Landsstýrismaðurin um Tórsvøll: - Undarlig viðgerð

Ein, ið undrast á háttin, ið málið um Tórsvøll er handfarið, er mentamálaráðharrin Signar á Brúnni.

Tað vísir seg, at hóast fyrsta ætlanin hjá Grunninum Tórsvølli var upá 10 milliónir, so samsvarar játtaði stuðulin á leið við talið, ið ætlanin nú kostar, nevniliga 25.600.000 krónur. Signar á Brúnni váttar, at eftir øllum at døma, so fær núverandi ætlan stuðulin, ið játtaður var til fyrstu ætlanina, sum ljóðaði uppá góðar 26 milliónir krónur.

Signar á Brúnni, landsstýrismaður metir málið um Tórsvøll at hava fingið løgna viðgerð og hann heldur, at eingin nøktandi málsviðgerð hevur verið.

Hann váttar, at hann var ørkymlaður av málinum og vildi ikki avgreiða stuðulin, fyrr enn hann hevði lagt fyri løgtingið, Fíggjarnevndini. Víst var til Lógarnevndina og síðani Fíggjarmálastýrið.

- Málið fer síðani í Fíggjarnevndina, ið ikki metir, at viðmerkingarnar til fíggjarlógina eru so bindandi og at landsstýrismaðurin kann avgreiða málið, og tað var ikki júst tað, ið eg hevði væntað, sigur Signar á Brúnni.

- Eg fór út og spurdi meg fyri, tí eg var í iva orsakað av viðmerkingunum, tí lesir ein viðmerkingarnar, so er málið eitt sindur løgið, sigur Signar á Brúnni.


Undarlig viðgerð

- Eg meti, at málið av fyrstan tíð hevur fingið undarliga viðgerð, tí Fíggjarnevndin kemur so tíðliga inn í málið og setir eina upphædd við nøkrum viðmerkingum. Eg havi uppfatað tað soleiðis, at nøkur verulig og neyv málsviðgerð hevur ikki verið av fyrstan tíð og so setir løgtingið eina upphædd og síðani kemur málsviðgerðin. Løgtingið er yvir landsstýrinum og peningur er avsettur, men eg meti, at málið er undarliga handfarið, heldur Signar á Brúnni.

Spurdur, um løgtingsfíggjarlógin tolir, at stuðul skal latast til 25.600.000 krónur, ístaðin fyri 10 milliónir, sigur Signar á Brúnni, at her gerst málið so undarligt.

- Tað er júst her, málið gerst undarligt, tí peningurin stendur longu avsettur. Teir eru avsettir til hetta og okkurt afturat. Upprunaliga hevur verið tosað um eina upphædd, sum er nógv størri, enn tær 10 milliónirnar. 2,9 milliónir eru avsettar yvir 3 ár og tað eru eini 30% av eini 25 ella 26 milliónum, altso upphæddini, sum ætlanin endar við at kosta.

Í hesi stuðulsupphædd er so eisini ein ætlan hjá EB um vøll. Vanliga stuðulsupphæddin til hallir og vallir og annað tílíkt er 30 %, men Signar á Brúnni avsannar tó, at ein við at lata so stóra upphædd til Tórsvøll, letur onnur feløg sita eftir við ongum, hóast tey kanska kundu hugsað sær okkurt, tí bert Tórsvøllur og EB hava søkt, so koma aðrar umsóknir, so koma tær á aðra fíggjarlóg.

Signar á Brúnni metir í dag, at stuðulin er vísur, men fyrst skal hann hava eitt tilmæli frá sínum embætisfólkum og síðani verður støða tikin og málið avgreitt.

Signar á Brúnni minnir á, at orsøkin til, at menn fóru undir bíligaru loysnina var, at mett var ógjørligt at gjøgnumføra dýraru loysnina. Broytingarnar henda, tá privat koma inn og játta stuðul og gjørligt verður at gera ein dýrari vøll og tað var hetta, ið ørkymlaði landsstýrismannin.

Spurdur, um vit í dag hava fingið eina verri loysn fyri sama prís, sum upprunaliga ætlanin hevði, sigur Signar á Brúnni, at honum eisini dámdi sera væl upprunaligu ætlanina, ið var vøkur á at líta , men at ein tó ikki í dag kann meta um, hvat upprunaætlanin uppá 26 milliónir í veruleikanum hevði komið at kosta.


Fáa stuðulin hjá gomlu ætlanini

Spurdur, um núverandi ætlan, sum at byrja við varð mett at kosta 10 milliónir, so fær stuðul eftir umsóknini hjá fyrstu ætlanini, ið kostaði 26 milliónir, sigur Signar á Brúnni at hetta helst er so.

- Ein hevur í grundini sett eina upphædd á fíggjarlógina, grundað á talið, ið tá var. Talið teir koma til í dag svarar til talið, sum var í fyrstu ætlanini. Um ikki heilt, so verður stuðulin frá fyrstu ætlnini givin til núverandi ætlan, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður, men minnir á at EB eisini hevur rætt til 30% av sínari ætlan og eisini skal hava sín part av játtanini, so helst verður upphæddin býtt. Restar so nakað í, so má tað koma á fíggjarlógina næsta ár.