leiddi okkum umborð. Einastandandi vakurt Tað var ein einastandandi vøkur sjón, sum møtti okkum, tá vit stungu høvdið innum. Ein einastandandi vøkur móttøka, eins og var talan um eitt margstjørnað gistingarhús [...] eina løtu fóru vit út og upp á dekki ovast uppi. Hevði hoyrt um svimjihyl í erva og tá ongantíð havi sæð ein slíkan, gleddi eg meg. Á vegnum uppeftir hittu vit fleiri av teimum ferðandi, sum tóktust sera [...] bert helmingin av ferðamannatalinum, sum okkara ferðamannaskip ger. Well, nú skuldi hetta ikki gerast ein frágreiðing um Norrønu, men um stásiliga gestin, sum bert lá á Havnini í nakrar fáar tímar. Tað var
hesi stuðulsupphædd er so eisini ein ætlan hjá EB um vøll. Vanliga stuðulsupphæddin til hallir og vallir og annað tílíkt er 30 %, men Signar á Brúnni avsannar tó, at ein við at lata so stóra upphædd til [...] Signar á Brúnni. - Eg fór út og spurdi meg fyri, tí eg var í iva orsakað av viðmerkingunum, tí lesir ein viðmerkingarnar, so er málið eitt sindur løgið, sigur Signar á Brúnni. Undarlig viðgerð - Eg meti, [...] tí Fíggjarnevndin kemur so tíðliga inn í málið og setir eina upphædd við nøkrum viðmerkingum. Eg havi uppfatað tað soleiðis, at nøkur verulig og neyv málsviðgerð hevur ikki verið av fyrstan tíð og so
hesi søguni um ein lítlan óvita, ið hann helt spegla vakstramannahugsanina so beinrakið, sum bara børn kunnu gera: »Eg stóð ein dagin niðri á Nesinum og málaði. Tá stendur knappliga ein lítil smádrongur [...] summum, sum bert hyggja við búkfylluhugsan, men sum er ein so ríkur heimur hjá øðrum, ið duga at geva kørgu náttúru okkara og umhvørvi gætur upp á ein sovorðnan máta, at tey úr teimum duga at taka til sín [...] hugsað? - tá ið tey tóku pensil í hond og smoykin funnu sær ein loynikrók, har tey í duldum kundu dyrka síni sinnisligu frábrigdi. Sjálvur átti eg ein morbróðir, sum var øðrvísi enn flestu onnur í heimbygd
vit at vraka tað. Ein eigur ongantíð at góðtaka nakað uttan at skilja tað. Ger ein tað, so verður ein lumpaður av tílíkum sum Hitler. Skilir ein ikki hví Gud er rættvísur, t.e. kann ein ikki forsvara tað [...] veruliga ein dagur fyri Honum (2. Pæt. 3:8), so er Hann jú tíðarbundin, eins og vit eru tað, bert á ein annan hátt. Skal nakað skil vera í, so mugu vit ganga út frá at hetta, at túsund ár eru eins og ein dagur [...] hetta havi eg sagt fyrr. Hevur tú fylgt við? Tá eg kjakaðist við Sonna Jacobsen segði hann einaferð, at hann helt mínar spurningar vera leiðandi. Tað eru teir eisini á ein hátt. At ein spyr ein retoriskan
so ivist eg ikki í, at tú manst hava lagt nógv gott í hana. Tað var bara ein John Smith og vil altíð bara vera ein John Smith. Ein tjóð fostrar bert fá slík menniskju - við so mongum eginleikum. Flogvit [...] undarligt. Hóast stórur aldursmunur var millum okkum báðar, so kendi eg teg John sum ein einastandandi vin, ja næstan sum ein bróður. Tær mongu løturnar, sum tó vórðu alt ov fáar, vit vóru saman, hava fest [...] nærlagdur og so lynandi intelligentur, at tað var altíð ein fragd at hoyra og lesa tað, hann hevði at siga um so gott sum øll lívsins viðurskifti. Ein lítil filosoffur búði í hesum lágvaksna manninum. Hvør
