er tað fimta ferðin, at teir fara undir stóra takið at spæla í Europa Cup. Higartil hevur tað ongantíð eydnast at koma víðari úr innleiðandi umfarinum, og tað er einki at ivast í, at uppgávan hesa ferð er [...] fram ímóti at vera eins stór, sum hon var í fjør, tá Glasgow Rangers var mótstøðuliðið. Í Gøtu hava teir fyrireikað seg so væl, sum tað ber til hjá amatørum at gera. Ikki soleiðis at skilja, at teir ? burtursæð [...] eru framvegis nógvir spælarar, sum hava verið við so at siga hvørja ferð, og tað verður ikki minst teirra lutur, sum fer at gera av, hvussu GÍ fer at standa seg í kvøld. 20 á listanum Íalt hava tjúgu spælarar
hølum úti í Boroyavík. Nógv fólk var og vitjaði inni í sjálvum handlinum leygardagin, og forvitnaðist hvussu nýggja bakaríið sær út. Men størsti áhugin var ikki inni í handlinum, men heldur uttanfyri í Kli [...] gestirnar sunnani frá, tí tunnilskøkan smakkaði sera væl. Jórun Larsen Mørkøre, sum eigur bakaríið sigur, at tær vóru tvær um køkuna. - Vit brúktu eina viku ella so um køkuna. Uppskriftin er rættiliga einkul
verkætlanir, góðkenna at stuðul verður latin av upphæddini, ið er markað til førleikamenning segði Eyðun Elttør og vísti á, at tað hevur verið fílst á, at vit ikki settu krav um, at peningurin til førle [...] aftur. Hildið varð, at oljufeløg, ið fara undir leiting á føroyskum øki, ikki eiga at sleppa undan at taka lut í føroyska samfelagslívinum, og í hesum sambandi eisini vera við til at eyðmerkja ætlanir, [...] fyritøkur og føroyingar hava gjørt vísti Eyðun Elttør á. Hann segði, at vit mugu minnast til, at treytirnar um føroyska luttøku onki siga um, at oljufeløgini skulu brúka eitt ávíst prosenttal av vørum og tænastum
Og nýggja tryggingarfelagið vil fegið, at tryggingartakarin eisini skal merkja nakað - fíggjarliga - til, at feløgini nú eru løgd saman, og tískil verður bíligari at reka. Sum eina gávu til tryggingartakaran [...] r. Hetta hevur verið gjørt út frá tí, at tað er so ymiskt, hvar í landinum ymsu skaðarnir henda, og hvussu stórir teir eru. Politikkurin higartil hevur verið, at tey, ið brúka tryggingina mest, skulu gjalda [...] soleiðis, at um skaði henir fyrsta árið, hækkar tryggingin við trimum stigum. Aðrar broytingar verða eisini í akfarstryggingum, eitt nú tað, at bilførari, ið hevur koyrt »firmabil« í longri tíð, nú fer at kunna
um, at tað er neyðugt at avmarka rættin hjá virkjum og einstaklingum at keypa seg inn í alivinnuna, so eru flokkarnir ikki á einum máli um, hvussu hetta skal gerast. Meðan Bjarni Djurholm ætlar at seta [...] prosent kunnu fimm virki ella einstaklingar koma at eiga alla alivinnuna. Sjálvstýrisflokkurin mælir til at hámarkið verður sett til 10 prosent, og at reglan um, at útlendingar í mesta lagi kunnu eiga triðingin [...] partapeninginum í einum alivirki, verður varðveitt. - Flokkurin mælir til, at landsstýrismaðurin sum skjótast tekur stig til at tryggja, at fá hesi viðurskifti í rættlag, stendur í yvirlýsingini frá Sjálvstý
