20 prosent er ov nógv

Sjálvstýrisflokkurin heldur, at eingni skal kunna eiga meira enn 10 prosent av føroysku alivinnuni. Ætlaða hámarkið uppá 20 prosent er ov høgt, sigur flokkurin í yvirlýsing

 

Hóast samgonguflokkarnir eru samdir um, at tað er neyðugt at avmarka rættin hjá virkjum og einstaklingum at keypa seg inn í alivinnuna, so eru flokkarnir ikki á einum máli um, hvussu hetta skal gerast.

Meðan Bjarni Djurholm ætlar at seta hámarkið til 20 prosent, so mælir Sjálvstýrisflokkurin til, at eingin skal kunna eiga meira enn 10 prosent av føroysku alivinnuni. Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin taka undir við hámarkinum uppá 20 prosent, men Sjálvstýrisflokkurin sigur í einari yvirlýsing, at hetta er ov høgt.

Flokkurin heldur tað vera óheppið, at eitt einstakt virki fær ov stórt vald í alivinnuni, og við uppskotna hámarkinum uppá 20 prosent kunnu fimm virki ella einstaklingar koma at eiga alla alivinnuna.

Sjálvstýrisflokkurin mælir til at hámarkið verður sett til 10 prosent, og at reglan um, at útlendingar í mesta lagi kunnu eiga triðingin av partapeninginum í einum alivirki, verður varðveitt.

- Flokkurin mælir til, at landsstýrismaðurin sum skjótast tekur stig til at tryggja, at fá hesi viðurskifti í rættlag, stendur í yvirlýsingini frá Sjálvstýrisflokkinum.

- Alivinna má metast javnt við annað tilfeingi føroyinga, og tað ber ikki til, at vit í Føroyum seta okkum í ta støðu, at vit gerast eitt útjaðaraøki hjá t.d. einum ella nøkrum fáaum stórum útlendskum alifyritøkum, sigur flokkurin at enda í yvirlýsingini.

Spurningurin um ognarviðurskiftini gjørdist aktuellur aftur, tá norska felagið Pan Fish herfyri kom við einum tilboði um at keypa 50 prosent av partapeninginum í Havsbrún, sum er ein av stóru eigarunum í alivinnuni. Bjarni Djurholm og Vinnumálastýrið gjørdu skjótt av og snikkaðu saman eitt uppskot, sum sigur, at eingin skal kunna eiga meira enn 20 prosent av alivinnuni. Um hetta so verður hámarkið, sum løgtingið skal taka støðu til, ella um Sjálvstýrisflokkurin fær síni sjónarmið ígjøgnum, er ikki greitt enn.