1) Navn?
Kaj Johannesen
2) Nær ert tú føddur?
23. juni
3) Ert tú trúlovaður ella giftur?
Nei
4) Starv?
Havi onki fast, men eri tónleikalærari
5) Hvussu gamal vart tú, tá tú fekk áhuga fyri tónleiki?
Tað var áðrenn eg dugdi at grulva
6) Nær byrjaði tú so at spæla tónleik?
Sum 5-6 ára gamal
7) Hvørjum slagi av tónleiki lurtar tú eftir? góðum popp tónleiki
8) Hvør er heimsins besti tónleikabólkur?
Tað er Weather Report
9) Hvør er tín tónleikarliga fyrimynd?
Tað má verða Bach
10) Eru umstøðurnar nóg góðar hjá føroyskum tónleiki?
Tær kundu verið betri
11) Størsta uppliving?
Tá eg var til konsert við Weather Report
12) Hvat er tín størsti persónligi eginleiki?
Eg eri fleksibul
13) Hvat er tín størsti persónligi veikleiki?
At Eg eri fleksibul
14) Hevur tú nakað frítíðarítriv?
Mítt arbeiði er eitt frítíðarítriv
15) Best í sjónvarpinum? Uppbyggjandi sendingar
16) Besta uppliving?
At taka ímóti dóttrini, tá hon kom í heimin
17) Størsta vónbrot?
At dagurin bert er 24 tímar
18) Besti matur?
Føroyskur og afrikanskur matur
19) Besti drykkur?
Onki er so gott sum ein koppur av te um morgunin
20) Hevur tú nakað motto?
Hoyr um annan, lít á teg sjálvan