Starv? Havi onki fast, men eri tónleikalærari 5) Hvussu gamal vart tú, tá tú fekk áhuga fyri tónleiki? Tað var áðrenn eg dugdi at grulva 6) Nær byrjaði tú so at spæla tónleik? Sum 5-6 ára gamal 7) Hvørjum slagi [...] persónligi veikleiki? At Eg eri fleksibul 14) Hevur tú nakað frítíðarítriv? Mítt arbeiði er eitt frítíðarítriv 15) Best í sjónvarpinum? Uppbyggjandi sendingar 16) Besta uppliving? At taka ímóti dóttrini [...] dóttrini, tá hon kom í heimin 17) Størsta vónbrot? At dagurin bert er 24 tímar 18) Besti matur? Føroyskur og afrikanskur matur 19) Besti drykkur? Onki er so gott sum ein koppur av te um morgunin 20) Hevur tú nakað
seg. Av tí at hetta hendi um náttina, lógu tey flestu og svóvu, og tey vaknaðu ongantíð aftur. Tey, sum vóru uppi, fullu alt fyri eitt í óvit, og hóast mong royndu at flýggja, vísti tað seg at vera vónleyst [...] fólk í Bhopal kært seg um, at drekkivatnið var vorðið dálkað, men enn tann dag í dag drekka fólk í býnum dálkað vatn, uttan at Union Carbide hevur rætt hond frá síðu fyri at rudda eftir sær, stendur í [...] tí heldur eingin annar hevur viljað játtað pengar til at kanna, hvussu umfatandi avleiðingarnar av vanlukkuni veruliga vóru. Kortini verður hildið, at umleið 100.000 fólk dragast við mein, sum tey hava fingið
løgmanni boð um at krevja av Tórbjørn Jacobsen, at hann letur vera við at avtaka grundlógardagin sum frídag hjá skúlunum. Landsstýrismaðurin hóttir við at rýma, um hann ikki sleppur at føra sín egna [...] Seinni hevur Tórbjørn Jacobsen sagt, at tíðindaskrivið varð skrivað upp á nakkan á sær fyri at bjarga samgonguni – sum tað eisini gjørdi. Tað er einki at ivast í, at nógv stóð upp á spæl hjá Tjóðveldisflokkinum [...] so tími eg ikki at sita í hesum sessinum. Tí so havi eg einki at sita her til. Eg tími ikki at vera majonettfigurur hjá nøkrum øðrum, sigur Tórbjørn Jacobsen. Løgmaður avsannar, at hann skal hava fingið
vatnstøðu í høvunum, og oyggjasamfeløg eru um at hvørva. Fólkatalið á jørðini økist og matvøru- og vatntrot er í fleiri londum. Boðini frá fundinum í London eru m.a., at komandi toppfundurin í Rio í juni má taka [...] skránna um burðardygga menning, verður á fundinum í Norðurlandahúsinum hugt eftir, hvussu hevur gingist her hjá okkum at røkka avtalum og ítøkiligum málum og um nøkur frambrot síggjast rætta vegin. Eftiransan [...] Norðurlandhúsinum 14.juni er fyriskipað sum tiltak at varpa ljós á samtyktir, semjur og úrslit frá Rio-fundinum í 1992, og er í hesum sambandi gjørt av at handa virðislønir til vinnarar í Umhvørsvisátakið
so, at tað hvørvur, men HIV kann tarnast við at geva fleiri sløg av anti-virus heilivági. Tað ber til at fylgja við sjúkugongdini við at máta hvussu nógv er av HIV-genstreingi í blóðinum og, hvussu lágt [...] kunnu fyribyrgja AIDS og HIV-smittu, er við at fyribyrgja, at virussið sleppur at breiða seg frá smittaðum til frískar persónar. Her skal beinanvegin sláast fast, at vanlig sosial samvera við ein HIV-smittaðan [...] lagi 4 ? 12 vikur eftir, at ein er smittaður. Royndin kann takast anonymt, t.v.s. at einum nýtist ikki at upplýsa navn ella føðingardag. Fyrimunurin við einari HIV-roynd er tann, at ein fær vissu fyri, um