Hungursneyðin í Afrika breiðir seg

Tey svøltandi í Niger fáa nú hjálp, men vandi er eisini fyri hungursneyð í øðrum afrikonskum londum.

Hungursneyð

Eftir at ST fleiri ferðir hevur biðið altjóða samfelagið veita teimum svøltandi í afrikanska landinum Niger mat, er hjálpin so smátt við at koma fram. Samstundis hava felagsskapir sum Læknar Uttan Landamark sent fólk til Niger at hjálpa teimum neyðstøddu. Tað eru serliga børnini, sum líða.
-Eg havi arbeitt við neyðhjálp í tíggju ár, men eg havi ongantíð sæð so mong børn, sum eru so illa fyri, sigur Johanne Sekkenes hjá Læknum Uttan Landamark við Aftenposten.
Higartil hava læknar og onnur starvsfólk hjá felagsskapinum bjargað umleið 10.000 børnum, men fleiri hundrað vóru so illa á holdum komin, at tað bar ikki til at bjarga teimum.
Men tað er ikki bara í Niger, at fólk líða hungur, tí at grøðin miseydnaðist í fjør. ST sigur, at støðan er tann sama í grannalondunum Mali, Burkina Faso og Mauritania. Meiri enn hálv onnur millión fólk í hesum londunum hava ov lítið til matna. ST heldur, at bara í Mali hava meiri enn ein millión fólk tørv á matvøruhjálp, og at tey mugu fáa hjálp í hesum árinum.