20 ár við HIV og eyðkvæmi

   

 

Fyribyrgingarráðið

Í ár eru 20 ár liðin síðan sjúkan AIDS (eyðkvæmi) tók seg upp í Los Angeles í USA. Hesir fyrstu tilburðirnir vóru samkyndir menn, og vísti sjúkan seg sum ein smittandi viknan av immunverjuni, víðari gransking á økinum vísti skjótt, at talan var um eitt virus, hetta virus fekk navnið HIV.

Tað er neyvan nøkur nýkomin sjúka í 20. øld, sum hevur vakt størri ans og størri ótta enn eyðkvæmi. Og her er veruliga nakað at vera bangin fyri:

a) Hon kemur sníkjandi. T.v.s. ein merkir ikki tey fyrstu árini, at ein er vorðin smittaður.

b) Hon er deyðilig eftir 12 ?15 árum.


Hvussu vanlig er sjúkan?

Síðan farsóttin tók seg upp, eru uml. 22 mill. deyð av eyðkvæmi.

Í heiminum í dag eru eini 40 mill., sum hava AIDS ella eru HIV smittaði.

Í sokallaða 3. heiminum er eyðkvæmi og HIV smitta í øgiligum vøkstri, ringast er í Miðafrika t.d. í Zimbabwe, har roknað verður við, at heili 25% av fólkinum er smittað. Eisini eru fleiri lond í landsynningsasia hart rakt.

Í framkomnu londunum er støðan betri og meira stabil. Í Danmark var sóttin í hæddini í 1992-93.

Í 2000 blivu í Danmark fráboðaðir 48 tilburðir av eyðkvæmi og 248 tilburðir av HIV-smittu, hetta samanborið við 239 eyðkvæmistilburðir í 1993 og 380 tilburðir av HIV-smittu í 1992.

Her í Føroyum hava verið íalt 17 tilburðir av HIV smittu, 14 menn og 3 kvinnur. Av AIDS í útbroti (eykvæmi) eru 7 tilburðir fráboðaðir, og 4 eru deyð av sjúkuni.

Seinastu árini hava vit verið sera heppin í Føroyum við tað, at bert ein tilburður av HIV-smittu er fráboðaður síðan 1996 og eingin tilburður av eyðkvæmi síðan 1995.

Hvussu smittar sjúkan?

Nógv tann vanligasti hátturin er gjøgnum kynsligt samband; serliga stórur er vandin, um ein er samkyndur maður, sum hevur kynsligt samband við fleiri aðrar menn. Men vanligt kynsligt samband millum mann og kvinnu er seinastu árini blivin meira vanligur smittuháttur.

Rúsevnismisnýtarir, sum sproyta seg við dálkaðum nálum, eru ein serligur vandabólkur.

HIV-positivar kvinnur, sum eru við barn, kunnu smittað tað ófødda barnið.

Áðrenn tað gjørdist lógarkrav at kannað alt blóð, sum varð nýtt til transfusiónsviðgerðir, gjørdist nøkur sjúk av smittaðum blóði. Eisini hava verið nakrir tilburðir, har bløðarar eru blivnir smittaðir av heilivági, sum verður framleiddur av blóðúrdráttum.

Heilsustarvsfólk, sum eru um HIV-smittaði og eyðkvæmissjúklingar, kunnu vera so óheppin, at tey stinga seg av einari brúktari nál og blíva smittaði, men hetta er sera sjáldsamt (100 tilburðir í øllum heiminum).


Hvussu vísir sjúkan seg?

1 til 4 vikur eftir smittuna blíva uml. helvtin sjúk við influensu-líknandi sjúkueyðkennum og hovnum eitlum ella hálsabruna. Hesi sjúkueyðkenni hvørva aftur eftir fáum døgum, møguliga verður nakað av eitlavøkstri verandi fylgjandi árini.

Tá eini 8 ? 10 ár eru liðin, kann tann smittaði fáa AIDS, eisini kallað eyðkvæmi, sum kemur av, at immunverjan viknar. Tey fyrstu sjúkueyðkennini av eyðkvæmi eru oftast eitt serligt slag av lungnabruna, sum kemur av einari mikroorganismu, kallað pneumocystis carinii, eisini sæst ofta soppabruni í munninum og í vælindinum og, at vektin minkar í stórum.


Hvussu kann sjúkan viðgerast?

