Bakaríið Klingran er nýliðani latin upp í nýggjum hølum úti í Boroyavík. Nógv fólk var og vitjaði inni í sjálvum handlinum leygardagin, og forvitnaðist hvussu nýggja bakaríið sær út.
Men størsti áhugin var ikki inni í handlinum, men heldur uttanfyri í Klingrugarðinum. Har stóð nevniligani nógv umtalaða tunnilskakan. Við sínum 20 metrum og 900 kransakøkuringum fylgti hon ein stóran part av Klingrugarðinum. Hetta ljóðar av nógvum, men tá tað endiliga var koyrandi undir Leirvíksfjørð og fólkið streymaði norð eftir, var ikki nógv eftir av góðu kransakøkuni. Tíverri fyri mongu gestirnar sunnani frá, tí tunnilskøkan smakkaði sera væl.
Jórun Larsen Mørkøre, sum eigur bakaríið sigur, at tær vóru tvær um køkuna. - Vit brúktu eina viku ella so um køkuna. Uppskriftin er rættiliga einkul, tí vit brúktu 140 kg av kranse xx, og aftrat tí var 70 kg av sukur og so bara hvítar. Hetta gav í alt góðar 900 ringar, sum vóru settir millum fjallasíðurnar úr flamengo, sum Look North hevur gjørt, greiðir Jórun Larsen Mørkøre frá.