føroyum er, at tað eru so fáir útbúnir heilsufrøðingar
- Her í oynni hava vit ein heilsufrøðing, sum gongur arbeiðsleys, tí onki starv er at fáa. Kortini hava skúlarnir í oynni ongan heilsufrøðing havt í fleiri, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavágs Kommunu.
Trupulleikar vaksa seg størri
Eins og skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík hevur Sandavágs kommuna fleiri ferðir vent sær til Heilsufrøðiskipanina við trupulleikanum við vantandi heilsifrøðingi til skúlabørnini. Men úrslitið er tað sama hvørja ferð. Skipanin lovar at søkja eftir heilsufrøðingi, men so hendir onki meir
- Tað sigur seg sjalvt, at tey ongan heilsufrøðing fáa, um tey ikki søkja, sigur Rosa, sum heldur ikki skilur, hvør sparing skuldi verið í hesum, um tað er fíggjarligi karmurin, ið er ov trongur.
Møguligir heilsutrupulleikar hjá børnunum vaksa seg jú bara størri, um onki verður gjørt fyri at fyribyrgja ella taka hond um teir, so tíðliga, sum til ber, sigur Rosa men leggur afturat, at hetta jú ikki bara snýr seg um pengar.
- Í síðsta enda er tað heilsan hjá børnunum og kanska menniskjalagnur, sum skulu svíða fyri eini slíkari raðfesting, sigur hon.
Rosa sigur seg væl skilja, at heilsufrøðiskipanin helst vil hava ein útbúnan heilsufrøðing at røkja eitt slíkt starv. Hon er nevniliga sannførd um, at hendan uppgávan og tænastan er nógv meir umfatandi og týðandi, enn nógv geva sær far um. Umframt regluligu heilsukanningarnar, hevur ein heilsufrøðingur ein avgerandi leiklut, tá tað ræður um sálarliga trivnaðin á skúlanum, tá tað eitt nú ræður um happing, vísir Rosa á.
- Men er tað einum heilsufrøðingi, tey bíða eftir, so hava vi ein her. Vit bíða bara eftir starvslýsingini, sigur Rosa Samuelsen, borgarstjóri.
9 størv til 60 skúlar
Í stuttari viðmerking sigur Bjarta Vilhelm, at heilsufrøðingur er í starvi nakrar tímar um vikuna millum annað sum liður í heilsutænastuni í Vágum. Heilsufrøðingurin tekur sær tó ikki av skúlabarnaøkinum, men av øðrum heilsutænastum. Spurd, hví skipanin hevur valt at raðfesta soleiðis, sigur Bjarta Vilhelm, at pengar stutt sagt ikki eru til at hava ein heilsufrøðing á hvørjum skúla í Føroyum
- Í løtuni eru 9 heilsufrøðingastørv, sum skulu dekka meir enn 60 skúlar. Tað sigur seg sjálvt at hetta ikki røkkur, sigur Bjarta Vilhelm, og leggur afturat, at kjarnin í trupuleikanum er, at barnaøkið ikki er raðfest nóg høgt politiskt.