Tær ígerðarsjúkur (infektiónir), sum koma av at immunverjan er viknað, verða viðgjørdar við antibiotika, anti-virus heilivági og anti-soppa heilivági. Sjálvt HIV-virussið kann ikki viðgerðast so, at tað hvørvur, men HIV kann tarnast við at geva fleiri sløg av anti-virus heilivági. Tað ber til at fylgja við sjúkugongdini við at máta hvussu nógv er av HIV-genstreingi í blóðinum og, hvussu lágt talið er av einum serligum slagi av hvítum blóðkroppum, kallaðir CD4+. Viðgerðin kann so rættast eftir úrslitinum av hesum blóðroyndum.

Hendan viðgerðin hevur gjørt, at eyðkvæmissjúklingar liva munandi longri og betri nú enn fyri fáum árum síðani, men eyðkvæmi er framvegis ein deyðiligt sjúka.


Hvussu kann sjúkan fyribyrgjast?

Tað verður granskað um alla verðina fyri at finna eitt koppingarevni (vaksinu) til at fyribyrgja HIV-smittu. Men hetta hevur ikki eydnast enn, hóast tað verða javnan gjørd framstig í hesari gransking.

Einasti háttur, vit kunnu fyribyrgja AIDS og HIV-smittu, er við at fyribyrgja, at virussið sleppur at breiða seg frá smittaðum til frískar persónar. Her skal beinanvegin sláast fast, at vanlig sosial samvera við ein HIV-smittaðan ella ein AIDS sjúkling, gevur ongan vanda fyri smittu. Ein vanligur kossur, tað at drekka av samað glasi, er t.d. vandaleyst.

Tað, sum smittar, er kynslig samvera við ein smittaðan. Um ein ikki hevur kynsligt samband við ein smittaðan persón, er eingin vandi fyri smittu. T.v.s. at pør, sum ikki hava kynsligt samband uttanfyri paralagið, eru tryggjaði móti smittu.

Um annar ella bæði kortini fríggja við øðrum, eru ráðini at brúka hít. Hítin skal brúkast óansæð hvat slag av sex, ein dyrkar við tí fremmanda. Hítin skal brúkast rætt t.v.s. hvørjaferð og undir allari samleguni. Um hon verður brúkt rætt, verjir hon ikki bert móti HIV-smittu, men eisini mót øðrum kynsbornum sjúkum, eitt nú klamydia og gonoré.

Sum nevnt eru serlig atlit at taka, um ein er rúsevnismisnýtari. Rúsevnismisnýtarir, sum sproyta seg, mugu ansa eftir ikki at nýta brúktar nálir, tí HIV virus kann sita á tí dálkaðu nálini, og tá er vandi fyri at blíva smittaður.


Hvat er ein HIV-roynd?

Ein HIV-roynd er ein blóðroynd, sum vísir um ein hevur andevni móti HIV-virus í kroppinum.

HIV-royndin gerst positiv í fyrsta lagi 4 ? 12 vikur eftir, at ein er smittaður. Royndin kann takast anonymt, t.v.s. at einum nýtist ikki at upplýsa navn ella føðingardag.

Fyrimunurin við einari HIV-roynd er tann, at ein fær vissu fyri, um ein er smittaður ella ei.

Ein hevur tá møguleikan at koma tíðliga í viðgerð.

Vansin við einari HIV-roynd er tann, at ein, um hon er positiv, noyðist at liva við vitanini um at vera smittaður við einari lívslangari álvarsligari ígerðarsjúku.


Hvar kann ein fáa meira at vita um AIDS og HIV-smittu?

Kommunulæknarnir svara øllum spurningum um AIDS og HIV-smittu eins og um heilsu og fyribyrging annars. Fyribyrgingarráðið (postsmoga 135. 110 Tórshavn) er eisini til hjálpar.

Á alnótini finnst ein ørgrynna av góðum heimasíðum um eyðkvæmi og HIV.

Sum dømir kunnu nevnast:

www.netdoktor.dk og

www.aids-linien.dk

Hesar heimasíður hava allar leinkjur til aðrar heimasíður, so ein kann leita víðari runt í verðini.


Hví er tað so umráðandi við upplýsing um fyribyrging av júst hesari sjúkuni?

Hóast vit, sum nevnt, ongan eyðkvæmistilburð hava havt seinastu árini, so er HIV-smitta og eyðkvæmi potentielt ein stór hóttan. Um fólk gerast minni varin viðvíkjandi teirra kynslívi, er vandi fyri, at talið av tilburðum fer at økjast skjótt og nógv.