og heldur, at ein leiðari eigur at ráðføra seg við starvfelagar sínar. - Sum skúlaleiðari kemur ein ofta í ta støðu, at ein skal taka støðu til ymiskt, men eg havi gjørt tað, at eg havi oftast samráðst [...] skúlanum. Men eg haldi, at tá ein kom aftur í skúlan, eftir at hava verið í tinginum, so var ein so sera væl upplagdur. Eins og ein gleddi seg til frítíðina, so gleddi ein seg at byrja aftur. Hevði líkasum [...] børnunum, ein eigur eisini at lurta eftir teimum og hvat tey halda, og so vítt gjørligt eigur ein at laga seg eftir teimum, uttan at tey fyri tað taka ræðið. Ein eigur at lata tey merkja, at ein virðir tey
aftur. Ikki havi eg nakað ímóti at býurin fær ein stásiligan grasvøll. Tað eigur hann at hava, men framgangsmátin í Tórsvallarmálinum hevur verið sera ódámligur. Tú byggir ikki fótbóltinum ein minnisvarða [...] minnisvarða, samstundis sum tú setur frælsu ítróttini ein gravstein. Býurin hevur lítlan heiður í hesum málinum. Oyggjaleikirnir vístu, at frælsa ítróttin hevur frægari uppiborið. Manne Persson
teirra leiðslu! Ein, ið fæst við at granska, og ein fyrrv. stjóri á Skeljavirki v.m. hava ikki hesar kvalifikatiónir! Langt ífrá. Eg heiti á politisku myndugleikarnar um ikki at vera ein forlongdur armur [...] Ditlev Olsen, fyristøðumanni á Spec.sk.) síðani havi eg havt mína dagligu gongd har í 30 ár. Haraftrat var maður mín sjúklingur har í mong ár, so eg havi fylgt gongdini frá nógvum síðum í mong ár. Fyri [...] Síðani var samrøða við Pál Weihe, arbeiðsmedicinara. Eg skrivi ikki læknastjóra, tí eg góðtaki ikki ein persón, ið situr í starvi, sum ikki hevur verið lýst leyst, og sum úttalar seg sum hann ger. Tað, sum
óvanligt at tað ganga tríggir mánaðir at fáa ein timburmann at smíða sær eini hús. ? Tað eru ikki óvanligar tíðir fyri tað, tí ein kann ikki rokna við, at ein handverkari, sum arbeiðir sjálvur annar, ella [...] fyri búskapin. Ein av teimum vinnum, sum er við til at leggja búskapin undir trýst, skal verða byggivinnan. Sagt verður, at tað er stórt trot á handverkarum og at nettupp handverksvinnan er ein av fløskuhálsunum [...] Og eg veit ikki, um tað hevði verið betri, um vit høvdu tað. ? Einasta viðmerking, eg havi til mvg, er, at tað er ein suppa. Men at sleppa húsabygging undan mvg hevur so gjørt sítt til, at tað svarta arbeiðið
hendi og so framvegis. Tíðin áðrenn var eyðkend av armóð og tíðin aftaná var bert ein avleykari av 60-unum. - Eg havi ein tokka til alt gamalt. Sjálvur dámar mær ógvuliga væl at síggja gamlar myndir, og [...] Eina viku undan ólavsøku letur ein sera forkunnug framsýning upp á torginum í SMS. Talan er um framsýningina "Havnin og tey ungu í 60-unum". Hetta verður fyrst og fremst ein framsýning við umleið 700 myndum [...] annað, sum tað hevur eydnast fyrireikarunum at fáa fatur á og savna saman. Tónleikur frá 60-unum eigur ein serstakan leiklut á framsýningini. Hann verður spældur inn á bandupptøkur, sett til hátalarnar, soleiðis