Neistakvinnur bundu ikki fyri posan

Hondbóltur: Kvinnurnar hjá Neistanum iðraðu seg um, at tær ikki megnaðu at halda fast og vinna á VÍF hóast greiða leiðslu

Tá Katrin á Neystabø skoraði til 22-19 og fýra minuttir vóru eftir, sá út til, at hon hevði sløkt vónina hjá VÍF um at fáa stig burtur úr dystinum millum nummar tvey og nummar trý í kappingini hjá kvinnunum.

VÍF-kvinnurnar høvdu tá minkað eina annars trygga Neistaleiðslu upp á 21-16 niður í 21-19, og ein fór at ivast í, um Neistin nú hevði selt tað víðagitna skinnið, áðrenn tann víðagitna bjørnin var skotin.

Tá málið til 22-19 kom, sá út til at vera liðugt, og ein kundi trúð, at VÍF-ballónin fór at bresta, men til teirra rós góvust tær ikki. Tað eydnaðist VÍF í teimum seinastu fýra minuttunum at taka Neistan aftur, og tá dysturin var liðugur, stóð á jøvnum 22-22.

Neistin hevði søplað eina annars trygga leiðslu burtur, og tær kundu heldur ikki vera nøgdar við úrslitið, so sum dysturin háttaði seg. Hinvegin kundu VÍF-kvinnurnar fegnast um eitt stig, sum sá út til at vera rættiliga langt av landi skotið, tá dysturin leið móti endanum, men sum kortini nærkaðist í hvørjum og at enda kom undir land.

Tað var rættiliga gjøgnumgangandi fyri allan dystin, at liðini skiftust um at hava viðrák. Neistin fekk eina leiðslu upp á 4-2, men VÍF svaraði aftur og legði seg á odda 6-4. Síðani var tað aftur Neistin, sum átti tørn og kom upp á 8-7 og 9-8, áðrenn VÍF endaði hálvleikin við at vera frammanfyri 11-9.

Í byrjanini av seinna hálvleiki nærkaðist Neistin aftur og kom upp á javnleik 13-13. Javnleikurin helt sær til 16-16, tá Neistakvinnur drógu frá aftur og løgdu seg á odda 21-16.

Hesa løtuna riggaði einki hjá VÍF, og skotini hjá Ioanu Rapa, sum í fyrra hálvleiki sótu hart og væl, funnu nú als ikki málið, men endaði fyri tað mesta omanfyri. Endurrisna Marjun Jógvansdóttir gjørdi stóran mun í Neistaverjuni í seinna hálvleiki, og tað sá út til, at VÍF-liðið var sligið um koll.

Men tá ið á stóð, vóru tað ikki sum onkuntíð fyrr bert Ioana Rapa og Jacklin Durhuus, sum tordu, men eisini Laila Friis og Angelie Jógvansdóttir, sum skutu tvey mál í part seinastu fimm minuttirnar, og tað kundi bent á, at VÍF-liðið hevur størri breidd enn higartil hildið.

Neistin fekk seinasta álopið í dystinum, men tað endaði við álopsfeili, og so var tann seinni hálvi tímin farin, og eingin vinnari varð funnin.

Hetta var dysturin millum nummar tvey og trý, og úrslitið hóvaði ivaleyst Kyndli væl, tí nú eru tvey stig millum oddaliðið og næstu liðini í staðin fyri eitt, sum tað hevði verið, um dysturin mikukvøldið ikki var endaður javnur.

Bæði VÍF og Neistin eru framvegis sera væl við í kappingini. Tvey stig eru á muni, men tá stigini verða skorin niður í helvt, er munurin bert eitt stig, so tað er framvegis alt eftir at spæla um.


Neistin-VÍF 22-22 (9-11)

Neistin: Inga Danberg 7, Kára á Dunga 6, Katrin á Neystabø 6, Annika Thomsen 2, Rúna Wardum 1.

VÍF: Ioana Rapa 7, Jacklin Durhuus 6 (1), Laila Friis 4, Angelie Jógvansdóttir 4, Randi Kúrberg 1.

Útvísingar: Neistin 3, VÍF 1.