Theodor E. D. Olsen
Á hvørjum ári ber til hjá føroyskum lesandi uttanlands at søkja um ferðastuðul frá Stuðulsstovninum. Endamálið við hesum stuðli er sambært heimasíðuni hjá Stuðulsstovninum, "at stuðla føroyingum, ið leita sær í onnur lond at útbúgva seg við tí fyri eyga at koma heim aftur til Føroya eftir lokna útbúgving.
Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga, soleiðis at tey lesandi og børn teirra kunnu koma heim til Føroya eina ferð um árið".
Men her verður tó munur gjørdur á børnum og foreldrum.
Sambært stk. 3 í kapitli 2 í Kunngerð nr. 4 frá 22. januar 2003 um ferðastuðul til lesandi uttanlands stendur, at "búgva uppihaldarar ikki saman, kann bert tann, ið barnið býr hjá, søkja um ferðastuðul til barnið".
Hetta merkir, at um tú sum foreldur ikki býr á somu adressu sum barnið hjá tær, men kortini hevur regluliga samveru við barninum ella enntá felags foreldramyndugleika saman við hinum foreldrinum yvir barninum, so fært tú ongan stuðul til at taka tað við tær til Føroya. Býrt tú hinvegin saman við barninum, sær roknistykkið soleiðis út:
Upphæddir galdandi fyri stuðulsárið 2004/2005:
Danmark EuropaAðrastaðni
(Danmark og Grønland undantikin)
Lesandi: 3.715 kr. 5.000 kr. 7.000 kr.
Børn: 0 -1 ár 305 kr. 500 kr. 700 kr.
Børn: 2 - 15 ár2.490 kr. 3.350 kr. 4.700 kr.
Børn: 16 ár 3.715 kr. 5.000 kr. 7.000 kr.
(kelda: www.studulsstovnurin.fo)
Menn fyri vanbýti
Sjálvandi skal bara annað av foreldrunum fáa ferðastuðul til eitt og sama barnið, um bæði foreldrini søkja.
Men sum kunngerðin um ferðastuðul er orðað í dag, kann tað av foreldrunum - sum oftast pápin - ið hevur rætt til ferðastuðul, kortini ikki fáa stuðul til ferðaseðil til barnið hjá sær, um tey ikki búgva á sama matrikulnummari. Og hetta er eisini galdandi, hóast tað av foreldrunum - sum oftast mamman - ið barnið hevur adressu hjá, ikki hevur rætt til ferðastuðul. Tað stendur jú í kunngerðini um ferðastuðul, sum Annlis Bjarkhamar, kvinnuligur mentamálaráðharri, skrivaði undir í sínari tíð, og Stuðulsstovnurin ger tí ikki nakað ólógligt. Hann heldur seg jú bara til kunngerðina.
Hvussu víkir og vendir, so býr barnið næstan altíð hjá mammuni, um foreldrini eru farin frá hvørjum øðrum. Hóast ein pápi setur fram ynski um, at barnið skal búgva hjá honum, er okkara rættarsamfelag soleiðis skipað, at um ikki okkurt heilt galið er áfatt við mammuni, so sleppur hon at fáa barnið búgvandi hjá sær. Her hevur pápin lítið og einki at siga. Tað sama er galdandi, um mamman ynskir, at felags foreldramyndugleikin (sum til ber at avtala í Danmark) skal strikast, og fella til hennara at umsita einsamøll. Um mamman ikki er rúsevnismisnýtari, sinnisveik ella okkurt, sum er verri, vinnur hon so at siga altíð í rættinum, hóast bæði foreldrini verða mett sum góð og egnað foreldur. Fátt er sum faðir, einki er sum móðir. Tað sigur løgfrøðin í hvussu er!
Av tí sama kann hugsast, at føroyskir pápar, sum eru lesandi og eiga børn saman við eitt nú donskum kvinnum, ikki fáa ferðastuðul til síni børn, so tey kunnu sleppa til Føroya í summarfrí. Hinvegin fær ein føroysk mamma, sum er lesandi og eigur børn saman við eitt nú einum donskum manni, fullan ferðastuðul til síni børn. Føroyski pápin skal altso sjálvur rinda ferðaseðilin til síni børn, meðan tær almennu Føroyar rinda ferðaseðilin til børnini hjá føroysku mammuni.
Framman undan er tað longu soleiðis, at pápin, ið sum nevnt oftast ikki hevur barnið búgvandi hjá sær, einsamallur skal gjalda fyri allan flutning aftur og fram, um hann ynskir at vera saman við barninum hjá sær í t.d. vikuskiftum. Tvs. um barnið býr hjá mammuni í einum øðrum býi, oyggj ella landi, skal pápin sjálvur rinda fyri ferðing við antin Bygdaleiðum, Strandferðsluni, Atlantic Airways ella Smyril Line. Hann fær tó ikki stuðul til hendan flutning, men mamman, ið er lesandi, fær stuðul frá Stuðulsstovninum at fara heim til Føroya at ferðast fyri eina ferð um árið saman við børnunum.
Sjálvur eigi eg eitt barn her í Danmark, sum er undir tvey ár, og næsta ár eri eg vónandi liðugur at lesa. Sostatt er talan bert um 305 kr., sum eg annars kundi fingið frá Stuðulsstovninum, eins tilskilað er í talvuni omanfyri, og tað klári eg at liva við. Tað er altso ikki tí, eg skrivi hesar reglur.
Men sum kunngerðin er orðað í dag, kunnu føroyskir lesandi pápar, sum eitt nú eiga tannáringar uttan fyri Evropa og ikki sleppa at búgva saman við teimum, fáa noktað heilt upp til 7000 kr., sum mammur harafturímóti kunnu fáa játtaðar, av tí at tær búgva saman við børnunum.
Her verður gjørdur munur á kynunum. Mannamunur.
Munur er sostatt á einligum mammum og einligum pápum. Einligu páparnir eru nevniliga ofta einligari, tí umframt at teir sum oftast ikki sleppa at búgva saman við sínum egnu børnum, eru tær almennu skipanirnar ofta vendar ímóti teimum. Og tað er m.a. ferðastuðulin hjá Stuðulsstovninum eitt dømi um. Eg fari tí at heita á landstýrismannin í mentamálum um at bera so í bandi, at ferðastuðulin til børn eisini skal galda fyri fólk - mannfólk og konufólk - sum ikki búgva saman við sínum børnum.
Á hesum økinum er nevniliga ikki javnstøða.