Afzelius, og vit fara at gera okkum stóran ómak við upptøkunum, tí fólk hava jú nakað at samanlíkna føroysku útgávurnar við, sigur Steintór Rasmussen. - Tí er tað kanska eitt sindur djarvt, at fara í holt við [...] eina slíka útgávu, men um vit gera eina góða fløgu, so rokni eg eisini við, at fólk fara at taka væl ímóti henni. Ætlanin er at gera eitt sindur burtur úr, tá fløgan kemur út eina ferð í heyst, og um onkur [...] Tí er tað rættiliga upplagt at gera eina fløgu við týðingum av nøkrum av hansara sangum, sigur Steintór Rasmussen, sum rekur Studio Pegasus, og sum samskipar arbeiðið at gera Afzelius-fløguna. Hann hevur
til, at veiðan fyri 1999 ikki fer upp um 1.263.000 tons, og sambært útrokningum við varsemi (Precautionary Approach) eigur gýtingarstovnurin ikki at fara niður um 5,0 mió. tons. Tí verður mett, at veiðan [...] skipatali. Sæð í mun til heildarveiðuna ásett fyri 1999 eru londini samd um at taka hóskandi stig til tess at tryggja, at veiðustøðið tey komandi árini verður sett í mun til eina heildarætlan og um neyðugt [...] ICES. Í 1998 kom norðhavssildin eisini í íslendskan sjógv. Strandalondini samtyktu í fjør at seta ein arbeiðsbólk at viðgera eina langtíðarætlan út frá einum lívfrøðiligum og búskaparligum sjónarmiði, hvussu
liðini vóru skerd við tað, at Øssur Hansen var leikbannaður hjá toftamonnum, meðan Jón Pauli Olsen hjá VB eisini sat uttanfyri við trimum kortum. Men tað vísti seg rættiliga skjótt, at saknurin hjá B68 var størri [...] eftir eina innvanda kombinatión endaði tað við, at Magni Mohr kundi seta bóltin í kassan til 1-0. Fimm minuttir áðrenn hálvleik økti Milan Culjic, eftir at Popczynski var farin framvið eini trimum toftamonnum [...] vakurt, og 2-0 til VB. B68 hevði ikki nógv at bjóða uppá í fyrra hálvleiki. Í spæli gekk javnt á, men tað var heimaliðið, sum hevði flestu kjansirnar. Nærmast við at skora áðrenn steðgin var B68, tá Jákup
fór at ivast í, um Neistin nú hevði selt tað víðagitna skinnið, áðrenn tann víðagitna bjørnin var skotin. Tá málið til 22-19 kom, sá út til at vera liðugt, og ein kundi trúð, at VÍF-ballónin fór at bresta [...] út til at vera rættiliga langt av landi skotið, tá dysturin leið móti endanum, men sum kortini nærkaðist í hvørjum og at enda kom undir land. Tað var rættiliga gjøgnumgangandi fyri allan dystin, at liðini [...] Tá Katrin á Neystabø skoraði til 22-19 og fýra minuttir vóru eftir, sá út til, at hon hevði sløkt vónina hjá VÍF um at fáa stig burtur úr dystinum millum nummar tvey og nummar trý í kappingini hjá kvinnunum
okkum? Er yvirhøvur nakað at minnast, tá ið vit eru deyð? Tað stutta av tí langa er: Er nøkur meining í at minnast tey deyðu, um veruleikin er tann, at deyðin fær alt og øll at forganga og hvørva út í bláa [...] sína og av umstøðunum vórðu noyddir at gjalda prísin. Í hesm føri minnast vit teir fyri okkara egnu skuld, so at vit kunnu umhugsa, um og hvussu langt vit eru til reiðar at lata teir vera fyridømi, tá ið vit [...] meining at minnast tey deyðu? Tí menniskjaligt minni er ógvuliga stutt. Fyrr ella seinni tekur deyðin okkum. Hvussu leingi fara tá tey, sum einaferð hildu okkum vera týdningarmikil í lívi teirra, at minnast
