Umframt at hava verið lærari, hevur hann skrivað tilfar til fólkaskúlan, ið hevur verið lærarum hent. Tríggjar bøkur til skriftligt føroyskt til framhaldsskúlan, hevur hann saman við Árna Dahl og Óla Jákup [...] , hevur ikki ligið eftir, og tøkk eigur tú fyri tað. Sum skrivari í Mentanargrunninum, fert tú framhaldandi at gera títt til, at hesin grunnur fer at verða móðurmálinum og mentanarlívinum til frama, ið [...] og helt fyri: »Natti, soleiðis eigur tú ikki at gera, heldur skuldi tú kallað læraran inn á skrivstovu tína, og sagt tað við hann, ið tú hevði upp á hjarta, og ikki borið tað fram, meðan allir starvsfelagar
er eyðkend av eini totalari gudsavnoktan, kann eg ikki siga, at eg eri atheistur. Eg havi ikki nakra ítøkiliga mynd av einum gudi, men eg kann als ikki fara so langt sum at avnokta ein ella annan mátt [...] hevur eggjað børnini til alskyns frítíðarítriv, so børnini sjálvi hava fingið loyvi til at royna nógv ymiskt og hava harvið havt betri fortreytir til sjálvi at velja og finna tað, tey hava hug til. Í ein mun [...] nógvar ymiskar tónlistarligar verkætlanir hetta árið, at eg ikki kundi fara avstað aftur. Eg fekk loyvi at halda fram, og síðani tá havi eg ikki havt ynski um at flyta aftur, greiðir Kristian frá. Og okkurt
ferðastuðul til lesandi uttanlands stendur, at "búgva uppihaldarar ikki saman, kann bert tann, ið barnið býr hjá, søkja um ferðastuðul til barnið". Hetta merkir, at um tú sum foreldur ikki býr á somu adressu [...] stuðul til ferðaseðil til barnið hjá sær, um tey ikki búgva á sama matrikulnummari. Og hetta er eisini galdandi, hóast tað av foreldrunum - sum oftast mamman - ið barnið hevur adressu hjá, ikki hevur rætt [...] donskum manni, fullan ferðastuðul til síni børn. Føroyski pápin skal altso sjálvur rinda ferðaseðilin til síni børn, meðan tær almennu Føroyar rinda ferðaseðilin til børnini hjá føroysku mammuni. Framman undan
oyggj, har tey als ikki vóru von við fremmand fólk. Eg hevði allatíðina eina kenslu av, at tey tordu ikki at tosa við meg, tí tey hildu meg vera so øðrvísi. Tað var heldur ikki væl sæð, at eg onki húsligt dugdi [...] giftust tey bæði og fluttu til Norra at búgva. Hon ivaðist ongantíð í at fara, men viðgongur, at hon kendi seg øgiliga fremmanda í nýggja umhvørvinum. - Eg veit ikki, hvat eg hevði ímyndað mær, men bygdin vísti [...] bókasavninum ella ganga til konsertir og tílíkt. - Eg haldi tey hildu meg vera nakað snobbuta. Vit búðu har í 11 ár, men húsmóður gjørdist eg ongantíð og verði tað heldur ikki, sigur Davis avgjørd. Fødd
hoyrir til. Eg haldi við vissu eg hoyrdi nøkur snøft ymsa staðni frá, tá tey endaðu, tí tað var einastandandi vakurt at hoyra, og sjálvt um man ikki skilti eitt orð tey sungu, so nýttist tær ikki at skilja [...] Tá hon var liðug við maskuna var hon ikki longur Makka. Heldur ikki menniskja, heldur ikki ein andi ella eitt djór, men ein samanvevjing av hesum trimum, ið ikki var bundin av siðvenju, sosialum normum [...] fleiri og fleiri av teimum stóru ferðamannaskipunum leggja til seinastu árini. Eg fann á internetium eitt yvirlit, ið fortaldi, at í mun til í 2003, so øktist talið av atløgum í 2004 við 42%. Hetta má
