Ein alheimsligur føroyskur fólkaháskúli

Rói Paturson, háskúlastjóri, heldur, at størsti munurin á Føroya Fólkaháskúla í 1999 og á Føroya Fólkaháskúla í 1899 er, at skúlin er vorðin ein meira alheimsligur skúli merktur av kunningarsamfelagnum.

Fólkafundurin í Føgrulíð leygardagin var ein markering av hundrað ára degi Føroya Fólkaháskúla. Ein skúli, ið hevur havt stóran týdning fyri føroyska mentan, og kanska serliga føroyskt skriftmál. Men hevur skúlin enn sama týdning fyri samfelagið, sum hann hevði, tá mentafólk tóku stig til at seta hann á stovn fyri hundrað árum síðan?

Rói Patursson, ið nú er stjóri á Føroya Fólkaháskúla, heldur skúlan vera broyttan nógv síðani hann varð settur á stovn, men tó byggir hann enn á somu grundreglur. Nevniliga at menna einstakligin. Aðalmál skúlans er nevniliga at vekja hug einstaklingsins til mentaða samfelagið við menniskjanum sum miðdepli.

? Leikluturin hjá háskúlunum í norðanlondum er broyttur fullkomiliga gjøgnum ymsiku samfeløgini. Føroyski Fólkaháskúlin varð settur á stovn í endanum av bóndasamfelagnum. Síðani er leikluturin broyttur gjøgnum fiskivinnusamfelagið og vælferðarsamfelagið, nú eru vit á veg inn í kunningarsamfelagið, og við hesum broytist skúlin eisini eftir samfelagnum uttanum hann.


Ikki sama týdning

Fyri hundarð árum síðani vóru ikki tey stóru skúlatilboðini til føroyingar við hugi fyri lestri. Tí hevði háskúlin rættuliga nógv at siga. Í dag eru skúlatilboðini mong og fjølbroytt, og tí kann hugsast, at skúlin ikki longur hevur sama týdning fyri dagsins ungdóm, sum hann hevði fyri tann ungdóm, ið vaks upp fyri øld síðani. Men Rói Patursson, sigur tó, at áhugin fyri skúlanum er stórur. Á vanligu vetrarskeiðum skúlans luttaka umleið 25 til 30 næmingar við einum miðalaldri, ið liggur um tey 20 til 22 árini.

Heilt vanligt er, at um fimm av næmingunum, ið luttaka á vetrarskeiðum skúlans eru úr øðrum londum. Hetta er ein stór broyting í mun til pionertíðina, tá allir næmingarnir vóru føroyskir, og flest allir vóru við í sjálvstýrisrákinum, ið tá eins og nú bylgdist í barmi hjá stórum parti av føroyska ungdóminum.

? Hóast skúlin ikki er tann sami longur, haldi eg tó, at hann hevur eins stóran týdning fyri tey, ið velja at luttaka á skeiðum skúlans, sum hann hevði fyri tey, ið fyrr numu sær kunnleika innan gátt skúlans. Munurin er bert tann, at tilboðini eru so mong í dag, og velja mong ung tískil aðrar skúlar enn júst háskúlan, heldur Rói Patursson.


Nógv tilboð

Føroya Fólkaháskúli hevur nógv í boði fyri flest allar aldursbólkar í samfelagnum. Talan er ikki bert um tey longru vetrarskeiðini, har millum 25 og 30 næmingar luttaka. Skúlin heldur nevniliga eisini fleiri onnur styttri skeið, og verða flestu av hesum hildin um heystið. Eitt av skeiðunum um heystið, ið verður sera væl vitjað, er pensjónistakeiðið, ið varir í eina viku. Eisini eru onnur skeið, ið ikki beinleiðis eru fyri nakran ávísan aldursbólk. Hesi eru somuleiðis væl vitjaði. Tað næsta skeiðið av slíkum slag er eitt skriviskeið, og væntar skúlin, at skeiðið fer at vera væl vitjað. Tað sama er galdandi fyri pensjónistaskeiðið.

Skúlastórin á Føroya Fólkaháskúla ivast ikki í, at lív er háskúlanum lagað. Játtan skúlans er kanska heldur tunn, men Rói Patursson heldur, at skúlin fer at varveita sín týdning í samfelagnum hóast hann ikki er tann sami sum fyrr. Skúlin er vorðin meira alheimsligur, og hevur hetta eisini stóran týdning í tí alheimsliga kunningarsamfelagi, vit í løtuni liva í.