ikki leiðsluni í Kongsvinger, sum er trek at lata hann fara til henda dystin, um hann fær boð. ? Eg havi fingið at vita frá venjaranum, at hann helst vil hava meg at verða verandi her, tí vit hava fleiri [...] steypakappingini, sigur Julian. Altjóða fótbóltssamtyktirnar siga, at eitt felag ikki hevur loyvi til at forða nøkrum av sínum spælarum í at umboða land sítt, tá boð er eftir teimum, so um Julian verður úttikin [...] Men tað broytir ikki upp á tann veruleika, at tilveran sum fótbóltsspælari í Kongsvinger er eitt sindur strævin í hesum døgum. ? Vit eru so smátt farnir at merkja trýstið millum fólk í býnum, sigur Julian
Simma, í fer við at geva løg síni út, tá hann andaðist. Hetta varð av ongum, men han sang tey inn á band, sum familjan so hevur havt at lurta eftir. Einki at ivast í, at mangur fegnast um, at løgini nú eru [...] stuttar frágreiðingar eru eisini á enskum. At er orsakað av, at fløgan er bólkað sum "World Music", har eisini útlendingar við áhuga fyri Føroyum eiga at hava møguleika at áa innlit í, hvat sungið verður um. [...] nótum og besiffringum er á veg. Hetta er ætlað teimum, ið sjálvi dáma at syngja og spæla. A different beat Nú skal ein vara seg við at tulka og útleggja, men lesir ein t.d. Magnus Dam Jacobsen og kennir
haldi eg tó, at hann hevur eins stóran týdning fyri tey, ið velja at luttaka á skeiðum skúlans, sum hann hevði fyri tey, ið fyrr numu sær kunnleika innan gátt skúlans. Munurin er bert tann, at tilboðini eru [...] eitt skriviskeið, og væntar skúlin, at skeiðið fer at vera væl vitjað. Tað sama er galdandi fyri pensjónistaskeiðið. Skúlastórin á Føroya Fólkaháskúla ivast ikki í, at lív er háskúlanum lagað. Játtan skúlans [...] varð settur á stovn, men tó byggir hann enn á somu grundreglur. Nevniliga at menna einstakligin. Aðalmál skúlans er nevniliga at vekja hug einstaklingsins til mentaða samfelagið við menniskjanum sum miðdepli
lokala tíð fer landsliðið á stadion at royna vøllin, har teir skulu spæla í somu tíð í annaðkvøld. Veðrið í Spania er av tí fagrasta, og tað verður ikki mett, at tað fer at verða nøkur plága fyri føroysku [...] hvørjar ellivu spælarar, venjarin fer at senda á vøllin, og hvørjar uppgávurnar fara at verða hjá teimum. Allan Simonsen heldur seg oftast til tað, hann plagar at gera. Higartil hava Henning Jarnskor og [...] Simonsen velur at loysa trupulleikarnar í høgru, so er tað púra greitt, at eingin av hesum verður settur í plássið, sum er tómt, nú Allan Mørkøre er leikbannaður, og Henning Jarnskor er skaddur. At hesir vera
møguleika hevur at stýra sjálvum stríðnum. Gandur Spælið handlar ikki bara um, at hava so nógvar herdeildir sum gjørligt, men tað er eisini týdningarmikið, at herurin hevur ein góðan leiðara, t.v.s. at hann hevur [...] herdeild kann knýta at sær hetjur frá fýra flokkum og gjøgnum tær brúka trølldóm móti fíggindanum. Hetjurnar kanna økini og finna bonusstig og trøllauppskriftir, sum tær brúka til eitt nú at styrkja hermoralin [...] 1024X768 punktir, og tað enntá uttan at skula trýsta nøsina móti skíggjanum. Allar myndir eru animeraðar og bakgrundstónleikurin fellur væl í oyruni. Brúkaraflatan er til at yvirskoða og væl skiljandi. Spælið