nærmast, men satt at siga føli eg, at eg ikki rættiliga havi funnið mína egnu hill ella niché. Eg eri opin fyri øllum og leiti helst eftir eini fusión av ymsum genrum, og t.d. havi eg seinastu tíðina roynt eina [...] var t.d. hennara uppliving í gentubólkinum Grace. - Eg upplivdi í tíðini í Grace, at eg varð noydd til at syngja ymiskt, sum eg í veruleikanum ikki kundi umboða, og tí var verkætlanin í ein mun dømd f [...] at undirvísingin hevði nakað tilknýti til skúlagongdina. - Tað hevur stóran týdning fyri meg at kunna hjálpa øðrum, sum ikki hava somu møguleikar sum eg. Hesi børnini vóru so evnarík men høvdu onga vegleiðing
vera ágangandi, og við tað at eg var føddur afturi í 1941, var eg tá vaksin frá hesum ráki. Eg minnist serliga, tá kinesiski leiðarin Mao Zedong doyði í 1976, júst meðan eg tók pedagogikum á miðnámsskúla [...] at hansara tjóðskaparkensla ikki hevur nógv rúm. - Men hóast mín samleiki sum týskari ikki er serliga sterkur, havi eg ein sterkan regionalan samleika, sigur Ulf og sipar til barnaárini og heimstaðin í [...] ein av orsøkunum til, at hann fór til Keypmannahavnar at lesa eftir lokið studentsprógv. Ungi maðurin vildi burtur frá týskum trongskygni og út til meiri frælsi, sum hann sjálvur tekur til. Men hvønn leiklut
børnunum við til Føroya. - Nú passar hetta so illa við tíðini, at yngsti sonurin skal byrja aftur í skúlanum, so vit hava ikki endaliga avgjørt, hvat og hvussu, men eg vil fegin hava børnini við eisini, [...] ein dótturin hevði ein sjeik úr Føroyum. - Eg gleði meg at sleppa at syngja fyri føroyingum. Serliga til at sleppa at syngja í Norðurlandahúsinum, tí tað kenni eg jú frammanundan. Akkustikkurin er fantastiskur [...] munur á áhoyrarafjøldini til festivalin og so tey, ið fara at hoyra hana í Norðurlandahúsinum. - Jamen, tað er jú munur á einum festivali og Norðurlandahúsinum, so eg kann ikki trúgva annað enn, at tað
gekk heilt galið. Eg fór til Tvøroyrar fyri Útvarpið at siga frá einum dysti. Eg var heldur illa fyri, og tá eg so møtti nógvum blíðum fólki, tók eg ov nógv til mín. Úrslitið bleiv, at tá eg skuldi siga frá [...] tíðindamaður. -Eg hevði góða sjónatúr, og eg var nógv til sjós sum yngri. Eg fekk kortini tíðliga at vita, at eg fekk ikki sjónroynd sum skipari, so tann møguleikin glapp. Hinvegin hevði eg eitt ynski um [...] var komið so langt, at eg bæði hevði mist arbeiðið og familju, um eg helt fram. Eg hevði eitt tíðarskeið á eini seks til sjey ár, har drekkingin bara vant upp á seg. Eg drakk ikki hvønn dag, men drakk hinvegin
sum Læknar Uttan Landamark sent fólk til Niger at hjálpa teimum neyðstøddu. Tað eru serliga børnini, sum líða. -Eg havi arbeitt við neyðhjálp í tíggju ár, men eg havi ongantíð sæð so mong børn, sum eru [...] umleið 10.000 børnum, men fleiri hundrað vóru so illa á holdum komin, at tað bar ikki til at bjarga teimum. Men tað er ikki bara í Niger, at fólk líða hungur, tí at grøðin miseydnaðist í fjør. ST sigur, [...] Mali, Burkina Faso og Mauritania. Meiri enn hálv onnur millión fólk í hesum londunum hava ov lítið til matna. ST heldur, at bara í Mali hava meiri enn ein millión fólk tørv á matvøruhjálp, og at tey mugu